mikudagur 28. september 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 184 - 28. september 2005
Enn eitt týðandi og
spennandi stig í før-
oyskari oljuleiting
stendur fyri framm-
an. Innan fyri ein
mánað verður helst
avtala gjørd millum
oljufeløg og føroyskar
myndugleikar um at
bora tveir brunnar
inni á basaltøki á
landgrunninum í
2006 og møguliga
2007.
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Síðani fýra brunnar vórðu
boraðir í landssynnings-
horninum av føroyska land-
grunninum uttan at bera í
sær lønandi oljufund, hev-
ur verið arbeitt miðvíst við
eini ætlan at flyta írestandi
brunnarnar frá tí sokallaða
"Gullhorninum" og ístaðin
bora teir longur inni á
landgrunninum, har tað
finnast tjúkkar basaltfláir.
Nú er komið so væl áleiðis
við hesum samráðingum
millum oljufeløg sínámill-
um og við føroyskar mynd-
ugleikar, at ein endalig av-
gerð um at leggja teir fýra
brunnarnar saman og ístað-
in bora tveir brunnar inni á
basaltinum kann verða tikin
í næsta mánað. Hetta upp-
lýsir
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður í oljumál-
um.
Samráðingar eru fram-
vegis millum Oljufyrisit-
ingina og so BP og Shell
um at flyta loyvi at bora
tveir brunnar frá øki 004 til
at bora ein brunn í øki 007,
sum er 9 ára loyvi hjá olju-
felagnum Anadarko. So-
statt gerast hesi trý feløgini
partnarar í einum brunni,
sum hvat skilst møguliga
verður boraður næsta ár
ella í seinasta lagi í 2007.
Henda avgerðin fellur helst
í komandi mánað eftir sam-
ráðingar nú í longri tíð. Or-
søkin til at BP sum fyri-
støðufelag fyri tveimum
brunnum frá fyrstu útbjóð-
ing ikki enn hevur viljað
sett borin í aftur er tann, at
fyrsti brunnurin varð turrur
og haraftrat at metingarnar
hjá felagnum eru, at tað er
einki at fara eftir í hesum
loyvinum.
Hin samráðingin um at
flyta brunnar er millum
Statoil og Amerada Hess
sum fyristøðufeløg fyri
tvey stór oljusamtøk og so
føroysku myndugleikarnar
og snúgva seg um at flyta
tilsamans tveir brunnar frá
ávikavist øki 001 og 003 og
leggja teir saman til ein
brunn í 9 ára loyvinum hjá
Statoil í øki 006.
Atlants Kolvetni við í
spennandi brunni
Umrøddu avtalur koma
tískil at fevna um 9 oljufe-
løg. Teirra millum er so
eisini føroyska oljufelagið
Atlants Kolvetni, sum er
partur av The Faroes Part-
nership samtakinum, har
Amerada Hess er fyristøðu-
felag. Hini feløgini í hesum
samtakinum eru Dong og
BG. Í hinum samtakinum,
har Statoil er fyristøðufe-
lag, eru eisini Petro Cana-
da, Shell og Dong. Aftrat
hesum kemur so Anadarko.
Hetta vera so feløgini, sum
verða partur av tí eina
basaltbrunninum,
tann,
sum verður boraður á
Brugduprospektinum í 9
ára loyvinum hjá Statoil.
Statoil verður fyritøðufe-
lag fyri hesi boring. Hin
brunnurin, sum er á 9 ára
loyvinum hjá Anadarko,
fevnir so um feløgini BP,
Shell og Anadarko, og har
er BP fyristøðufelag.
Greitt í oktober
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í oljumálum
væntar, at hesar sera spenn-
andi og týdningarmiklu
samráðingar
verða
av-
greiddar í oktober, soleiðis
at feløgini av álvara kunnu
leggja seinastu hond á
fyrireikingarnar at seta bor-
in í næsta ár og møguliga
eisini í 2007.
Sum skilst fer Statoil at
bora næsta summar í tí so-
nevna Brugduprospektin-
um. Keldur í oljuheiminum
vilja vera við, at nettupp
hetta økið í 9 áraloyvinum
hjá Statoil er kanska júst
tað økið á øllum land-
grunninum, sum bæði olju-
feløg og myndugleikar hava
bestu vónir um at finna
olju. Í summar hava ikki
færri enn 4 oljuskip gjørt
Nýggj avtala um oljuboring klá
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður hevur góðar vóni
um, at avtala verður gjørd
millum oljufeløg og myndug-
leikarnar í næsta mánað um
at leggja brunnar saman og
flyta teir inn á basaltøki