Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 184 - 28. september 2005 Undirhaldsvirðið var høgt, tá ið NSÍ og Skála løgdu nógv fyri í álopspartinum, og tað gjørdist ikki minni av, at verju- parturin ikki varð tikin í eins stórum álvara NSÍ-SKÁLA Jóannes Hansen Vindurin var tráður, og tað var kalt, sum seinna um- farið leið. Men ikki ein tann einasti ein - ikki ein - av mongu áskoðarunum í Runavík mánakvøldið fór til hús, áðrenn dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Áskoðararnir vóru eygnavitnir til ferðmikla, intensiva og sera spennandi grannauppgerð, har bæði heimamenninir og gestirnir spentu álopsbogan høgt, meðan tað kanska knípti eitt sindur meiri við verju- partinum. Álopsspælararnir fingu viðhvørt í so langt tjóður, og tað takkaðu teir fleiri ferðir fyri, og orsaka av høgu leikferðini vóru allar sendingarnar ikki so neyvar, og harvið vóru fleiri bólttap og óvæntað mótálop, meðan liðið, sum helt seg hava bóltin, var á veg fram. Seks mál og tvey teirra í seinastu sekundunum ber boð um fint undirhald, og soleiðis var tað. NSÍ hevði fríska lotið ímóti í 1. hálvleiki, men teir vóru fyrstu løtuna av- gjørdir, og tað vóru eisini teir, sum fingu fyrsta mál- ið. Skála kom kortini skjótt fyri seg aftur, og tá ið Jón- hard Frederiksberg, sum NSÍ miðverjan hevði stórar trupulleikar av at fáa bil- bukt við, hevði skorað tvær ferðir, vóru tað gestirnir, sum síðsta partin av fyrra umfarinum vóru leikliga og sinniliga omaná. Hvussu tað hevði havt tørnað út, um teir í síðstu sekundunum høvdu havt fingið brotssparkið, sum øll uttan dómarin og linjuverj- in sóu, fer altíð at standa sum ósvaraður spurningur. NSÍ misti á veg í álop, Nenad spældi upp á tvørs til Boga Gregersen. Bólt- urin lá í so aftarlaga, men álopsspælarin megnaði at skava bóltin til sín, og so var leiðin opin í brotsteigin. Viggo Johannesen tveitti seg fyri at takla, men hann var ov seinur, og í staðin fyri at fáa fatur á bóltinum, so smekkaði hann beinini undan Boga. Kanska var sýnið hjá dómaranum í júst hesi løtuni sperrað av einum spælara. Dómarin var skjótur at hyggja upp á linjuverjan, sum hevði frítt útsýni, men hann lætst sum einki, og harvið kann ikki annað enn staðfestast, at hann hevði ikki sæð tað, sum øll onnur høvdu sæð. Lítla løtu seinni bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki, og so fekk frustreraði Bogi Gregersen gult kort fyri at siga sína hjartans meining! NSÍ trýst og svarið Eftir steðgin hevði NSÍ fríska lotið undan. Heima- menninir fingu betri tak á, og trýstið á Skála málið var ógvuliga stórt í fitta løtu. Sera væl upplagdi Christ- ian Høgni Jacobsen og Helgi L. Petersen arbeiddu nógv í NSÍ álopinum, lang- skotsroyndirnar móti mál- inum hjá Skála vóru fleiri, men oftast óneyvar, og tá ið tað viðhørt eydnaðist at sleppa ígjøgnum í borð- unum og leggja innfyri, høvdu teir ikki hepni við royndunum, um tær so vóru við høvdum ella beinum. Málverjin tóktist annars ikki serliga sannførandi, og ikki minst í sambandi við málsparksroyndir kendist ótryggleikin stórur. NSÍ hevði fleiri vanda- miklar deyðbóltsstøður. Serliga tá ið horna úr høgru vóru send í væl mannaða brotsteigin, kendist tað fleiri ferðir rættuliga vandamikið, og tað var eftir slíka støðu, at NSÍ javnaði. Skálamenn vóru kroystir langt aftur á vøllin, men trýstið linkaði, og teir fót- aðu sær, tá ið Bárður Danielsen var komin á miðvøllin í høgru. So við og við myndaðu skálamenn aftur álop, og fleiri ferðir var vongverjin í høgru, Pætur Dam Jacobsen, sum hesa ferð taldist millum teir mest eyðsýndu, við í upp- spælinum, eftir at hann hevði vunnið nærdystir. Tá ið Skála fór í álop kendist tað serliga vanda- mikið. Jónhard Frederiks- berg, sum var betri upp- lagdur, enn hann leingi hevur verið tað, Bogi Greg- ersen og Hanus Thorleifs- son settu ikki so ógvuliga sannførandi heimaverjuna undir press, og tá ið tað bara restaði ein lítil løta av vanligu leiktíðini, var heimaverjan ógvuliga pass- iv, tá ið Jónhard Frederiks- berg fyri triðju ferð skor- aði. Skála fagnaðurin var øgi- ligur, og kanska var hann so mikið stórur, at skálamenn ikki hugsaðu um at taka verjupartin í nóg stórum álvara. Nøkur sekund und- an at vandaliga leiktíðin var farin, fekk Christian Høgni Jacobsen, sum var púra blankur, tíð at temja inn- legg og til gaman fyri heimafólkið at senda bóltin upp í nettakið. Um hetta mundið var tað eisini, at NSÍ vildi hava brotsspark, tí innskifti Sjúrður Jacob- sen skuldi hava verið feldur í vinstru, men heldur ikki hesa ferð lætst dómarin um vón. Trygvi Mortensen segði seg vera væl nøgdan við hugburð- in, men hann helt tó, at sammett við spæl- býtið høvdu hansara ikki fingið nóg mikið burturúr í álopinum, og at Skála hevði fing- ið ov nógv burturúr NSÍ Jóannes Hansen Tað eru níggju stig eftir at spæla um, og javn- leikurin mánakvøldið ber við sær, at NSÍ framvegis er fimm stig frá odda- sessinum. - Møguleikin at vinna heilt fram á toppin mink- aði er ikki so stórur nú, sum hann hevði havt ver- ið, um hann hevðí havt verið, um vit høvdu havt fingið fult í kvøld. Men vit fara at spæla fyri tí, sum vit kunnu røkka, og vit vóna framvegis, at tað skal bera til at enda á heiðursmerkjaplássi. Men so fer neyvan at bera til at missa meiri, sigur NSÍ venjarin. Hvussu ert tú nøgdur við avrikið móti Skála? - Okkara spælarar vístu góðan hugburð, og teir arbeiddu sera væl fyri søkini. Stórar partar av 2. hálvleiki megna vit at kroysta teir langt aftur, men vit fáa ov lítið burtur úr yvirtakinum, og so er tað harmuligt, at tað enn eina ferð fara trý mál ígjøgnum hjá okkum á heimavølli. Tað boðar frá, at vit hava trupulleik- ar í verjupartinum, stað- festir Trygvi Mortensen, sum heldur, at hansara vóru snýttir fyri brots- spark: - Sjúrður Jacobsen, sum var settur á mið- vøllin fyri at halda upp á bóltin og hótta við lang- skotum, var heilt klárt feldur innanfyri brots- teigarmarkið í vinstru. Dómarin var á staðnum, men hann tagdi. Skála menn iðraðu seg um, at teir mistu, tá ið teir endiliga vóru á sigurskós, og teir staðfesta, at síðstu vikuna hava dómaramistøk í avgerandi løtum kosta nógv SKÁLA Jóannes Hansen Eftir at teir fitta løtu í 2. hálvleiki høvdu verið kroystir lá Skála í hálvan annan minutt fram móti dystarenda á sigurskós. Men teir vóru ikki nóg ansnir í verjupartinum, og so mistu teir tvey stig á stokkinum. - Onkrar avtalur í sam- bandi við deyðbóltsstøð- ur kiksa, og tað er spell. Serliga tá ið tað er so lítil tíð eftir, og vit eru á odda, halda teir. Skála venjarin, Johan Nielsen, heldur, at talan var um gott undirhald: - Vit vóru vitni til ferð- mikla uppgerð. Har vóru nógvir málmøguleikar, og áskoðararnir sóu seks mál. Tað borgar fyri und- irhaldi. Tá ið Skála venjarin verður spurdur, hvussu hann er nøgdur við av- rikið, rósar hann sínum monnum. - Teir arbeiddu nógv og hart, og teir megnaðu at skjóta trý mál á útivølli. Tað var flott. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at fleiri teirra hava skaðar at dragast við, sum heilt víst plága teir. Og brotssparkið hjá Boga? - Tað er spell, men vit mugu bara staðfesta, at í avgerandi støðum stutt undan dystarenda hava marginalirnir ikki verið við okkum seinastu vik- una. Móti HB fingu vit mál ímóti okkum, tí dómarin ikki kann hava sæð frísparkið móti Mil- an Curcic, og í kvøld fingu vit ikki brotsspark- ið, sum hevði havt givið okkum góðan møguleika at økt um leiðsluna til 3- 1. Men tað mugu vit eis- ini taka við og so fokus- era upp á næstu uppgáv- una, sum verður ivaleysa stór, staðfestir royndi Skála venjarin. NSÍ kendi ikki sína vitjunartíð Hava ikki marginalirnar við sær NSÍ-SKÁLA 3-3 (1-2): Álop fyri allar pengarnar Eftir steðgin vórðu skálamenn kroystir langt aftur á vøllin, men kortini var tað um reppið, at teir vissaðu sær øll stigini Mynd: Álvur Haraldsen