mikudagur 28. september 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
fyrireikandi kanningarnar
at gera klárt at bora næsta
summar. BP hevur eisini
fyrireikað seg til at flyta
sínar brunnar til granna-
loyvið hjá Anadarko og
hevur tískil skotið seismikk
í hesum økinum í summar.
Tað er tó enn ógreitt, um
feløgini verða klár at bora
her í 2006.
Gullhornið sum ikki
var nakað gullnám
Tá fyrsta útbjóðing á før-
oyska landgrunninum lat
upp í 2000 buðu oljufeløg
sær til at bora ikki færri
enn 8 leitingarbrunnar.
Síðani eru fýra av hesum
brunnum
boraðir
í
tí
sokallaða "Gullhorninum",
sum liggur skamt frá
framleiðandi oljukeldunum
í bretskum øki.
Hóast lønandi fund ikki
vórðu gjørd so varð úrslitið
av leitingini tann, at stað-
fest varð ein virkin kol-
vetnisskipan í undirgrund-
ini. Oljufeløgini hava so
arbeitt víðari og havt heilt
endavent øllum sínum ar-
beiðsháttum metingum og
eru komin eftir, at tað eru
størri møguleikar at finna
olju og gass, um tey flyta
sínar brunnar aðrastaðni á
landgrunnin, og tað vil í
hesum førinum siga inn á 9
ára loyvi, har tað finnast
tjúkkar basaltfláir. Hóast
tað hevur verið torført at
síggja niður gjøgnum ba-
saltið, so er tøknin so mikið
útbygd, at feløgini halda
seg síggja stórar strukturar
í undirgrunini, sum kunnu
goyma nógva olju og gass.
Vitandi at váðin er nógv
størri og at tað er nógv dýr-
ari at bora gjøgnum basalt
hava oljufeløgini sett før-
oysku
myndugleiknum
fram ynski um at leggja teir
upprunaligu fýra brunnar-
nar saman til tveir brunnar.
Tað eru so hesar brunnar,
sum endalig støða verður
tikin til í næsa mánað.
Nr. 184 - 28. september 2005
19
ár í oktober
At brunnar verða
boraðir inni á land-
grunninum næsta ár
kann fáa eitt positivt
árin á føroyska
búskapin. Teir kunnu
vera avgerandi fyri
oljutilgongdina og
her ikki minst fyri 2.
útbjóðing sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
oljumálum
OLJUVÓNIR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Komandi ár kann blíva
heilt avgerandi fyri, hvussu
oljutilgongdin verður á
Føroyaleiðini. Er tað so, at
Statoilsamtakið rakar við
kolvetni í síni fyrstu boring
á basaltinum, kann tað,
uttan mun til um talan er
um eitt stórt ella lítið fund,
økja munandi um leitingina
við Føroyar. Hetta sigur
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í oljumálum,
nú tað er greitt, at oljufeløg
og føroyskir myndugleikar
eru við at koma ásamt um
eina avtalu at bora tveir
brunnar inni á landgrunn-
inum næsta ár og møguliga
í 2007 við.
Oljumálaráðharrin dylur
ikki fyri, at hesir ætlaðu
brunnar fara so aftur at
hava eitt positivt árin á
føroyska búskapin, tí tað
fer at skapa eitt slag av
bjartskygni. - Tí er tað okk-
ara vón, at man kemur til
eina niðurstøðu í næsta ár,
sum ger, at áhugin veksur
og ikki minkar í teimum
økjum á landgrunninum,
har vit lótu oljufeløgum
nýggj loyvi 17. januar í ár.
Við hesum sipar lands-
stýrismaðurin til 2. útbjóð-
ingina, hvørs lagna lættliga
kann koma at byggja á
nettupp írestandi brunn-
arnar frá 1. útbjóðing, tvs.
hvussu úrslitið verður av
teimum báðum brunnun-
um.
Ein fyritreyt fyri at loyv-
ini í 2. útbjóðing eisini
skulu eydnast er, at okkurt
fund verður gjørt ella olja
verður funnin í so mikið
stórum nøgdum, at hon tá
er ein góður katalysator fyri
aðrar at fara í gongd. Tá 2.
útbjóðing var lutað út
bundu feløgini seg ikki til
at bora men at gera seis-
miskar og aðrar kanningar
soleiðis at hesar kundu vera
ein fyrireiking og forteyt
fyri at fara undir at bora
seinni.
Bjarni Djurholm sigur
víðari, at hendir tað, at olju-
boring í 2006 ikki fer at liva
upp til vónirnar, so kann
tað hava við sær, at áhugin
fyri føroyska landgrunnin-
um fer at kølna. – Men eg
livi sjálvur í teirri vón, at
hyggur tú at møguleikun-
um, sum eru, so trúgvi eg
meira uppá, at vit fáa eina
positiva ábending heldur
enn tað øvugta. So tað
verður
eitt
spennandi
summar, og eg sjálvur seti
álitið á, at vit eru ikki
yviroptimistiskir men
realistiskir, tá vit siga, at
úrslitið av boring næsta ár
verður so mikið gott, at tað
ber til at fara víðari.
Brunnar á basaltinum
positivir fyri búskapin
Í næsta mánað verður
helst avgerð tikin um at
flyta fýra brunnar frá 1.
útbjóðing inn á tvey 9
ára loyvi, longur inni á
landgrunninum. Har
verða teir fýra brunnar-
nir til tveir, sum verða
boraðir í loyvi hjá Statoil
og hjá Anadarko. Sí
pílarnar
Næsta summar fer borurin
eftir øllum at døma niður
aftur í føroysku undirgrund-
ina. Hesaferð gjøgnum basalt