hósdagur 29. september 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 29. september 2005
3
Hóast tað nú eru
nærum tríggir
mánaðar, síðani at
nýggi útferðarbáturin
hjá Palla Lamhauge í
Vestmanna, Silja Star,
rendi á og fekk stóran
skaða, eru
umvælingarnar
framvegis ikki lidnar
FERÐAVINNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Palli Lamhauge sigur, at
báturin, sum er til umvæl-
ingar í Noregi, herfyri var
ein túr og royndi nakrar
skrúvur, men tær blivu ikki
mettar at verða nøktandi.
Kappingin er hørð
Tískil skal Silja Star hava
nýggjar skrúvur, men nær
arbeiðið upp á bátin er
endaliga liðugt, dugir Palli
Lamhauge ikki at siga.
– Tað gongur ivaleyst ein
tíð, og tað er ilt at siga, nær
Silja Star verður klár, sigur
ferðavinnuveteranurin.
Palli Lamhauge sigur, at
missurin av Silju Star hevur
verið ein dyggur smeitur, tí
kappingin um ferðafólkini
er sera hørð í Vestmanna.
Harafturat hendi óhappið
fyrst í juli mánað, og tað er
júst um hetta mundi, at
ferðafólk av álvara leita sær
til landi, og tí kundi tað ikki
verið verri.
– Fyri at gera ilt verri, so
hevur veðrið í summar eis-
ini verið serstakliga vána-
ligt. Eg haldi ikki, at eg
minnist eitt summar, har
tað hevur viðrað so illa,
sigur Palli Lamhauge.
Tá ið vit tosaðu við Palla
fyrrapartin
mikudagin,
greiddi hann frá, at hann
skuldi ein túr seinni á degn-
um, men at farandi ikki var
undir bjørgini.
– Tá ið so er, at veðrið
ikki er til at fara undir
bjørgini, so boða vit fólki
frá beinanvegin og geva
teimum reellar upplýsingar.
Í hesum førinum er talan
um ein skúlaflokk, og vit
fara ein túr út í sundið, har
tað viðrar væl. Vit sigla til
Slættanesar, og eg havi eis-
ini nakrar tráður í bátinum,
so tey kunnu sleppa at
royna seg, sigur Palli Lam-
hauge.
Miseydnað Travel
Mart
Herfyri var Palli Lamhauge
saman við øðrum føroysk-
um ferðavinnufólki á árligu
Vest Norden Travel Mart
ráðstevna, har keyparar úr
øllum heiminum koma at
vita, hvat ferðavinnan í
Føroyum, Íslandi og Grøn-
landi hevur at bjóða.
Vanliga
hevur
ferða-
vinnustevnan verða hildin í
hesum trimum londunum,
men í ár var hon á den
nordatlantiske brygge í
Keypmannahavn.
Palli Lamhauge heldur, at
ferðavinnustevnan í ár var
ógvuliga vánalig, og tað er
fyrst og fremst tí, at hon var
so illa fyriskipað, og tí kom
lítið burtur úr í ár.
Silja Star framvegis til umvælingar
Hóast tað eru nærum tríggir mánaðar, síðani Silja Star rendi á
og fekk stóran skaða, er ferðamannabáturin framvegis ikki
liðugt umvældur.