hósdagur 29. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 29. september 2005
7
Zjawa-IV:
Polskur seglbátur á Havnini
Seinnapartin týsdagin
kom seglbáturin,
Zjawa-IV, sum er
heimahoyrandi í
Gdynia í Póllandi, á
Havnina. Umborð eru
13 fólk, 10 menn og
tríggjar kvinnur
SIGLING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Zjawa-IV loysti úr Gdynia i
mai og hevur siglt longu
leiðina til Kanada og síðani
um Grønland og Ísland til
Føroya.
Túrurin úr Vestmanna-
oyggjunum til Føroya tók
fýra samdøgur, og umborð
á bátinum siga tey, at veðr-
ið á leiðini heim úr Íslandi
ikki var nakað serligt.
Men hetta eru ivaleyst
sjóvand fólk, og vit skiltu,
at bert okkurt av konufólk-
unum høvdu havt sjóverk.
Tá ið vit hittu manning-
ina, sum júst hevði lagt til
bryggju, spurdu tey, um vit
vistu onkran, sum kundi
hjálpa teimum at umvæla
eitt av seglunum, sum
hevði fingið skaða á leiðini
heim úr Íslandi.
Zjawa-IV er 19 metrar
langur. Báturin er bygdur úr
timbri í Svøríki í 1949.
Aftur til Póllands
Ætlanin hjá pólsku mann-
ingini var at fara úr Før-
oyum umvegis Orkney-
oyggjarnar og Hetland til
London, men nú er so nógv
útliðið, at seglbáturin fer
beina leið til London, tá ið
viðrar.
Sum skilst, hevur mann-
ingin skift nakrar ferðir,
síðan loyst varð úr Gdynia í
mai og onkur, sum var við á
ferðini til Føroya, var kom-
in umborð í Íslandi.
Øll manningin umborð á
Zjawa-IV er úr Póllandi,
men onkur býr í London.
Úr London ber leiðin
aftur til heimlandið, har tey
væntast at verða í Gdynia
einaferð í oktober.
Veðrið á leiðini heim úr
Íslandi hevði ikki verið
nakað serligt hjá teimum 10
monnunum og trimum
kvinnunum
Mynd: Jens Kr. Vang
Fiska-
virkir
liggja
still
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ólagaliga veðrið í sein-
astuni hevur ført til, at
fleiri fiskavirki liggja still
í løtuni.
Í Miðvági hevur einki
fiskaarbeiði verið sein-
astu dagarnar, og tá ið vit
frættu í gjár, var heldur
einki
fiskaarbeiði
á
Fiskavirking
í
Vest-
manna, Runavík og á
Tvøroyri – og ivasamt
var, um nakað var virkin-
um á Toftum og í Vági
heldur.
Sum skilst, er tað ikki
fiskaloysi, sum er atvold-
in til, at gólvini eru turr,
men í fyrsta lagi ólagaliga
veðurlagið.
Haraftrat kemur, at
nógvur fiskur framvegis
fer óvirkaður av landin-
um, og her er tað serliga
bretski marknaðurin, sum
yvirbjóðar
føroysku
virkini.
Á virkinum hjá Fiska-
virking í Miðvági, har
hýsa er høvuðsrávøran,
vænta tey, at fyrsti ar-
beiðsdagurin í hesi vikuni
verður fríggjadagin.
- Vit hava keypt nakað
av hýsu í vikuni, men tal-
an er um smáar nøgdir
higartil, sigur Jason Jo-
hannesen, virkisleiðari.
Nes kommuna:
Pensjónistar hava fingið tilhald
Týsdagin varð skipað
fyri almennari mót-
tøku í eldrasambýlin-
um, Vesturskini á
Toftum í samband
við, at tilhald nú er
latið upp í niðaru
hæddini. Nógv fólk
var til móttøkuna,
sum var stak hugnalig
við røðum, sangi,
góðum smyrjibreyði
og kransakøku
TILHALD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eini 80-90 fólk møttu til al-
mennu móttøkuna í eldra-
sambýlinum Vesturskini á
Toftum týsdagin.
Skipað varð fyri móttøk-
uni í samband við, at tilhald
nú er latið upp í niðaru
hæddini í hesum góða og
snotuliga bygningi, sum
Nes kommuna eigur.
Løtan týsdagin var sera
væl eydnað, har fólk, sum
standa aftanfyri sambýlið,
tilhaldið, kvinnufelagið á
Toftum og Nes kommunu,
søgdu nøkur orð við høvið.
Prestur helt eisini eina
stuttliga og hugnaliga røðu.
Góðar sangkreftir í komm-
ununi settu eisini sín ser-
staka dám á hesa løtu og til
matna fingu tey mongu,
sum komin vóru saman til
høvið, bæði smyrjibreyð og
kransakøku.
Meginparturin av teim-
um vitjandi til móttøkuna
vóru pensjónistar og av-
varðandi hjá pensjónistum í
Nes kommunu, og haraftrat
vóru umboð fyri eitt nú tað
almenna, fíggingarstovnar,
tryggingar og kommunur.
Tofta
Kvinnufelag
við
Jansy Olsen og øðrum hev-
ur saman við bygdaráðnum
og leiðsluni fyri Vesturskini
slóðað fyri, at tilhald nú er
latið upp fyri pensjónistum.
Elin Dahl Kastalag av
Glyvrum er settur leiðari
við tilhaldið, og hon hevur
arbeitt dúgliga við at skapa
teir karmar, sum skulu
verða grundarlagið undir
tilhaldinum.
Í eldrasambýlinum Vest-
urskini fegnast tey eisini
um, at tilhald nú verður í
niðaru hæddini. Tey ivast
onga løtu í, at hetta kemur
at seta ein serstakan dám
yvir húsið, har 15 fastbúgv-
andi fólk eru – og eitt pláss
til umlætting.
Í Nes kommunu fegnast
fólk eisini um góðu um-
støðurnar hjá teimum eldru
og gomlu, og tey halda, at
eldrasambýlið Vesturskin
við teimum møguleikum,
sum húsið hevur, er eitt
óført býli og tilhald, sum
kommunan hevur skapt.
Við tilhaldinum, sum nú
er latið upp í húsinum og
verður opið frá klokkan 14
til 18 hvønn yrkadag,
kunnu allir pensjónistar í
kommmununi fáa nakað
burtur úr hesi íløgu, sum
kommunan hevur lagt í
eldrasambýlið Vesturskin.
Fólk í Nes kommunu hava víst tilhaldinum, sum nú er latið upp í eldrasambýlinum Vesturskini á Toftum, stóran áhuga
Sangur og røður settu sín
serstaka dám á hugnaligu
móttøkuna í Vesturskini
týsdagin