Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 185 - 29. september 2005 Føroyingar eiga at gera meira burtur úr at seta uppspardar pengar í partabrøv heldur enn at hava teir standandi í pen- ingastovnum ella sum lánsbrøv. Íløguhugurin hjá føroy- ingum eigur at økjast og føroyingar eiga m.a. at hyggja eftir, hvussu íslendingar hava borið seg at tey seinastu árini við at keypa partabrøv í fyritøkum heima sum burt- uri. Hetta vóru nakrar av niðurstøðunum á Vinnudegnum herfyri, og hetta eru eisini tankar fólk gera sær, nú tað frættist nærum hvønn dag um íslendingar, sum keypa upp fyritøkur í grannalondunum. Seinasta íløgan av slíkum slag er uppkeyp av partabrøvum í amerikanskari handils- ketu. Har er tað so ein kendur føroyskur handilsmaður í Íslandi, sum hevur keypt partabrøv fyri knappa milliard krónur. Og tað hevur hann m.a. gjørt saman við føroysk- um tryggingarfelag. So eisini her heima eru so smátt vi ð at hoyrast nýggir tónar. Okkurt kundi bent á, at vend er við at koma í soleiðis at eisini føroyskar fyritøkur eru meira sinnaðar til at gera íløgur í partabrøv. Eftir øllum at døma er vend við at koma í her heima eisini, tá talan er um at seta pengar í annað enn bankan og láns- brøv. Tað er so ein nýggj gongd, at fyritøkur og privat- persónar her heima nú av álvara eru farnir at gera íløgur í partabrøv. At investera pengar sínar, har hesir geva størri avkast, men tá eisini vælvitandi, at váðin er tilsvarandi størri. Spurningurin er so, hvussu hesin útviklingurin fer at vera komandi tíðina. Um íslendska modellið av álvara fer at smitta av uppá føroyingar eisini. Vit hava so verið vitni til seinastu tíðina, at føroyskar fyritøkur og feløg hava keypt partapening í øðrum føroyskum fyritøkum. Spurningurin er so, hvussu verður stætt, tá tær almennu fyritøkurnar skulu privatiserast. Fara vit tá at síggja føroyingar bjóða uppá almennu fyritøkurnar ella fara føroyingar at halda seg aftur, tí hetta við at seta upp- spardan pening í partabrøv er so nýtt fyri okkum ella so avmarkað! Fara vit táskil kanska heldur at síggja íslend- ingar keypa upp tær stóru almennu fyritøkurnar, nú teir eru úti um so at keypa upp fyritøkur í øðrum londum! Tað eru tey, sum so smátt eru farin at óttast eina veruliga íslendska innrás í so máta. Sum ásanna, at hon longu er byrjað av álvara og at hon neyvan steðgar aftur í bræði. Meðan uppaftur onnur halda tað vera kærkomið við útlendskum, eisini íslendskum íleggjarum í Føroyum, nú føroyingar eru so varnir sjálvir at váða nakað men heldur seta pengar sínar í tað trygga tvs. á bankabók og í láns- brøv! Hvussu og ikki, so verða tað spurningar sum hesir, ið koma at eyðkenna orðaskiftið í Føroyum komandi tíðina. Og eisini her ætlar Sosialurin sær at vera við í orðaskift- inum og kunningini. Umframt at viðgera hesar spurn- ingar vóna vit, at lesararnir eisini fara at geva sítt íkast og verða við í tí so týðandi orðaskiftinum. Vil vilja tí fegin pláss til eitt slíkt orðaskifti og tess fyrr tess betur. Vinnu- húsið legði so eisini upp til hetta kjakið á Vinnudegnum við at bjóða kendum íslendskum peningamanni og íleggjara til Føroya at halda fyrilestur um nettupp hetta at gera íløgur í partabrøv, privatisering og tað at tora at taka ein váða. Vinnusíðurnar í Sosialinum eru komnar fyri at verða. Tær fylla mest mikudagar, men finnast eisini flest allar aðrar dagar. Ætlanin er at halda fram við at seta fokus á hesi evni í Vinnusíðunum komandi tíðina DAGSINS MEINING Sosialurin Íløguhugur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Finnur Helmsdal løgtingsmaður Avlamispensionistur ella fyritíðarpensionistur hevur biðið meg um at skriva nakað um, hvat limirnir í Trivnaðarnevnd løgtingsins veruliga hildu, meintu og ætlaðu við skiftisupphædd- ini, sum varð játtað teim- um, sum fingu síni pen- siónsviðurskifti broytt, tá pensiónslógin varð endur- skoða og broytt 1999/2000. Nú kann eg sjálvandi ikki svara fyri aðrar enn meg sjálvan, men tori eg tó at siga, at tað eg her skrivi var tað, sum nevndin annars eisini helt, meinti og ætlaði. Skiftisupphæddin kom í orsakað av, at broytingar blivu framdar viðvíkjandi viðurskiftunum hjá giftum avlamispensionistum. Áðrenn lógin varð tikin upp til viðgerðar, høvdu avlam- ispensionistar, sum vóru giftir við ikki pensionist- um, fingið somu pension, sum stakir pensionistar. Landsstýrismaðurin hevði eitt ynski um, at allir giftir pensionistar blivu javnt- stillaðir soleiðis, at teir, sum vóru giftir við ikki pensionistum skuldu fáa somu pension (upphæddir) sum pensionistar giftir við pensionistum. Hetta hevði við sær, at pensionistar gift- ir við ikki pensionistum fóru at fáa eina lægri pension. Hetta helt trivnað- arnevndin vera óhepna av- leiðing, og endaði hetta mál við semju um, at pension- istarnir sum vóru giftir við ikki pensionistum skuldu fáa eina skiftisupphædd svarandi til, at tey skuldu fáa somu upphædd eftir broytingarnar sum framm- anundan. Skiftisupphædd - til nær Spurningurin um, hvussu leingi hendan skiftisupp- hæddin skuldi standa við, varð eisini viðgjørdur í nevndini. Og varð viðgerð- in tvinnað saman við øðr- um máli. Nevniliga spurn- ingin um at allir avlamis- pensionistar skulu javnset- ast. At avlamispensionistar skulu fáa sína pensión uttan mun til sivilstøðu, ella hvørjum viðkomandi er giftur við. Og varð Trivnað- arnevndin fult samd um, at skiftisupphæddin skuldi vara við, inntil allir avlam- ispensionistar vórðu javnt settir. At tey úti í A&H stýrin- um síðan hava orðað lógina soleiðis, sum hon er tað ídag, er bert óheppið og sera spell. Tað er sjálvandi eisini spell, at vit í Trivn- aðarnevndini ikki hava varnast óhepnu orðingina. Nevniliga, at skiftisupp- hæddin skuldi detta burtur, tá pensiónin hjá einum pensionisti giftur við ikki pensionisti kom upp á aftur tað støði (í 1999 krónum) sum pensiónin var á, áðr- enn lógarbroytingarnar fóru fram. Ein orsøk til, at vit í Trivnaðarnevndini ikki hava sæð so stóran vanda í orðingini tá kann hava ver- ið, at pensiónsupphæddir- nar ikki vórðu javnaðar tá. Tað var ikki fyrr enn 2002, at tingið avgjørdi at pen- siónsupphæddirnar (tó ikki skiftisupphæddin) skuldu javnast. Tá var Trivnaðar- nevndin ein onnur við øðr- um formansskapi, og var eg sjálvur ikki í tinginum longur. Tá avgjørt varð at javna, var tíverri eingin í Trivnaðarnevndini, sum kendi málið og sum tí held- ur ikki hevði førleika at síggja vandan. Tað var heldur eingin annar, sum varnaðist avleiðingarnar, tá avgerðin um javning varð tikin í 2002. Ikki fyrr enn pensións- upphæddirnar vóru javnað- ar nakrar ferðir, verða teir hjá Landsgrannskoðaran- um varugur við, at nú er pensiónin hjá pensionistum voksin og fer at nærkast upphæddini í 1999. Lands- grannskoðarin mælir tí til, at skiftisupphæddin skal minkast við teirri upphædd, sum hinar upphæddirnar eru javnaðar upp eftir við. Sambært orðingini í lógini er hetta rætt av Lands- grannskoðaranum, men er hetta als ikki sambært ætl- anini hjá Trivnaðarnevnd løgtingsins 1999. Og meti eg tað tí heldur ikki vera í tráð við andan í lógarbroyt- ingunum. Trivnaðarnevndin hugs- aði 1999 á ongan hátt um javning av pensiónum sum orsøk til at taka av skiftis- upphæddina. Trivnaðar- nevndin hugsaði bara um eina orsøk til at taka av skiftisupphæddina, og tað var ein javn setan av øllum avlamispensionistum. Sjálvur haldi eg heldur ikki, at tað at ein pensión verður javnað merkir, at sama pensión hækkar. Javning merkir dagføring. Serliga tá vit hugsa um, at skiftisupphæddin ikki fær lut í javningini. Haldi vit kunnu siga, at talan er um óheppið løg- frøðisligt avrik, soleiðis sum lógin bleiv orðað. Nú var landsstýriskvinnan ikki fult samd við Trivnaðar- nevndini og seinni løgting- inum í hesum máli, og hev- ur hon kanska nýtt høvi til at gera sína ávirkan gald- andi á henda hátt. Men tað áliggur sjálvandi løgtings- liminum at vera ansin, tað var tó ikki lætt í teimum døgum, tí at kalla alt upp- skotið var ein misera úr enda í annan. Og eg haldi vit kunnu siga, at talan er um rættiliga ónuanseraðan hugsunarhátt hjá Landsgrannskoðaran- um, tá hann sær javning sum lønarhækkan. Javning er og verður dagføring, og dagføring kann undir ong- um umstøðum koma undir lønarhækkan. Tí dugi eg ikki at skilja, at so nógv "klók" fólk kunnu halda, at skiftisupphæddin skal fella burtur, bara tí løgtingið avger at javna pensiónirnar. Aftur verri fyri Avgerðin um, at skiftis- upphæddin skal lækka og síðan fella burtur, hevur tað beinleiðis avleiðing við sær, at nú eru pensionistar giftir við ikki pensionistum verri fyri, enn áðrenn broytingarnar 1999/2000. Í veruleikanum hevur A&H ráðið avgjørt at ganga beint ímóti vilja tingsins 1999, tá avgjørt varð, at pensionist- ar giftir við ikki pension- istum ikki skuldu vera fyri tí missi, sum uppskotið frá Helenu Dam á Neystabø legði upp til. Tí samtykti tingið uppskotið um at veita hesum pensionistum skiftisupphæddina. Tá skiftisupphæddin er burtur- dottin, eru pensionistarnir giftir við ikki pensionistum komnir upp á effinett sama krónutal, sum teir vóru á 1999. Tvs at teirra pensión ikki er hækkað eina krónu, sjálvt um pensiónin hevur verið javnað í fleiri ár tá. Pensionistar giftir við ikki pensionistum verða tá ein- astu pensionistarnir, sum ikki hava fingið nakað sum helst burtur úr javningini. Og tað var sanniliga ikki tingsins vilji 2002. So øgi- liga langt frá tí. Tað er ein stórur tapari í hesum máli, og tað er avlamispension- isturin sum er giftur við ikki pensionisti. Og tað var júst hesum, sum Trivnaðar- nevndin í 1999 ætlaði ikki skuldi verða fyri missi. Viðvíkjandi skiftisupphæddini