mikudagur 28. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 184 - 28. september 2005
iska. Aðrastaðni er býtið
millum rík og fátæk meira
ekstremt. Í Danmark kunnu
flestøll liva eitt sámuligt lív
uttan at mangla tað mest
elementera,
sum
mat,
klæðir og íbúð.
Spurningurin er so, um
hetta er gott ella skitt,
positivt ella negativt?
Argumentið hjá liberal-
istunum og Evu Kjer-Han-
sen (til fyri viku síðani) var,
at størri ójavni skapti dyna-
mik. Men soleiðis sum
stórar kanningar vísa, so
hevur tað ferð eftir ferð
verið staðfest, at Danmark
liggur í toppinum, tá tað
kemur til kappingarføri í
altjóða høpi.
Frælsi, javnaður og
brøðralag
Javnleikin í Danmark forð-
ar ikki fyri frælsi, opinheit
og vilja til broytingar. Hin-
vegin ger javnleikin, at
samfelagið er vælorgani-
serað,
at
samarbeiði
millum
partarnar
á
arbeiðsmarknaðinum
virkar væl og uttan størri
rembingar.
Samfelagið
hevur eisini verið ført fyri
at tillagast globaliseringini
so líðandi, tað hevur verið
ført fyri at arbeiða og hugsa
uppá nýggjar mátar.
Frælsi er eitt nógv brúkt
og misbrúkt hugtak. Frælsi
kann vera tóm ideologi,
ella tað kann hava eitt
konkret innihald. Hetta
innihaldi má í fyrsta vera
frælsi at kunna velja. Uttan
nakað at velja ímillum er
frælsið tómt. Livir eitt
menniskja í materiellari
armóð, uttan útbúgving,
uttan fakliga vitan, uttan
tak yvir høvdið, og kanska
uttan arbeiði - so er einki
reelt at vejla ímillum.
Spurningurin er so eisini
hvat fólk halda vera mo-
ralskt og politiskt rætt. Tað
politiska bendir tann vegin,
at tað ikki er ynskiligt við
ov stórum ójavna millum
rík og fátæk. Samfeløg við
stórum
stættamunum
hanga stutt sagt illa saman,
ofta merkt av ófriði og
kriminaliteti. Tey hava ov
lítið
"kitt"
at
sjóða
samfelagið saman til eina
hampiliga
harmoniska
eind.
Hvat vísir Gini-talið
í myndini?
Gini-talið ella giniindexið
vísir í einum tali hvussu
jøvn ella ójøvn inntøkan er
býtt í einum landi. Um øll
hava líka stóra inntøku, alt
stendur á jøvnum, so er
talið 0 (null). Um, hinveg-
in, ein persónur eigur alla
inntøku í landinum, so
verður talið 100. Tey lond í
verðini, sum hava ójavnast
býti, liggja í Afrika og Suð-
uramerika. Býtið er javnast
í teim vestureuropeisku
londinum. Myndin vísir
gongdina eitt næstan 10-ára
skeið. Frá miðuna av 90-
unum (OECD-tøl) til 2004
(UNDP-tøl).
Hvat halda danskir
veljarar
Nógva orðaskifti, sum kom
burturúr
orðunum
hjá
socialministaranum
Evu
Kjer-Hansen og ikki minni
hennara dementi fáar dagar
seinni, hevur eisini fingið
nýggjar meiningarkanning-
ar framm. Hvat halda velj-
ararnir? Er tað ynskiligt við
størri ójavna?
Svarið er rættiliga greitt,
samb. Jyllandsposten 24.9.
2005. Tað vísir, at 73% av
veljarunum halda ikki, at
tað er gott at økja um
ójavnan í samfelagnum.
Bert 19% halda tað vera
skilagott at gera tey ríku
ríkari og tey fátæku fátæk-
ari.
Føroyar?
Hvar eru Føroyar? Kanska
hveði tað verið áhugavert,
at rokna Gini-talið út fyri
Føroyar. Hvør kann gera
tað, so vit kunnu saman-
bera okkum við onnur?
Keldur:
OECD: Economic Studies no 34,
2002/1
UNDP: Human development
Report. 2004
http://hdr.undp.org/reports/global/
2004/
Jyllandsposten 18.september+ 24.
september
Politiken fleiri nr. sept 2005.
H. Tjørnehøj: Det gik godt indtil
1901. Politiken 25.9.06
Dollars fyri eina Euro
1. November 2004 - 26. september 2005
1,18
1,2
1,22
1,24
1,26
1,28
1,3
1,32
1,34
1,36
01-nov-04
02-dec-04
02-jan-05
02-feb-05
05-mar-05
05-apr-05
06-maj-05
06-jun-05
07-jul-05
07-aug-05
07-sep-05
RG-2005
Kelda:ECB
Gongur kurvan upp, styrkist Euro:
€
Gongur hon niður, styrkist Dollar:
$
"Katrina"
"Rita"
Meldurstormarnir hava ávirkað dollarkursin,
men europeiski búskapurin koyrir trekt
Sum myndin vísir, so hava báðar melduródnirnar, "Katrina" og "Rita" sum tær
kallaðust, ávirkað dollarkursin negativt. Men myndin vísir eisini, at Katrina virkaði
nógv harðari enn Rita. Sum heild er kursurin á euro viknaður seinasta mánaðin.
Euroland, ella londini sum brúka euruna, er tað økið í Heiminum, har búskapurin
gongur trekast. Øll hini størri økini, Kina, India, Russland Brasilia, Japan og USA,
hava nógv størri búskaparligan vøkstur enn Euroland. Valið í týsklandi, sum gav eitt
’gruggut’ úrslit, gjørdi ikki støðuna betri. Bankafólk halda, at valið gav tað verst
hugsandi úrslitið fyri eurona. Útlit er nú til eina "Grosse Koalition" millum SPG við
Schröder og CDU við Merkel
Framhald av síðu 13
TRYGD
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Føroyska
sjóbjargingar-
støðin MRCC hevur verið
rættiliga í miðdeplinum nú
í seinastuni eftir vanlukk-
una við farmaskipinum
Jøkulfell. Frammi hevur
verið, at støðin treingir til
ábøtur. Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í olju-
málum heldur ikki, at olju-
feløgini, sum ætlandi fara
undir boring næsta ár hava
nakað at stýra fyri.
- Eg havi noterað mær at-
finningarnar móti MRCC
støðini, sum eru settir á
prent. Síggi at landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum
hevur sett sær eina skrá
upp, hvussu man t.d. tøkni-
liga útbyggir støðina, so-
leiðis at hon er í samsvar
við krøvini til nýggjastu
tøknina á økinum og her
serstakliga við bjarging fyri
eygað. Og at landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum
eisini vil endurskoða tær
mannagongdir, sum eru.
Hetta haldi eg er eitt sera
positivt signal at senda út,
og hevur landsstýrismað-
urin í tí sambandi eisini
gjørt løgtingið varugt við,
at tað skulu gerast íløgur í
nýggja tøkni.
- Vil tú harvið siga, at
oljufeløgini, sum skulu til
at bora næsta summar,
skulu kenna seg trygg, tá
tað um trygdina av sjónum
ræður?
- Tey skulu kenna seg
trygg, men tað er eingin
loyna, at tekniska útgerðin
hjá MRCC støðini eru ikki
tann allar nýggjasta. Flestu
ásanna, at støðin annars
hevur virkað væl. Men tíð-
in fer við øllum, og eg
trúgvi tað er neyðugt at
gera nógvar ábøtur. Taka
vit t.d. sendiútgerðina so er
hon av slíkum slag, at tað
næstan ikki fáast eykalutir
til hana meira. Men lands-
stýrismaðurin hevur so
tikið stigið og fer í holt við
at uppgradera støðina, og tí
haldi eg, at oljufeløgini,
sum fara at arbeiða á land-
grunninum næsta summar,
skulu kenna seg trygg.
OLJUPENGAR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Enn eru millum 30 og 40
mill. kr. eftir at brúka av
upphæddini, sum oljufeløg
frá bæði 1. og 2. útbjóðing
hava latið til førleikamenn-
ing. Landsstýrismaðurin í
oljumálum, Bjarni Djur-
holm sigur við Vinnusíður-
nar, at hann fer at taka
spurningin um oljupengar-
nar upp í næstum, tí har
eru viðurskifti, sum eiga at
endurskoðast.
- Øll skipanin eigur at
verða endurskoðað ikki
minst við tí fyri eygað, at
landsstýrið hevur sett sær
onnur mál um, hvussu vit
skipa hetta samfelagið tery
næstu 10 árini og her hugsi
eg m.a. um gransking.
Landsstýrismaðurin úti-
lokar tí ikki, at førleika-
pengar
frá
oljuvinnuni
kunnu verða brúktir øðrvísi
í framtíðini her m.a. til
granskingaruppgávur.
- Vit eru tó vitandi um, at
pengarnir verða játtaðir í
samstarvi við tey feløgini,
sum koma til Føroya at
arbeiða og at tey sjálvsagt
hava áhuga í at seta síni
fingramerki á, hvat pengar-
nir verða brúktir til. So-
leiðis hevur gongdin verið
higartil, og tað er tað fult
forstáilsi fyri. Men í mín-
um samskifti við feløgini
havi eg eisini sagt, at tað
liggur fyri stavn, at man
helst eigur at hyggja eftir
skipanini tó ikki fyri at
kollvelta hana men meira
fyri at regulera hana.
Sjálvur heldur Bjarni
Djurholm, at pengarnir,
sum oljufeløgini hava játta
at lata sum part av loyvun-
um, eiga at verða meira
úrslitsorienteraðir, soleiðis
at tað, sum kemur burtur úr
í síðsta enda, gevur eina
nyttu. Tað er kanska serliga
nú ein nýggj fíggjarlóg er
fyri stavn, at man tekur tað
upp. Hesir pengar eru tó
ikki tiknir við í fíggjar-
lógarviðgerðini.
Oljufeløg skulu ikki
stúra fyri trygdini
Endurskoða oljupengar
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo