Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 29. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mia Kjærbæk, Vest- manna, andaðist 26. september, 36 ára gom- ul. Kistan fer úr Lands- sjúkrahúskapellinum fríggjadagin 30. sep- tember klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju leyg- ardagin 1. oktober klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Miu, kunnu lata Føroya Felag móti Krabba- meini eina gávu. Andlát og jarðarferðir Tað verður við hesum gjørt kunnugt, at kæra kona mín og mamma okkara Mia Kjærbæk Vestmanna andaðist á landssjúkrahúsinum mánadagin 26. september, 36 ára gomul. Kistan fer úr landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju leygardagin 1. oktober kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Hjartvard Bára, Herborg og Svanna Tey, sum vilja minnast Miu, kunnu lata Føroya Felag Móti Krabbamein eina gávu. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jakob Magnussen fyrrverandi prestur, ættaður úr Sørvági andaðist og varð jarðaður. Tøkk til heimarøktina í Klaksvík, Sambýlið á Heygnum og Klaksvíkar sjúkrahús. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina, og til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blomur og kransar. Vegna familjuna Jytta, Sonja og Asta Tøkk Eina hjartans tøkk verður veitt øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði sonur, beiggi og pápi Tummas Johannessen Glyvrar doyði og varð jarðaður. Til Martin Restorff Jacobsen fyri vøkur orð í kirkjuni. Til Jensinu og døturnar fyri vakurt spæl. Til kirkjutænarar og til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Mamma, Rúni, Durita og Kristina Tøkk Øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára føðingardegi mínum tann 3. september, takki eg so hjartaliga. Blíðar heilsanir Kala Jensen, Sumba Tøkk Øll tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 80 ára føðingardegi mínum hin 6. august, takki eg so hjartaliga. Blíðar heilsanir Andrea á Dul Týsdagin 27. septem- ber læt ein nýggjur handil upp í Handils- kjarnanum í Havn. Talan er um delika- tessuhandilin »Brell«, ið er eitt altnativ til tær vanligu komm- ersiellu og industri- ellu matvørurnar HANDIL Tað er Róaldur Jákupsson í Hoyvík, sum eigur og rekur delikatessuhandilin Brell í Handilskjarnanum í Havn. Róaldur, sum er 31 ára gamal og útbúgvin H.D. í uttanríkishandli, hevur tik- ið stig til hendan øðrvísi handil av áhuga og entusi- asmu. Handilin »Brell« er ein delikatessuhandil, og har fæst m.a. einkultmarks- kaffi, russiskt te, danskt konfekt, fronsk og belgisk sjokuláta og enskt súltutoy. Eisini er eitt breitt úrval av italskum olivenoljum, balsamico edikkum, pasta, pesto, tapanadir, risotto, oliven og antipasto. Víðari kann nevnast, gása-, dunnu- og aðrar patéir, turkaðir soppar, umframt útvaldar dygdargóðar køks- búnyttur so sum franskar LeCreuset grýtur og italsk- ar Bialetti kannur og mokkakannur. Brell hevur ikki somu vørur sum t.d. FK og Miklagarður, og er tí ikki í kapping við hesar, men hevur heldur lagt seg eftir at selja vørur frá minni framleiðarum, sum ikki eru at finna í vanligum super- marknaðum. Handilin er komin til, tí ráki í londunum rundanum okkum gongur tann vegin, at fólkið vil hava aðrar og dygdarbetri vørur. Fólk vil hava onnur alternativ enn tær vanligu kommersiellu og industriellu matvørurn- ar. Mett verður, at føroying- ar sjálvsagt eisini fylgja hesum ráki í ein vissan mun, vit fáa í øllum førum møguleikan fyri tí við hes- um handlinum. Handlilin vil eisini hava ein mailinglista, har áhug- aði viðskiftafólk kunnu fylgja við í nýggjheitum, og eisini fáa møguleikan sjálvi at koma við hugskot- um og inspiratión um hvussu vøruútboðið skal síggja út. Ætlanin er eisini, at handilin hvørja viku hevur onkra smakkiroynd liggjandi frammi, so við- skiftafólkini kunnu royna tær ymisku vørurnar. Handilin er á niðastu hædd í Handilskjarnanum til høgru fyri rullutrapp- urnar og er opin mándag til fríggjadag 10-18 og leygar- dag 10-16. Brell í Handilskjarnanum Róaldur Jákupsson hevur latið upp delikatessuhandilin Brell í Handilskjarnanum Mynd: Jens Kristian Vang i