hósdagur 29. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 185 - 29. september 2005
Í morgin, fríggjadagin 30.
oktober, verður Atli Klein
Olsen, Undir Kletti, í Havn
65 ár.
Atli er ættaður úr Vest-
manna. Hann er sonur
Oluffu Klein frá Gjógv og
Ingdor Olsen í Vestmanna.
Hann gekk bæði í barna-
skúla og í preliminerskúla í
Vestmanna. Eitt skifti í
1957-58 var hann til skips,
men fór tó í læru sum
skrivstovumaður hjá SEV í
Vestmanna.
Í 1961 kom Atli til Havn-
ar og fór at starvast á
Skattadeildini, sum tá helt
til úti í Tinganesi – seinni
flutti skattadeildin yvir við
Strond.
Atli hevur eisini verið
fakfelagsleiðari – hann
gjørdist formaður í Starvs-
mannafelagnum eitt skifti í
sjeytiárunum. Seinni fór
hann at starvast sum bók-
haldari hjá bilasøluni Ivan
Johansen, har hann var í
nøkur ár. Síðani var hann
eitt skfiti hjá Jóhannes
Berg, til hann í 1991 stovn-
aði sítt egna bókhaldsvirki,
RannTeld. Hetta virkið
byrjaði í Dandastovu í
Gongini, men flutti seinni í
Magnus Heinasonargøtu,
har Atli saman við hinum
fýra starvsfólkunum fram-
vegis húsast við bókhalds-
virkinum RannTeld.
Í 1962 giftist Atli við
Ullu – tey giftust inn undir
Kletti hjá Lisu, mammu
Ullu, har tey hava búð
síðani. Atli og Ulla hittust í
Vestmanna í 1957, har Ulla
javnan var og ferðaðist.
Ulla og Atli eiga tríggjar
døtur, Lis (1960), Oluffa
(1966) og Guðrið (1973).
Ommu- og abbabørnini hjá
teimum eru sjey í tali í
aldrinum frá 4-19 ár.
Atli og Ulla síggjast
hvønn morgun í havnargøt-
um, tá tey fara tey ein lang-
an gongutúr. Av Reyni
gongur leiðin yvir við
Strond, niðan á Háls og
omanaftur í býin – og túrur-
in verður gingin í øllum
veðri.
Atli er kendur sum ein
blíður, róligur og positivur
maður, sum ongantíð loypir
framav. Av havnarfólki man
hann vera at rokna sum ein
innføddur havnarmaður, so
fastgrógvin hann er í høv-
uðsstaðnum – kanska ser-
liga í gamla býarpartinum á
Reyni, har hann er teirra
millum, sum hava búð har
longst.
Føðingardagurin hjá Atla
verður hildin í hølunum hjá
Starvsmannafelagnum í J.
H. Schrøtersgøtu í Havn í
morgin, fríggjadagin kl 19
– har opið hús er, og øll eru
hjartaliga væl komin.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
29. september. Mikkjalsmessa. Dagur hildin høvuðseinglinum Mikael til heiðurs. Ein
av teimum mishalgidøgunum, sum nógv hevur verið hildið um í Føroyum, serstakliga
av tí, at hann hevur verið so nær knýttur at seyðahaldi. Líka í hesi øldini vita fólk um
at siga, at lestur hevur verið lisin mikkjalsmessudag eftir teksti úr Opinberingini (kap.
12, 7-12) Dilkadagur.
Bíbilska navnið Mikael merkir hvør er sum Harrin.
Sunnudagin endaði
eitt 1 ára skeið á
Handilsskúlanum í
Havn. Har hava 25
kvinnur tikið prógv
sum vøddamýkjarar
VØDDAMÝKING
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
25 kvinnur hava tikið 1 ára
skeið sum vøddamýkjarar
og
sunnudagin
endaði
skeiðið á Handilsskúlanum
í Havn. Har fingu tær prógv
sum vøddamýkjarar.
Tær hava lokið frálæru í
øllum mýkingargreinum,
so sum kropsmýking, av-
spenningsmýking, rygg- og
akupressurmýking
og
klassiskari mýking.
Í øllum hesum er t.d
mýking við olju og vødda-
mýking, ið verður nýtt inn-
an ítróttina. Og tað at fólk
røra seg ov lítið í dag og
ofta hava strongd, kann eis-
ini bøtast um við hurum
háttum innan vøddamýk-
ing.
Nýggju vøddamýkjararn-
ir hava sum heild allar
førleikar innan hesar í fleiri
førum gomlu og viður-
kendu greinar innan vødda-
mýking. Nýggju vødda-
mýkjararnir koma úr flest
øllum ættum í Føroyum.
Tær eru: Anna Maria
Hansen,
Anna
Maria
Persson, Irena Jacobsen,
Ingun
Wang
Olsen,
Amanda Gullaksen, Anna
Eysturoy, Sigrun Egholm,
Reidun
Magnussen,
Jonhild Johannesen, Ninna
Midjord, Mirjam Carlsen,
Osla
Sørensen,
Osla
Sevdal, Mildrid Rasmus-
dóttir, Elsa Maria Fláaberg,
Winnie Hansen, Marianna
Joensen,
Eyðgerð
Jon-
hardsdóttir, Konny Joen-
sen, Sólfríða Johannesen,
Jonly Johannesen, Svea
Durhuus, Eydna Weihe,
Elsebeth Poulsen og Birna
breckmann. Lærari hevur
verið Jens Melgaard.
Atli Klein Olsen 65
Vøddamýkjarar