Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Kann kapping tryggja okkum bílig- ari streym, er tað í fínasta lagi, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðs- nevndini hjá SEV SEV OG KAPPING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Kann kapping føra til at at streymurin verður bílig- ari, kann SEV ómøguligt hava nakað ímóti tí. Hans Tausen Olsen er formaður í umboðsnevnd- ini hjá SEV, sum er hægsta vald í elfelagnum. Og hann heldur avgjørt, at SEV eigur at verða opið fyri teimum kanningum, sum ætlanin nú er at seta í verk fyri at vita um tað ber til at skapa kapping um streymveitingina. Í Útvarpinum mánadagin hoyrdu vit landsstýris- mannin í orkumálum siga, at ein hornasteinur í kom- andi orkupolitikkinum hjá landsstýrinum verður at streymurin skal verða bílig- ari og tað skal kapping á økinum syrgja fyri. Ì hesum sambandi hevur SEV altíð sagt, at el-kervið hjá SEV tolir ikki at fleiri veitarar koma á netið. Men nú ætlar landsstýrið at fáa granskingarstøðina í Risø at kanna hetta páhald- ið til fulnar. Hetta heldur formaðurin í umboðsnevndini er í fínasta lagi. – Higartil havi eg bert hoyrt málið lýst frá einari síðu og tað er frá SEV, sum sigur, at el-kervið hjá SEV tolir ikki, at fleiri veitarar koma á netið. Hans Tausen Olsen held- ur tí, at tað er í fínasta lagi, at serfrøði á økinum ger eina óhefta kanning av mál- inum. – SEV hevur bæði tekn- isk og politisk umboð í teimum nevndum, sum ar- beiða við yvirskipaða orku- politikkinum og eini elveit- ingarlóg. Sostatt koma eis- ini sjónarmiðini hjá SEV fram í hesum sambandi og tað kunnu vit bara fegnast um. Formaðurin í umboðs- nevndini sigur, at við eini slíkari kanning fáa vit tað endaliga staðfest, hvat ber til á hesum øki og ikki. – Tað haldi eg avgjørt er í fínast lagi og tí eigur SEV at vera opið fyri eini kann- ing fyri at sleppa undan hesum evindaliga stríðnum, sum nú hevur verið í fleiri ár um, hvat ber til og hvat ikki ber til. Lat okkum síggja úrslitið av eini slíkari kanning og so kunnu vit arbeiða víðari útfrá tí. Eiga at vera opin Hans Tausen Olsen vísir á, at SEV hevur sjálvt gjørt kanningar sum vísa, at tað er ógvuliga avmarkað, hvat el-kervið hjá SEV tolir av øðrum veitarum afturat. – Men prógva nýggjar kanningar tað øvugta, eigur SEV avgjørt at vera opið fyri tí og tað eigur SEV ikki at mótmæla. Hetta er tvørturímóti ein spurningar, vit altíð eiga at viðgera. Hans Tausen Olsen sigur, at tá ið sjálvur landsstýris- maðurin metir, at kanning fer at tryggja okkum bílig- ari streym, eigur tað at vera serliga spennandi hjá SEV at vera við í einum slíkum arbeiði. – Øll vilja hava bíligari streym, serliga brúkarin, og letur tað seg gera, kann ongin mótarbeiða tí, heldur ikki SEV, hóast fleiri veit- arar verða á økinum og so- statt eisini kapping. – Tað er altíð skeivt at forða fyri tiltøkum, sum kunnu føra til, at streym- urin verður bíligari og kann tað prógvast, at kapping er betri fyri brúkaran, er tað bara ein veldugur fyrimun- ur, sigur Hans Tausen Olsen. Eiga at stremba fram ímóti reinari orku Annars vísir formaðurin í umboðsnevndini á, at í løtuni henda stór framastig í royndunum at finna aðrar orkukeldur enn orku og í royndunum gera alterna- tivar orkukeldur meiri áitandi. – Vatni, vindi og aldu hava vit nógv mikið av og í hesum døgum henda stór frambrot í royndunum at fáa álítandi orkukeldur burturúr teimum. Sjálvur ivast Hans Taus- en Olsen ikki í, at um eini 15-20 ár eru eini 70% av okkara orkukeldum rein orka og tað eigur eisini at vera eitt mál, sum SEV eigur at stremba fram ímóti. Samstundis fegnast hann um, at gongd nú verður sett á vatnorkuútbyggingina á Eiði, sum umboðsnevndin einmælt hevur samtykt at fara undir. 4 Nr. 185 - 29. september 2005 Vágs kommuna heldur tørn Í Vági er býráðið farið undir arbeiðið at leggja fíggjarætlanina fyri kom- andi ár. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sigur, at í tí arbeiðnum verður gingið útfrá, at skattaprosentið skal vera óbroytt, 22,5%. Samstundis verður barna- frádrátturin óbroyttur, 2500 krónur fyri hvørt barnið. Eitt sum tó kann broyta hetta, er, at nú kommunurnar skulu yvir- taka barnaverndarøkið, ætlar landið at lækka landsskattin fyri at komm- unurnar kunnu hækka kommunuskattin til at fíggja barnaverndarøki. Annars sigur borgar- stjórin, at inntøkumeting- arnar fyri í ár koma ikki at halda. Tá ið fíggjarætlanin varð løgd í fjør varð mett, at inntøkan í skatti í ár fór at vera 32,3 milliónir, men inntøkan verður neyvan meiri enn 30 milliónir, heldur gongdin fram sum nú. Næsta ár ætlar býráðið at fara varisliga fram og tí verður ikki roknað við hægri inntøkum næsta ár. -áki- Vágs Kommuna skrivar søgu Býráðið í Vági hevur sam- tykt at halda fram við søguskrivingini. Higartil eru tvær bøkur givnar út, sum Poul Andreasen hevur skrivað um søguna hjá Vágs Kommunu. Men nú hevur Vágs Bý- ráð samtykt at fáa hann at skrivað eina bók afturat, sum skal taka okkum heilt inn í nútíðina. Tað fer at taka eini trý ella fýra ár at skriva bók- ina og at fáa hana út, so bókin er ikki væntandi, fyrrenn í 2007 ella 2008. -áki- Samtykkja at end- urstovna felags- kommununa í Suðuroy Vágs Býráð hevur nú sam- tykt at taka undir við, at felagskommunan í Suð- uroy verður endurskipað. Fyri nøkrum árum síð- ani høvdu kommunurnar í Suðuroy eina felags- kommunala nevnd, har borgarstjórarnir høvdu sætið og hittust við jøvn- um millumbilum at tosa um mál av felags áhuga. Men tað arbeiðið datt skjótt niðurfyri, men nú verður so aftur ein roynd gjørd at endurskipa fe- lagskommuna og tað sam- tykti Vágs Býráð á fundi í farnu viku at taka undir við, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri. -áki- Eva Maria var yngri Í sambandi við heilsurenn- ingina í Suðuroy leygar- dagin,varð nógv gjørt burturúr, hvussu fjøl- broyttur luttakaraskarðin var. Har varð nevnt, at yngsti luttakarin var seks mánaðir. Men nú havavit fingið at vita, at tað var ikki heilt rætt tí ein lítil didda úr Vági, sum eitur Eva Maria, var eisini við og hon er bara tveir mán- aðir. -áki- Oddamaður í SEV: Førir kapping til bíligari streym er tað í fínasta lagi – Alt, sum kann fáa prísin á streymi at lækka, er hjartaliga vælkomið, eisini kapping á økinum, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini hjá SEV