Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 185 - 29. september 2005 Pólskir læknar styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús Klaksvíkar Sjúkrahús hevur brynjað seg út við tveimum pólskum skurðlæknum, sum nú arbeiða fast á sjúkrahúsinum. Áður hava skiftandi avloys- arar verið skurðlækn- ar, men nú starvast Boguslaw Koszman og Cezariusz Zawal fast á sjúkrahúsinum í Norðoyggjum LÆKNAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Teir funnu til Klaksvíkar umvegis lýsingar eftir læknum í Póllandi, sum vildu koma til Danmarkar ella Føroya at arbeiða. Endin var, at teir báðir komu at royna arbeiðið í Klaksvík, og eftir at hava verið í Klaksvík eina tíð og eisini verið á málskeiði í Danmark, eru Boguslaw Koszman og Cezariusz Zawal nú komnir aftur at arbeiða fast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. – Vit hava størri sjúkra- hús í Póllandi, og áðrenn eg kom til Føroya, arbeiddi eg í einum býi við 80.000 fólkum. Hetta er ein minni býur og eitt minni sjúkra- hús, men tað er sera væl út- gjørt, og umstøðurnar eru sera góðar at arbeiða her, sigur Cezariusz Zawal. Svaraðu lýsingum Teir báðir pólsku læknarnir kendu ikki hvønn annan, áðrenn teir komu til Føroya at arbeiða. – Vit hava arbeitt í sama øki, men orsøkin til, at júst vit báðir komu til Klaks- víkar var, at vit svaraðu báðir lýsingini eftir lækn- um til Danmark og Føroya, sigur Boguslaw Koszman. Teir eru báðir útbúnir á pólskum universiteti og eru royndir skurðlæknar. Teir hava eisini nógvir royndir í at gera kikarakanningar, og so hava báðir arbeitt eitt skifti í ambulansatænastu, har teir eru farnir út til størri og smærri skaðar. Heri Ellingsgaard, sjúkra- húsleiðari, sigur, at teir báð- ir pólsku læknarnir styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús. – Læknamanningin er styrkt, og hetta gevur øktar møguleikar fyri viðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, nú Norðoyatunnilin er á veg, sigur hann. Betur útgjørt enn í Póllandi Teir báðir blíðsníðaðu læknarnir tykjast trívast væl á Klaksvíkar Sjúkra- húsi. Hvørgin teirra tosar føroyskt, men báðir hava verið á málskeiði í Dan- mark. Boguslaw roynir seg á donskum, meðan Cezar heldur seg til tað enska. – Vit fáa góða hjálp frá hinum starvsfólkunum á sjúkrahúsinum, um tað eru trupulleikar við málinum. Vit eru sera væl móttiknir og kenna okkum væl her, sigur Cezar. – Hetta er eitt væl útgjørt sjúkrahús við góðum og kvalifiseraðum starvsfólki, heldur Boguslaw. Teir halda ein steðg eina løtu, meðan teir bíðað eftir, at tað verður gjørt klárt til næstu skurðviðgerðina. – Starvið her á Klaksvík- ar Sjúkrahúsi er ein spenn- andi avbjóðing fyri okkum, tí arbeiðið er meira fjøl- broytt, enn tað var í Pól- landi, tá ið vit høvdu serlig- ar uppgávur at taka okkum av, sigur Cezar Zawal. – Í Føroyum eru umstøð- urnar á sjúkrahúsinum bet- ur. Her er øll neyðug útgerð og annars alt tað, sum vit hava brúk fyri. Vit mangla ikki heiligvág ella nakað annað. Í Póllandi kanst tú Cezar og Boguslaw gera klárt til eina minni skurðviðgerð. Teir eru báðir royndir skurðlæknar og eru eisini góðir til ymsar kikarakanningar. Teir hava eisini starvast innan ambulansa- tænastu, har teir eru farnir út til smærri og størri skaðar Mynd: Bárður Lydersen – Í Føroyum eru umstøðurnar á sjúkrahúsinum betur. Her er øll neyðug útgerð og annars alt tað, sum vit hava brúk fyri. Í Póllandi kanst tú framvegis koma út fyri, at tú ikki fært alt tað, sum tú skalt brúka, sigur teir báðir pólsku læknarnir Mynd: Bárður Lydersen