hósdagur 29. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 185 - 29. september 2005
Í sambandi við pisu-
veitsluna hjá Føroy-
ingafelagnum í Århus
spæla Finnur Jensen
og Høgni Reistrup í
Áarstovu
PISUVEITSLA
Leygarkvøldið
verður
árliga pisuveitslan hjá
Føroyingafelagnum í År-
hus. Tað ljóðar óivað sum
ein púra vanlig veitsla,
har nakrir útisetar koma
saman. Men Pisuveitslan
í Århus hevur nú nógv ár
á baki, og tað er mest av
øllum fyri at varðveita
tær, at navnið eisini
framvegis er pisuveitsla.
Tí veitslan er fyri øll
áhugað - eisini fleiri árs
gamlar pisur á Århus
leiðini, sigur Føroyinga-
felagið í Århus í tíðinda-
skrivi.
Tiltakið verður fyri-
skipað við borðhaldi, og
tiltakið plagar at vera
sera væl vitjað
Finnur og Høgni
Tónleikur fer eisini at
seta sín serliga dám á
tiltakið í Århus leygar-
kvøldið. Forsangararnir
úr Lawetz og Páll Finnur
Páll hava stungið høvdini
saman, nú teir báðir eru
lesandi í Århus. Teir báð-
ir, Finnur Jensen og
Høgni Reistrup, hava
ikki spælt saman áður,
men havi nú funnið sam-
an tónlistarliga í Århus.
Teirra
tónleikastílur
minnir ikki sørt um
hvønn annan, og tað tók
heldur ikki drúgva tíð,
áðrenn teir sungu sama
lag.
Høgni Reistrup telist
millum mest evnaríku
føroysku tónleikararnar.
Hann gjørdi fyrst vart við
seg í klassiskum høpi við
Føroya symfoniorkestur.
Hann slegði av álvara sítt
navn fast við bólkinum
Lawetz, sum brakaði víð-
ari í Prix Føroyar kapp-
ingini við teirra eyð-
kenda tónleiki.
Finnur Jensen er kend-
ur sum forsangari í Páll
Finnur Páll, og hann hev-
ur eisini roynt seg sum
einstaklingur. Hansara
eyðkendu tekstir eru ikki
fyri veikar sálir, og tað
verður sjálvandi eisini
okkurt frekt lag at hoyra í
Áarstovu.
Fleiri upplýsingar á
www.aarstova.dk
Váttan er nú komin
um, at Føroyar kunnu
útflyta seyðaskinn til
ES. Spurningurin
varð reistur á fundi
mánadagin millum
Føroyar og ES, og
týsdagin váttaðu ES-
myndugleikar, at
hetta letur seg gera,
um føroyingar fylgja
ávísum fyriskriftum
SEYÐASKINN
Føroyar kunnu nú aftur
útflyta seyðaskinn til ES-
marknaðin.
Týsdagin
seinnapartin kom váttan úr
ES um hetta, og sostatt
skuldi einki verið til hind-
urs fyri, at føroyingar út-
flyta seyðaskinn longu í ár,
um tey finna keyparar til
skinnini.
Tað eru ávísar fyriskrift-
ir, sum mugu fylgjast. Eitt
nú skulu 21 dagar ganga,
áðrenn móttakarin kann
taka ímóti seyðaskinninum
frá tí at seyðurin er flettur.
Skinnini skulu eisini hava
ligið fyri seg hesa tíðina og
váttan frá djóralækna skal
fyriliggja um hetta.
Málið var reist á fundi
mánadagin 26. september
millum Føroyar og eina ES-
nevnd í aðalráðnum fyri
heilsu- og brúkaramál.
Fyri
Føroyar
luttóku
Hákun J. Djurhuus og
Sonja
J.
Jógvansdóttir
vegna Sendistovu Føroya í
Evropasamveldinum
og
Bjørn Harlou, landsdjóra-
lækni.
Hákun J. Djurhuus og
Bjørn Harlou greiddu frá
støðuni viðvíkjandi seyða-
skinnum.
Eitt ES-umboð lovaði at
kanna málið sum skjótast
og vendi aftur seinnapartin
týsdagin við váttandi svari
og treytunum fyri innflutn-
ingi.
Treytir
Treytirnar fyri at útflyta
seyðaskinn til Evropiska
marknaðin eru, at ein djóra-
lækni skal vátta, at seyða-
skinnini ikki eru av seyði,
sum hevði sjúkueyðkenni,
sum kann smitta menniskju
ella djór, ella at skinnini
eru av seyði, sum er slátr-
aður fyri at burturbeina
sjúku, sum kann smitta
menniskju ella djór.
Somuleiðis eru ásetingar
um, hvussu skinnini antin
skulu vera turkað ella
saltað. Tað ber sostatt ikki
til at útfylta fersk seyða-
skinn til ES-marknaðin.
Seyðaskinnini
skulu
heldur ikki hava verið í
samband við aðra djóra-
framleiðslu ella livandi
djór, sum eru í vanda fyri at
hava smittuberandi sjúku.
Til ber at síggja yvirlit
yvir treytirnar í ES lóg-
gávuni: Regulation (EC)
n°1774/2002 of the Euro-
pean Parliament and of the
Council of 3 October 2002,
sum seinast er dagførd í
2005.
Til ber at lesa meir um
hetta á hesi slóðini:
http://europa.eu.int/eur-
lex/lex/LexUriServ/site/en/
consleg/2002/R/02002R17
74-20050315-en.pdf
Sostatt skuldi málið um
seyðaskinnini
nú
verið
loyst, siga Sendistova Før-
oya í Evropasamveldinum
og Landsdjóralæknin í tíð-
indaskrivi.
Nú kvøldini gerast
myrk og long fer før-
oyski dansurin aftur í
sving í Skansastovu í
Havn
FØROYSKUR
DANSUR
Felagið Tøkum
Lætt
bjóðar øllum áhugaðum
at vera við til føroyskan
dans í Skansastovu í
Djóna í Geilsgøtu í
Havn.
Felagið sigur, at miðað
verður ímóti, at skráin
verður so fjøltáttð sum
møguligt við styttri vís-
um og tættum, umframt
teimum longru kvæðun-
um. Tiltakið er sostatt
bæði
fyri
roynd
og
óroynd.
Dansað
verður
nú
sunnukvøldið tann 2.
oktober, og annað hvørt
sunnukvøld frammyvir í
Skansastovu, Djóni í
Geilgøtu 1 sigur nevndin
í Tøkum Lætt.
20. oktober verður
eykaaðalfundur í Før-
oya Náttúruverndar-
felag
UMHVØRVI
Fimm limir í felagnum
høvdu skrivliga gjørt
FNÚ vart við, at teir ikki
mettu, at valið av nevnd-
ini á aðalfundinum á
Læraraskúlanum leygar-
dagin tann 16. apríl 2005
var farið fram, sum fe-
lagsins viðtøkur fyri-
skriva.
Grundað á vantandi
samskifti við nevndina
kallaðu limirnir inn til
eykaaðalfund í Norður-
landahúsinum leygardag-
in tann 24. september
2005 kl. 15.00.
Á fundinum vóru førd
fram sjónarmið um, at
aðalfundurin ikki var
farin fram sambært við-
tøkum felagsins. Eisini
vóru mannagongdinar, tá
íð limir kalla inn til
eykaaðalfund, umrøddar.
Limirnir eftirlýstu eina
størri profilering av sjón-
armiðunum hjá FNÚ, m.
a. eisini støðutakan til
ætlaðu vatnorku-útbygg-
ing Eiði 2.
Fundurin samtykti, at
lýsast skal til eyðkaaðal-
fund at verða hildin
hósdagin hin 20. oktober
2005,
sigur
Føroya
Náttúruverndarfelag,
FNÚ, í tíðindaskrivi.
Finnur og Høgni á
pistutiltaki í Århus
Føroyskur dansur í Skansastovu
FNU kalla til eykaaðalfund
Føroyar kunnu útflyta
seyðaskinn til ES
Týsdagin seinnapartin kom váttan úr ES um, at Føroyar aftur
kunnu útflyta seyðaskinn til ES. Sostatt skuldi einki verið til
hindurs fyri, at føroyingar útflyta seyðaskinn longu í ár, um
tey finna keyparar til skinnini
Fyrsta føroyska veru-
leikasjónvarpsstjørn-
an Róin Siggertson
spælir hetta viku-
skiftið í Maxim. Fyrr-
verandi Rockidols
stjørnan, spælir í
tveimum heilt ym-
iskum útgávum á
REX
KONSERT
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fríggjakvøld verður Cultu-
ral kvøld við Rowan á
REX. Aftan fyri navnið
Rowan
goymir
Róin
Siggertson seg, og fríggja-
kvøldið
fáa
føroyingar
høvið at hoyra, hvat ein av
okkara gávuríku útiseta
tónleikarum tekst við.
Áðrenn the Dreams vóru
í MTV, áðrenn Guðrun
Sólja vann Stjerne for en
Aften, áðrenn Eyð Berg-
hamar Jacobsen var í
Stjerne for en aften og
Popstars, Áðrenn Jákup
Dam var í Stjerne for en
aften, ja sjálvt áðrenn
Sissal pissaði á gólvið og
varð við barn í Big Brother,
var ein sending á TV3, ið
æt Rockidols. Har gjørdist
Róin fyrsta føroyska veru-
leikasjónvarps
stjørnan.
Við síni rokk’n’roll attitútu
og sterku útstráling, var
Róin áskoðarafavorittur til
at vinna sær plássið, sum
sangari í fyrsta danska
veruleikasjónvarpsrokkból
kinum. Men hann gjørdist
ov stuttur.
Síðan tá hevur Rowan
spælt nakrar Ólavsøkukon-
sertir, og havt framførslur á
dansistøðum og ølklubb-
um. Nú er eitt sindur frá-
liðið síðan seinast, men
fríggjakvøldið verður altso
høvi at hoyra hansara egnu
funky løg.
Róin gjørdist stjørna í
Føroyum, tá hann 16 ára
gamal
gav
sítt
fyrsta
kasettuband út. Saman við
vinmanninum
Magna
Christiansen hevði ungi
vestmenningurin
tikið
kassettubandið upp við
egnum løgum og onkrum
Beatles
lagið.
Bandið
gjørdist landaplága, og
Róin og Magni spældu
nógv til dans kring Føroyar.
Tá teir góvust við Róin
og Magna, spældi Róin
nógv til dans saman við
ymiskum tónleikarum. Eitt
nú var hann ofta at hoyra í
Maxim, ið lá í Alberts Hall.
Hetta er ikki tann síðan av
Róini, sum hevur verið
mest virkin seinastu árini,
har egin tónleikur og tón-
leikaframleiðsla hava verið
høvuðsarbeiðið hjá Róin.
Men
Leygarkvøldið
sleppa vit so at uppliva
dansisíðuna av Rowan, tá
hann fer á pallin at spæla
góðan dansitónleik til eitt
Maxim
kvøld. Tiltakið
verður tó ikki í fíggjar-
málaráðnum men í REX.
Manningin í bólkinum
bæði kvøldini er: Róin
Siggetsson (sang og ljóm-
borð), Pauli Magnussen
(Bass og kór)
Uni Debes (Gittar og
sang/kór) Brandur Jacob-
sen (Trummir)
Sí heimasíðuna
www.sassymusic.dk, har
tónleikur og sjónbandaløg
við Rowan eru at hoyra og
síggja, millum sjónbanda-
løgini eru tríggjar upptøkur
av Ólavsøkukonsertini.
Rowan á REX