Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 29. september 2005 5 Hugna- løta fyri kvinnur 18. oktober skipar sjálvhjálparbólkurin Undirlívskrabbi fyri hugnaløtu fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undir- lívinum UNDIRLÍVSKRABBI Endamálið við hugnaløt- uni er, at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálv- hjálp. Sjálvhjálparbólkur- in skipar fyri eini hugna- løtu umleið sættu hvørja viku. Bólkurin hevur til enda- máls: 1. at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp. 2. at vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis myndugleikum og heilsuverki. 3. at savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbamein í undirlívi. 4. at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undir- lívi. Hugnaløtan verður í hølunum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn týskvøldið 18. oktober 2005 kl. 19. Um tygum ynskja at taka lut boða frá á telefon 317959/ 217959 ella við telduposti: ffk@krabba- mein.fo. Fráboðan í seinasta lagi týsdagin 18. oktober kl. 15. Hugnaløtan er ókeypis. Fyrispurningar kunnu stílast til Mariu Debess, ráðgevandi sjúkrarøktar- f r ø ð i n g u r : maria@krabbamein.fo ave Eldsbruni: Mannskapsbilur startaði ikki Tá Klaksvíkar Sløkki- lið skuldi út til ein eldsbruna sunnu- kvøldið, startaði ein av bilunum ikki. - Hevði talan verið um ein av sløkkiliðsbil- unum, hevði tað verið ein vanlukka, men bilurin var ein mann- skapsbilur, sum sjáld- an verður brúktur, sigur Kári Kjelnæs, sløkkiliðsleiðari ELDSTILBURÐUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sunnukvøldið beint eftir náttura fekk Klaksvíkar Sløkkilið fráboðan um eldsbruna á maskinverk- staðnum Skarðhamar á Oyravegnum uttanfyri Klaksvík. Sløkkiliðsbilar vóru á staðnum alt fyri eitt, og lítil og ongin skaði stóðst av eldstilburðinum. Skjótt frættist tó, at ein av bilunum hjá sløkkiliðnum ikki startaði hetta kvøldið. Kári Kjelnæs, sløkkiliðs- leiðari, sigur, at talan var um ein sokallaðan mann- skapsbil, sum verður sera lítið brúktur. Ongin sløkki- útgerð er í bilinum, men brúk bleiv fyri honum sunnukvøldið, tá tveir sløkkiliðsmenn skuldu koyra á staðið, har eldur var í. Menninir koyrdu tí í egn- um bili á staðið. Tilburðurin við mann- skapsbilinum darvaði tó ikki sløkkiliðnum í at koma fram hetta kvøldið. Sam- bært sløkkiliðsleiðaranum vóru tríggir sløkkiliðsbilar við 14 monnum á staðnum bert fáar minuttir eftir at fráboðanin var komin. - Tá vit fóru at kanna eft- ir, vísti tað seg, at lykilin í mannskapsbilinum var ikki snaraður heilt fyri, og tí var ongin streymur, tá sløkki- liðsmenninir skuldu starta hann. Sjálvandi eigur slíkt ikki at koma fyri, men tí- betur seinkaði tað ikki ar- beiðnum. Hevði talan verið um ein av sløkkiliðsbilun- um við útgerð, hevði tað verið ein vanlukka, sigur Kári. Sløkkiliðsleiðarin leggur dent á, at eftirlitið við at sløkkliðsbilarnir virka, sum teir skula, er sera gott. Allir sløkkiliðsmenninir hava lykil til støðina og bilarnar og skiftast um at syrgja fyri, at allir bilarnir verða startaðir og koyra ein túr við jøvnum millumbilum. - Óhepni tilburðurin við mannskapsbilinum darvaði ikki arbeiðinum hjá Klaksvíkar Sløkkiliði sunnukvøldi, sigur Kári Kjelnæs, sløkkiliðsleiðari Klaksvíkingar hava tikið sera væl ímóti nýggja filmsleigu- handlinum Holly- wood, sum lat upp í farnu viku. Kapping- ina frá alnetinum síggja eigarnir ikki sum nakra veruliga hóttan. Góðskan á leigufilmum er nevni- liga munandi betri á leigufilmum enn teimum av netinum FILMLEIGAN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ongin ivi er um, at stórur saknur hevur verið í einum filmsleiguhandli í Klaksvík, síðani tann einasti í býnum av hesum slag lat aftur her- fyri. Ungu brøðurnir Bárur og Kristian Andreasen lógu tí heldur ikki sjóvarfallið av sær. Tað var ikki langt frá hugskoti til veruleika, og í farnu viku lótu teir nýggja filmsleiguhandilin Holly- wood upp í snotuligum høl- um á Klaksvíksvegi. 500 tittlar Onki bendir á, at parabol, alnet og biografur hava nøktað tørvin hjá Klaksvík- ingum at síggja góðar film- ar. Ì øllum førum gongur ein støðugur streymur av viðskiftafólki um hurðina hesa løtuna, vit vitja inni í Hollywood í Klaksvík. - Ein stórur partur av okkara viðskiftafólkum eru ung pør ella bólkar av ung- dómi. Tað tykist sum, at hetta at leiga sær ein film ofta er ein partur av einum hugnakvøldi, har fleiri eru saman, sigur Bárur Andreasen. Til eitt hugnakvøld hoyrir sum vera man okkurt gott afturvið, og handilin hevur tí eisini eitt ávíst úrval av góðgæti, chips og sodavatni. Tað fyrsta, tú leggur merki til, tá tú kemur inn í Hollywood er tað góða plássi allastaðni. Her kunnu viðskiftafólk í frið og náð- um standa og hyggja at filmshúsunum uttan at órógva hvønnannan. À veggunum standa langar røðir av leigufilmum um- framt keypifilmar og fløg- ur. Bárur greiðir frá, at teir miða ímóti at hava eitt støðugt savn av leigufilm- um við á leið 500 tittlum. So hvørt sum nýggir filmar koma afturat, verða aðrir tiknir frá, so savnið allatíð- ina er dagført við einum breiðum úrvali og teimum nýggjastu filmunum, sum koma á marknaðin. Høg góðska Hóast tað er vorðið alsamt meir vanligt at taka niður filmar av alnetinum, er Bárur ikki bangin fyri at taka kappingina upp. - Sjálvandi hava vit eina ávísa kapping frá alnetin- um, men eg síggi hana ikki sum eina veruliga hóttan. Serliga tí góðskan á einum leigufilmi er so nógv betri enn á teimum, fólk sjálvi taka niður av netinum. Tað eru jú heldur ikki øll, sum yvirhøvur tíma at sita og fáast við tað, sigur Bárur. Hann leggur afturat, marknaðurin í Norðoyggj- um er rættiliga stórur, og sum er, er Hollywood ein- asti handil í Klaksvík, sum fyrst og fremst bjóðar film- ar til leigu. Ein av treytunum fyri at reka ein slíkan handil er, at tú allatíðina fylgir væl við í tí, sum hendir á films- marknaðinum. Av teimum 45 filmunum, sum koma á marknaðin um mánaðin, miða Bárur og Kristian imóti at keypa 35. Sum er, fær Hollywood átta nýggjar filmar hvønn hósdag. - Vit leggja okkum ikki bara eftir at hava teir stóru filmarnar, men royna held- ur at hava eitt so fjølbroytt úrval sum møguligt. Um fólk ikki finna tað, tey leita eftir, eru vit altíð fúsir at skaffa filmarnar. Og tað ber í allarflestu førum til, sigur Bárur Andreasen. Hollywood komið til Klaksvíkar Plássið í Hollywodd er sera gott, so viðskiftafólkini kunnu standa í frið og náðum og velja sær filmar uttan at órógva hvønnannan Bárur Andreasen, sum rekur nýggja filmsleiguhandilin Hollywood í Klaksvík, miðar ímóti at hava eitt støðugt savn av umleið 500 leigufilmum