Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 29. september 2005 11 Skúlagongdin ov stutt Danska lærarafelagið heldur, at tað tekur ov stutta tíð at læra til lær- ara. Sum er er útbúgving- artíðin fýra ár, men lær- arafelagið heldur, at hon eigur at vera fimm ár. Harafturat vil felagið hava myndugleikarnar at broyta læraraútbúgving- ina, so hon verður á hædd við útbúgvingar á teimum lærdu háskúlun- um, tó soleiðis at fólk framvegis skulu fáa sína útbúgving á teimum van- ligu læraraskúlunum. Hetta er ein skipan, ið líkist teirri finsku. Danska læraraútbúgv- ingin bleiv endurskoðað tvær ferðir í nítiárunum, og ætlandi koma politik- ararnir við enn einari broyting longu í ár. For- maðurin í lærarafelag- num, Anders Bonde Christensen, sigur, at hesaferð eiga myndug- leikarnir at finna eina varandi skipan. Hann vil eisini hava politikararnar at tryggja tær fíggjarligu umstøðurnar hjá lærara- skúlunum, nú tað ljóðar, at summir skúlar um- hugsa at strika ein part av frálæruni, tí teir hava ikki nóg mikið av pengum. Aldarinnar byggiverk Í sambandi við at hundr- að ár eru liðin, síðani Noreg tók loysing frá Svøríki, hevur norska byggivinnan kosið tað mest hugtakandi byggi- verkið, sum er bygt hesa seinastu øldina. Valið fall á Atlants- havsvegin í Møre og Romsdal. Vegurin bindur fleiri oyggjar saman og er tí á ein hátt ein vegur út í Atlantshavið. Vegurin varð tikin í nýtslu í 1989 og er í nógvar mátar eitt rættiliga sjáldsamt byggiverk at síggja. 14 onnur byggiverk vóru við í kappingini. Teirra millum vóru ráð- húsið í Oslo, Íshavskirkj- an í Tromsø, brýrnar um Svinesund við svenska markið og leikhúsið í Drammen. Dýrt at seta búgv Ein kanning av húsaprís- unum í teimum evrope- isku høvuðsstøðunum vísir, at tað er serliga dýrt at seta føtur undir egið borð, um tú ætlar tær at búgva í Luksenburg. Har kosta eini hús ella ein íbúð 2,5 milliónir krónur í meðal. Tann næstdýrasti býur- in er Bern í Sveis, har meðalprísurin er oman fyri tvær milliónir krón- ur, og hann er bara eitt vet lægri í Madrid. Men vilt tú ikki rinda so nógv fyri ein bústað, kanst tú velja at búseta teg í Brux- elles. Har kostar tað í meðal eina millión krón- ur, og ert tú førur fyri at rinda eitt lítið sindur meiri enn tað, kanst tú flyta til Athen. Kanningin vísir ann- ars, at 65,2 prosent av evropearunum búgva í egnum bústaði, og at tað er vorðið alt meiri van- ligt, at fólk eiga tað, sum tey búgva í. Men viður- skiftini eru sera ymisk í teimum ymsu londunum. Í Spania eiga 87 prosent tað, tey búgva í, men í Sveis eru tað bara 36,5 prosent, sum eiga húsini ella íbúðina, sum tey búgva í. Í klæðum úr Kina Hyggur tú inn í eitt klædnaskáp í Danmark, kanst tú vera rættiliga vísur í, at ein rættiliga fittur partur av pløggun- um hava sín uppruna á einari seymistovu í Kina. Tað eru serliga jakkar, troyggjur og skjúrtur, sum hava merkiseðilin "Made in China" undir kraganum. Hagtøl hjá donsku hagstovuni vísa, at sjey teir fyrstu mánaðarnar í ár keyptu danir kinesisk klæðir fyri tríggjar milli- ardir krónur. Tað er heili 37 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, og sostatt er umleið ein trið- ingur av teimum út- lendsku klæðunum úr Kina, skrivar Politiken. Men hagtølini vísa eisini, at eitt nú keypa danir fýra ferðir so nógvar kines- iskar troyggjur nú enn fyrr. Men danir keypa ikki bara kinesisk klæðir. Næst eftir Kina er tað Turkaland, sum sendir nógv klæðir til Danmark- ar, men innflutningurin úr Kina er tvær ferðir so stórur. UTTAN ÚR HEIMI Tann 22 ára gamla Lynndie England fekk trý ára fongsul fyri at hava farið illa við fangum í Irak DÓMUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Lynndie England græt, tá hon fekk dómin, tí tey næstu trý árini skal hon sita í fongsli. Samstundis hevur hon fingið at vita, at hon sleppur ikki at arbeiða í amerikanska herinum aftur. Revsingin kundi verið harðari, tí eftir reglunum kundi hon fáa upp í níggju ára fongsul. Lynndie England gjørdist kend, tá fjølmiðlarnir kunn- gjørdu myndir úr Abu Ghraib-fongslinum í Bag- dad. Myndirnar, sum vórðu tiknar á heysti í 2003, vístu amerikanskar hermenn fara illa við irakskum fangum. Lynndie England var á fleiri myndum. Á einari mynd lá hon brosandi oman á fleiri naknum irakskum fangum, sum vóru laðaðir oman á hvør annan sum ein varði. Á einari aðrari mynd stóð hon við einum nak- num irakskum fanga í tjóðri. Myndirnar skakaðu heimin, og kravt varð, at tey seku blivu revsað. Amerikanska herleiðslan gjørdi av at draga fleiri hermenn og fangavørðar fyri hernaðardómstólar, og nakrir eru dømdir. Nú er Lynndie England ein. Nógvir amerikanarar halda, at fleiri longri uppi í herleiðsluni og kanska verjumálaráðharrin, Don- ald Rumsfeld, mundu vita, hvat fór fram í Abu Ghraib- fongslinum, men enn er eingin týðandi heryvirmað- ur ella politikari dømdur í málinum. Tað var eingin ivi á landsfundinum hjá bretska arbeiðara- flokkinum. Labour skal vinna næsta valið eisini - uttan Tony Blair við róðrið BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk - Vit máttu nútímansgera flokkin fyri at vinna valið í 1997, men tann nýggja øldin krevur, at vit gera tað sama nú. Ein skilagóður politikkur tey næstu árini og okkara virði skulu út- vega okkum enn ein sigur á næsta vali, segði Tony Blair á landsfundinum í Brigh- ton. Í røðuni umrøddi hann ymisk politisk viðurskifti so sum búskaparmál, heilsumál og skúlamál, men hann segði ikki eitt orð um, nær hann fer frá. Tað hevur leingi verið greitt, at Blair ætlar sær frá sum forsætisráðharri í hes- um valskeiðinum, men summir eygleiðarar í Brighton halda, at røða hansara har gav ábendingar um, at hann ætlar sær at verða verandi í Downing Street alt valskeiðið. Tað ru eisini tey, sum vilja hava hann at verða sitandi. Eitt nú hava Charles Clarke, innanríkisráðharri, og Peter Hain, ráðharri í norður- írskum málum, sagt seg vóna, at Blair situr til næsta val. Men onnur halda, at hann eigur at fara frá í góðari tíð. Teirra millum eru viðhalds- fólk hjá Gordon Brown, fíggjarmálaráðharra, sum hava hug at leggja Blair undir at tvíhalda um stjórn- arleiðarasessin. Tey halda, at Blair eigur at lata Brown taka við í 2007, so hann fær góða tíð til at fyrireika seg og flokkin til næsta val, sum verður í 2009 ella 2010. Í gjár kom undan kavi, at næstformaðurin í Labour, John Prescott, vil hava Blair at siga, nær hann ætl- ar sær frá, men eygleiðarar í Brighton halda, at for- sætisráðharrin fer ikki at kunngera dagin fyrr enn í fyrsta lagi á landsfundinum hjá flokkinum næsta ár. Fekk trý ára fongsul Lynndie England á veg úr dómhúsinum í Fort Wood í Texas, eftir at hon hevði fingið dómin Mynd: Reuters Blair skal kunngera nær hann fer frá Tony Blair segði einki um, nær hann ætlar sær úr Downing Street.