mikudagur 28. september 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 • mikudagur • 28. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Unglingar-
nir avgera
í kvøld
NSÍ og HB fara í dag
klokkan 17 at spæla
finalu á Skála
UNGLINGAR
Tvey av feløgunum, sum
seinastu nógvu árini hava
vunnið nógv mest í ung-
lingadeildini, fara í dag at
stríðast um, hvør eigur
besta
unglingaliðið
í
2005.
NSÍ og HB eru komin í
finaluna,
sum
verður
spæld á uttanveltaðum
vølli. FSF hevur gjørt av,
at dysturin skal spælast á
Skála. Tað verður hann
klokkan fimm í dag, og
tað verður Petur Reinert,
sum skal halda skil á.
Í fjør vann EB/Streym-
ur FM í unglingadeildini.
Teir vunnu 2-1 á HB í
finaluni.
NSÍ
vann
bronsudystin 5-1 á B36.
HB vann sína hálv-
finalu 2-1 á B36, og NSÍ
vann sína hálvfinalu 7-6 á
KÍ, eftir at tað eftir
vanliga leiktíð og longda
leiktíð hevði staðið 1-1,
og tað síðani var neyðugt
at
finna
vinnaran
í
brotssparkskapping.
jh
Hickersberg
er aftur á
landsliðið
Landsliðsvenjarin, sum
misti starvið eftir tapið
ímóti Føroyum í Lands-
krona, verður nú aftur
landsliðsvenjari fyri Eyst-
urríki – júst 15 ár eftir at
hann fekk fótin
Tað eru tey vánaligu úr-
slitini í undankappingini
til HM í Týsklandi næsta
ár, sum hevur fingið eyst-
urríkska
fótbóltssam-
bandið at siga landsliðs-
venjara Hans Krankl úr
starvinum.
Samstundis er tað gjørt
av, at Josef Hickersberger
tekur
við
starvinum.
Hann var eisini landsliðs-
venjari frá 1988 og fram
til lagnudagin í Lands-
krona í 1990, tá ið Føroy-
ar vunnu á Eysturríki. Tað
kostaði
Hickersberger
starvið.
Men hann hevur seinnu
árini
veruliga
fingið
gongd á sína yrkisleið
aftur og hevur verið venj-
ari fyri Rapid Wien, nú
hann verður útnevndur til
landsliðsvenjara aftur.
-ek
Liverpool-
fjepparar á
ferð
Liverpool Føroyar
skipar fyri spenn-
andi túri til Liver-
pool í døgunum 29
oktobur til 1.
novembur
FÓTBÓLTSFERÐ
tíðindaskriv
Liverpool fjepparar hava
nú møgleikan at verða til
staðar at síggja Liverpool
FC spæla tveir dystir á rað
á Anfield, ein í Premier
League móti West Ham,
og ein í Champions
League móti Anderlecht.
Flogi verður úr Vágum
leygarmorgunin
29
oktobur kl 08.00 beinleið-
is til John Lennon Airport
í Liverpool og aftur týs-
kvøldi 1 novembur um
midnáttina til Vágar.
Gist verður á 4 stjørn-
aðum hotelli beint uttan-
fyri Liverpool. Møguleiki
verður m.a. at vitja Anfi-
eld Museum og The
Beatles Museum. Kostn-
aðurin fyri ferðina er kr
5.995. Meira fæst annars
at
vita
á
slóðini,
www.liverpool.fo
Dómara-
skeið fyri
flogbóltin
Flogbóltssambandið hev-
ur sent skriv til feløgini
kring landið, har boðað
verður frá, at dómara-
skeið veðrur hildið í Havn
vikuskiftið, 7. og 8. okto-
ber.
Tað verða teir báðir,
Hans Ole Nielsen og Tor-
ben Jensen, sum skulu
undirvísa luttakarunum,
og einki er at ivast í, at
hetta eru kompetentir frá-
lærarar.
Dómaraspurningurin
hevur ofta verið ein trup-
ulleiki hjá flogbóltinum
seinnu árini, og tí hevur
FBF hesa ferð sett sum
treyt, at feløg, sum hava
umboðan í meistaradeild-
ini í minsta lagi skulu
senda tvær dómarar á
skeiðið.
-mørk
Nú besta mansliðið
hjá Skála stríðist fyri
FM-heitinum, var tað
kanska eitt hugskot,
um teir spurdu
gentuliðið hjá
felagnum um ráð
MEISTARAR
Tað eru ikki bara menninir
hjá Skála, sum duga at
sparka.
Tað duga genturnar eisini
og nú er greitt, at tað smá-
genturnar hjá Skála hava
vunnið greipuna í ár. Fyrr í
summar vunnu tær Niels L.
Arge steypið við einum 3 -
1 sigri á VB í finaluni í
Gundadali.
Leygardagin
vunnu tær so meistara-
bólkin fyri smágentur og
harvið eisini FM-heitið.
Í seinasta umfarinum
leygardagin, vunnu tær 2-1
á Royn og 2-0 á VB.
Annars eru tær ósigraðar
í kappingini í ár-í hvussu so
er á vøllinum. Einasti dyst-
ur, tær ikki vunnu, var ein
málleysur javnleikur. Á
pappírinum hava tær tapt
ein dyst, men tað var net-
upp á pappírinum, tí tað var
ein dystur, sum ikki varð
spældur.
Kjarnin á hesum smá-
gentuliðnum hjá Skála,
hevur spælt saman í fimm
ár, so tær kenna hvønn ann-
an væl, og og tað ger eisini
sítt til, at samanspælið virk-
ar so væl. Og tær hava
sanniliga eisini staðið seg
væl, tí tær vunnu FM bæði
í 2001, 2002, 2003 og so
aftur í ár. Í 2004 lógu tær
eisini væl fyri, men fingu
silvur, tá ið tær á stokkinum
mistu FM heitið til AB.
Til stuttleika kann leggj-
ast afturat, at allar gentur-
nar á hesum Skála-liðnum
eru av Strondum.
Annars vann AB silvur í
FM kappingini í ár og Royn
vann bronsu.
Fyrrverandi føroyski
landsliðsvenjarin í
fótbólti hevur tikið seg
aftur frá venjarayrk-
inum. Síðani hann fór
úr landsliðsvenjara-
starvinum í Luksem-
borg í fjør, hevur hann
hugsað um støðuna og
tikið sína avgerð
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
52 ára gamli Allan Simon-
sen er givin sum fótbólts-
venjari. Tað hevur hann
gjørt av, eftir at hava hugs-
að seg væl um, síðani hann
fór úr starvinum sum lands-
liðsvenjari í Luksemborg í
fjør.
– Eg havi gjørt av at
halda ein steðg, og so fáa
vit at síggja. Sjálvandi kann
eg ikki avskriva allar
møguleikar í tíð og ævir,
sigur Allan Simonsen við
danska Tipsblaðið um viku-
skiftið.
Hann staðfestir tó, at tað
skal eitt heilt serligt tilboð
fyri at fáa hann aftur í eitt
venjarastarv.
– Nú ælti eg mær at
hugna mær við familjuni og
annars hugsa um klædna-
fyritøkuna Time Out í
Herning, sigur hann.
Felagið, sum Allan Sim-
onsen eigur í, er veitari til
ítróttarmerki sum Puma og
Reebok.
Nú er liðugt
Allan Simonsen telist mill-
um teir størstu spælararnar
í donskum fótbólti nakran-
tíð. Hann spældi fyri feløg
sum Vejle, Mønchenglad-
bach, FC Barcelona og
Charlton, og í 1977 varð
hann valdur til besta spæl-
ara í Europa.
Fyrsta
venjarastarvið
hevði
Allan
Simonsen
heima í Vejle frá 1991 til
1993, tá ið hann gjørdist
landsliðsvenjari í Føroyum.
Hann varð verandi í Føroy-
um fram til 2001. Síðani
var hann landsliðsvenjari í
Luksemborg, men hann var
loystur úr sáttmálan eitt ár
fyri tíð – tað var í desember
mánaði í fjør.
– Mær hevur dámt væl
arbeiðini, sum eg havi havt.
Bæði í Føroyum og í Luks-
emborg var tíð til at byggja
nakað upp, og tað vóru
spennandi
avbjóðingar.
Men nú tá ið eg havi verið
venjari síðani 1991, haldi
eg, at eg havi latið mítt, sig-
ur Allan Simonsen við
Tipsblaðið.
Hann er nú fluttur til
spanska býin Stiges at
búgva. Býurin liggur 150
metrar frá Miðalhavinum
og einar 25 kilometrar frá
gamla heimavøllinum hjá
Allani
Simonsen
í
Barcelona.
Skálagentur vunnu greipuna
Í aftara raði frá vinstru standa: Andrass Danielsen, venjari, Birita Poulsen, Mirjam Debora
Frederiksberg, Martha Frederiksberg, Mirjam Johansen , Herta Kass.
Í fremra raði frá vinstru eru tað: Kirstinbjørg Frederiksberg, Bára Berthelsen, Fríðrún Danielsen
og Oddrún Danielsen
Allan Simonsen
gevst sum venjari
– Mær hevur dámt væl arbeiðini, sum eg havi havt. Bæði í
Føroyum og í Luksemborg var tíð til at byggja nakað upp, og tað
vóru spennandi avbjóðingar. Men nú tá ið eg havi verið venjari
síðani 1991, haldi eg, at eg havi latið mítt, sigur Allan Simonsen