Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 185 - 29. september 2005 Árliga heysttingið hjá Oljutinginum verður 5. oktober kl. 19.00 á Sjómansskúlanum í Havn. Evnini, sum verða viðgjørd eru: Loysn á basalt- knútinum? og fyribils úrslit frá Sindri Nevndin í Oljutinginum sigur í skrivi, at ein av størstu avbjóðingunum oljufeløgini eru komin fram á í Føroyum, er hvussu ein kann síggja ígjøgnum basalt fláirnar, sum fevna um ein stóran part av føroyska landgrunninum. Eisini er tað tungt at bora ígjøgnum basalt, tí tað er so hart. Hesar báðar avbjóðing- arnar hava frá skriving í bløðunum fingið navnið: basaltknúturin. Lars Beksgaard, formað- ur í Sindri fer at greiða frá arbeiðnum, ið Sindri hevur staðið fyri, fyri at loysa basaltknútin. Eisini fer hann at tosa um framtíðar- ætlanir hjá Sindri. Lars Beksgaard hevur í nógv ár verið økisleiðari hjá danska oljufelagnum DONG við ábyrgd fyri oljuleiting í føroyska, grønlendska, norska og bretska økinum. Hann hevur eisini umboðað DONG í felagskapinum Føroya Oljuídnaðarbólkur (FOÍB) í fleiri ár. Tey, ið vilja vera við til Oljutingið skulu boða boða Vinnuhúsinum frá luttøku á telefon 309900 ella umvegis teldupost: industry@industry.fo Í dag, hósdagin, klokkan 17 handar Tórshavnar komm- una Mentanarvirðis- lønir M. A. Jacobsens og Barnabóka- heiðurslønir Tórshavnar býráðs í Müllers Pakkhúsi VIRÐISLØNIR 1958 var fyrsta árið, virðis- lønin varð latin, og heitið tá var Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens. Ein ella tvær virðislønir kundu verða latnar. Í 1972 varð Reglugerðin fyri Bók- mentavirðisløn M. A. Jacobsens broytt, soleiðis at onnur virðislønin skuldi vera fyri fagurbókmentir og onnur fyri yrkisbókmentir. Í 1985 varð reglugerðin aftur broytt. Nú bar til at lata tríggjar virðislønir fyri ávíkavist fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentan- aravrik. Nevndin fekk heimild til okkurt árið ikki at lata onkra av virðisløn- unum. Tórshavnar kommuna samtykti smávegis broyt- ingar í 1996, m. a. er heitið nú Reglugerð fyri Mentan- arvirðislønir M. A. Jacobs- ens. Í nevndini fyri Mentanar- virðislønir M. A. Jacobsens eru fimm limir. Teir verða valdir fjórða hvørt ár, tá ið nýtt býráð er valt og skipað. Kommunan velur tríggjar limir, Fróðskaparsetrið ein og Rithøvundafelagið ein. Í januar 2005 var ein nýggj nevnd sett. Tórshavn- ar kommuna valdi nýggjan lim, Rigmor Dam fyri Egon Hansen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen eru aftur- valdir. Fyri Fróðskaparsetrið er Turið Sigurðardóttir aftur- vald, og fyri Rithøvundafel- agið er Gunnar Hoydal afturvaldur. Eingin formaður er í nevndini. Fastur skrivari er býarbókavørðurin, Anna Brimnes. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1976. Í nevndini fyri henni eru fimm limir. Nevndin verður vald av nýggjum eftir hvørt býráðsval. Fastur limur er barna- bókavørðurin á Býarbóka- savninum í Tórshavn, Mal- an Hilmarsdóttir, skrivari, ein limur valdur fyri skúla- bókavørðarnar í Tórshavnar kommunu, Hansina Huus- gaard, tveir limir, valdir av Tórshavnar kommunu, Poulina Slættanes og Ann Elisabeth Joensen. Formaðurin í mentamála- nevnd Tórshavnar komm- unu er fastur formaður í nevndini. Í hesum skeiðn- um er tað Hildur Eyðuns- dóttir. Oljutingið bjóðar til heystting Virðislønir handaðar í dag Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga, í ár verða tvær latnar.