hósdagur 29. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 29. september 2005
9
Fordómar mugu
fáast av vegnum
– Vit mugu tosa sam-
an um, hvussu vit fáa
sum mest burtur úr,
og tað destruktiva
prátið um, hvat vit
nú skulu niðurleggja
á sjúkrahúsunum,
kunnu vit gloyma, tí
tað førir ikki til nak-
að, sigur hann, sigur
Jákup Petersen, leið-
andi yvirlækni á
Klaksvíkar Sjúkra-
húsi
SJÚKRAHÚS
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Við Norðoyatunlinum eru
gyltir møguleikar fyri økt-
um
samstarvi
millum
Klaksvíkar Sjúkrahús og
Landssjúkrahúsið, og hetta
samstarv
kann
hækka
støðið í heilsuverkinum.
Men tað treytar, at partar-
nir eru sinnaðir at sam-
starva og ikki arbeiða út
frá fordómum og illvilja.
Tað heldur Jákup Peter-
sen, leiðandi yvirlækni á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi,
sum eisini starvast á
Landssjúkrahúsinum.
– Vit mugu tosa saman
um, hvussu vit fáa sum
mest burtur úr, og tað
destruktiva prátið um, hvat
vit nú skulu niðurleggja á
sjúkrahúsunum, kunnu vit
gloyma, tí tað førir ikki til
nakað, sigur hann.
– Tað er umráðandi, at
tey fólkini, sum skulu tosa
um
samstarv
millum
sjúkrahúsini – og nú er tað
kanska meira aktuelt mill-
um Klaksvíkar Sjúkrahús
og Landssjúkrahúsið við
Norðoyatunlinum – eru
fordómsfrí, og at tey ganga
út frá teimum fortreytun-
um, sum politikararnir
hava givið okkum. Tey
skulu syrgja fyri at útnytta
sjúkrahúsinum optimalt og
lata verða við at koma við
ultimativum krøvum, sum
stegða øllum samrøðum.
– Nú er kjansurin at lyfta
støðið á báðum sjúkrahús-
unum upp við meira sam-
starvið, og báðir partar
kunnu fáa nógv burtur úr
einum positivum samstarvi,
heldur Jákup Petersen.
Byggja út og
samstarva
Jákup Petersen heldur, at
fortreytirnar fyri trimum
sjúkrahúsum í Føroyum eru
greiðar, og tí skulu læknar
ikki kjakast um tað.
– Tosið um niðurlegging
av sjúkrahúsum havi eg
hoyrt alla tíðina, síðani eg
gjørdist lækni, men tað er
ikki nakað, sum vit læknar
skulu taka støðu til. Tað er
ein politisk avgerð, at tað
skulu vera trý sjúkrahús í
Føroyum, og tað skulu vit
arbeiða út frá. Vit skulu
byggja hesi sjúkrahúsini
so væl út sum gjørligt og
brúka teir skattapengar,
sum vit fáa, so effektivt,
sum vit kunnu, sigur hann.
– Klaksvíkar Sjúkrahús
hevur og hevur havt eina
funktión í heilsuverkinum
í langa tíðir, og hetta skulu
vit útnytta.
Jákup Petersen heldur, at
Norðoyatunnilin fer at
gera tað nógv høgligari hjá
Klaksvíkar Sjúkrahúsi og
Landssjúkrahúsinum
at
samstarva.
– Skal prátið eftir undir-
sjóvartunnilin snúgva seg,
um hvat skal leggjast nið-
ur, so kemur mann ongan
veg. Men heldur skulu vit
tosa um, hvat sjúkrahúsini
skulu gera, og kunnu vit
ikki tosa saman og verða
samd, so er vandi fyri, at
tað verða dupultfunktiónir
á sjúkrahúsunum.
Neyðugt við akuttari
tilbúgving
Jákup Petersen er eisini
púra avgjørdur, tá ið tað
snýr seg um akutta til-
búgving á sjúkrahúsunum.
Tað er heldur ikki nøkur
dupultfuktión.
–
Tað
finst
einki
sjúkrahús, har fólk ikki eru
á vakt og bíða eftir onkrum
akuttum, sum ikki kemur.
Tú kanst tosa fyri og ímóti
hesum, men veruleikin er
bara tann, at á øllum
sjúkrahúsum – eisini teim-
um trimum í Føroyum –
sita fólk púra still og gera
einki, við hvørt í fleiri dag-
ar, tí einki akutt er at taka
sær av.
– So kanst tú tosa um,
hvat tað kostar, og um ak-
utt virksemi skal vera á
øllum trimum sjúkrahús-
unum, men tað ber ikki til
at niðurleggja akutta virk-
semi á eitt nú Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, uttan at tú
samstundis útskrivar allar
sjúklingar
av
sjúkra-
húsinum.
– Við ongar akuttari til-
búgving, mást tú tøma
sjúkrahúsið fyri sjúklingar,
tí so leingi, sum tú hevur
sjúklingar
liggjandi
á
sjúkrahúsinum, kann okk-
urt henda knappliga við
teimum. Tí mugu vit hava
fólk á vakt, sum vit kunnu
kalla inn við stuttum skoð-
brái. Møguliga kann akutta
virksemið skerjast nakað,
men hevur tú eitt sjúkrahús,
so mást tú eisini hava eitt
vist akutt virksemi.
– Tað er ikki so nógvur
vinningur við at skerja tað
akutta virksemi eitt sindur.
Tann stóra vinningin fært
tú ikki, fyrr enn tú niður-
leggur sjúkrahúsið, og har
er ein politisk avgerð sum
sigur, at tað skulu vera trý
sjúkrahús í Føroyum, sigur
Jákup Petersen.
– Klaksvíkar Sjúkrahús hevur og hevur havt eina funktión í heilsuverkinum í langa tíðir, og hetta skulu vit útnytta, sigur
Jákup Petersen, sum starvast á bæði Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum
Mynd: Bárður Lydersen
framvegis koma út fyri, at
tú ikki fært alt tað, sum tú
skalt brúka, sigur hann.
Trøðini mangla
Báðir læknarnir hava fam-
ilju, men teir eru komnir
einsamallir til Klaksvíkar
at arbeiða. Teir ferðast tó
heim í feriu, og teir vóna, at
familjan eisini kann koma
á vitjan í Føroyum.
– Fyri einum ári sínum
visti eg lítið og einki um
Føroyar. Eg helt, at tað var
ein bretsk oyggj, tí tit liggja
so nær Skotlandi. Men nú
eri eg blivin klókari, sigur
Cezar smílandi.
– Vit arbeiða nógv og
hava vaktir, so at tað eru
ikki so góðir møguleikar til
at halda ordliga frí og fara
onkrastaðni til sightseeing,
men vit trívast væl her fyri
tað, sigur Boguslaw.
– Tað einasta, sum eg
sakni, eru trøð – tey hava tit
ikki so nógv av í Føroyum,
leggur Cezar afturat.
Teir hava avtalu við
Klaksvíkar sjúkrahús fyri
næsta árið, men teir rokna
við, at teir skulu halda fram
eftir tað.
– Vit vilja gjarna halda
fram at arbeiða her í Klaks-
vík, og vit rokna eisini við,
at vit skulu vera her nøkur
ár, sigur Cezar.
Skur1 (stór mynd):
– Starvið her á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi er ein spennandi
avbjóðing fyri okkum, tí ar-
beiðið er meira fjølbroytt, enn
tað var í Póllandi, tá ið vit
høvdu serligar uppgávur at
taka okkum av, sigur Cezar
Zawal. Hann og landsmað-
urin Boguslaw Koszman er nú
í føstum starvi sum skurð-
læknar á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi
Mynd: Bárður Lydersen
Les í morgin:
• Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoyatunnilin