hósdagur 29. september 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 • hósdagur • 29. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Spania hevur fingið
formel 1 fepur, fyrstu
ferð nakrantíð kunnu
spaniumenn kalla seg
heimsmeistarar í for-
mel 1, og hetta hevur
vakt áhugan í Spania
fyri rasarakoyring
HEIMSMEISTARI
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Umframt at vera yngsti
heimsmeistari í formel 1
nakrantíð, er Fernando Alo-
nso eisini fyrsti spanski
heimsmeistari í formel 1.
Hann er somuleiðis einasti
spaniumaður,
ið
hevur
vunnið eina formel 1 koyr-
ing. Í mun til flestu evrope-
isku londini hevur Spania
ongantíð luttikið serliga
aktivt í formel 1. Einans 10
spanskir koyrarar hava lut-
tikið í formel 1 koyringum,
og hesir hava samanlagt
vunnið 256 stig, av hesum
hevur Fernando Alonso
vunnið tey 231. Hetta hevur
veruliga vakt áhugan fyri
formel 1 í Spania.
Fernando Alonso segði á
tíðindafundinum aftan á
heimsmeistaraheitið
var
komið í hús, at eftirsum
Spania ikki var eitt land við
eini formel 1 søgu, so var
sera trupult at fáa nakran
stuðul í sínum royndum at
gerast formel 1 koyrari. Tí
var allur vegurin til formel
1, úrslit av hørðum arbeiði,
og við hjálp frá nøkrum
heilt fáum fólkum, ja tey
kundu teljast á einari hond.
Arvaði Go-kart
Ovast á takkarlistanum
stendur pápin José Luis
Alonso. José droymdi sum
ungur um at gerast rasara-
koyrari, men umstøðurnar
loyvdu hesum ongantíð.
Hann royndi tí ístaðin, at
vekja áhugan hjá síni 8 ára
gomlu dóttur Lorenu og
bygdi hennið ein go-kart.
Men henni dámdi einki at
koyra hart, og lítlibeiggin,
tann tá trý ára gamli Fern-
ando, arvaði bilin. Pápin
tillagaði pedalirnar, soleið-
is at hann rakk niður til tær.
Longu sum fimm ára gamal
smurdi Fernando javnaldr-
andi kappingarneytarnar av,
og pápin sá, at her var talan
um veruligar gávir.
Næstan hvørt vikuskiftið
vóru Fernando og pápin á
ferð til Go-kart kappingar.
Hetta var strævið og kostn-
aðarmikið hjá familjuni,
men tey stuðlaðu honum
øll, sigur Fernando Alonso
á heimasíðu síni. Inntil
hann var tólv ára gamal var
pápin mekanikari. Men
hægri upp í Fernando kom í
kappingunum, jú dýrari og
strævnari gjørdist ítrótturin.
Tí royndu teir alsamt at fáa
vinnulívið at stuðla honum,
men eingin var áhugaður.
Ov dýrt at luttaka
Familjan hevði ikki ráð at
gjalda fyri útreiðslurnar at
koyra í almenna spanska
meistaraheitinum. Tí koyrdi
Fernando í minni kapping-
um. Hann var altíð yngri
enn kappingarneytarnir. Tá
hann flutti enn ein aldurs-
bólk upp til 100cc flokkin,
máttu tey søkja um undan-
taksloyvi. Tí Fernando var
so ungur.
Hann var so sannførandi í
100cc flokkinum, at eigarin
av stóra go-kartfelagnum
Genikart, Genis Marco gav
honum møguleika at roynd-
arkoyra fyri liðið. Royndar-
koyringin var luttøka í eini
kappkoyring í katalanska
meistaraheitinum. Fernando
sigur, at hann var greiður
yvir, at hetta var stóri møgu-
leikin, ið kundi tryggja
hansara framtíð sum rasara-
koyrari. Tí var trýstið nógv,
men Fernando vann sann-
førandi. Hetta sama árið,
vann
hann
spanska
meistaraheitið fyri Genikart.
Alonso koyrdi fyri Geni-
kart inntil 1996, tá hann
skrivaði sáttmála við risa-
stóra italska go-kart felagið
IAME, hann var tá 14 ára
gamal. Hetta sama ár gjørd-
ist hann heimsmeistari í
Go-kart.
Vann á Spa
Eftir hetta gekk leiðin
gjøgnum sponsku formula
Nissan kappingina, har
hann
gjørdist
meistari
fyrsta árið, og síðan bein-
leiðis til Formel 3000.
Hann gjørdist nummar fýra
í formel 3000 í 2000, og
vann koyringina á Spa.
Flavio Briatore stjóri í
Renault liðnum, sá gávu-
ríka unga mannin vinna, og
skundaði sær at gera sátt-
mála sum umboðsmaður
fyri hann. Briatore setti
unga spaniumannin í læru í
Minardi liðnum kappingar-
árið í 2001. Her lærdi hann
at koyra í formel 1. Hóast
Minardi bilurin slettis ikki
var kappingarførur, so var
tíðin sambært Alonso sera
lærurík.
Í 2002 var Alonso roynd-
arkoyrari hjá Renault, og
lærdi her nógv um Renault
bilin og um liðið. Í 2003
fekk hann seturi hjá Jenson
Button í Renault liðnum, og
sum kappingarárið leið,
bjóðaði Alonso alt meira
royndara
liðfelaganum
Jarno Trulli av. Í Ungarn
fekk Fernando fyrstu byrj-
unarstøðu og kom eisini
fyrstur á mál. Við hesum
sigrið gjørdist hann yngsti
vinnari av eini formel 1
koyring nakrantíð.
Bukaði Villeneuve
Tá Trulli var koyrdur úr
liðnum, áðrenn kappingar-
árið 2004 var av, varð av-
loysarin fyrrverandi heims-
meistarin
Jaques Ville-
neuve. Villeneuve bleiv av-
smurdur av Fernando, og
tað gjørdist alsamt týðilig-
ari, at her var talan um ein
sera gávuríkan ungan koyr-
ara.
Hetta kappingarárið byrj-
aði væl fyri Renault. Lið-
felagin Giancarlo Fisichella
vann fyrstu koyringina í
Avstralia, Alonso var 6,7
sekund aftan fyri á triðja
plássi.Tað var greitt, at
Renault hevði ein frálíkan
bil. Við sigrum í formel 1
koyringunum á Sepang,
Bahrain, Immola, Nur-
burgring, Magny Cours og
Hockenheim, varð grundin
løgd fyri heimsmeistara-
heitinum. Men tað er í líka
stóran mun, tær tryggu og
skipaðu
koyringirnar
í
seinnu helvt av kappingar-
árinum, har Fernando ferð
eftir ferð tryggjaði sær
virðismikil stig, sum vístu,
at her er talan um ein koyr-
ara, sum umframt at vera
skjótur í einum bili, er førur
fyri at hugsa. Tað er hesi
evnið, ið hava gjørt Alonso
heimsmeistara
24
ára
gamlan.
Keldur: www.fernandoalonso.com,
www.forix.com; www.f1.com
Fernando Alonso:
Fyrsti spanski heimsmeistarin í formel 1
Fernando Alonso hevur altíð
kappast ímóti koyrarum,
sum eru eldri enn hann, og tí
er tað nokkso hóskandi, at
júst hann gjørdist yngsti
heimsmeistari í formel 1
nakrantíð
Mynd: Reuters
Føddur: 21. juli 1981 í Oviedo í Spania
Formel 1 koyringar: 66 í árunum 2001-2005
Sigrar í formel 1: 7
Á sigurskammlinum: 21
Byrjanir í fyrstu støðu: 8
Kilometrar koyrdir í formel 1: 17.015
Kilometrar á odda í formel 1: 2.108
Fyrsti sigur í almennari kapping: Go-kart Pola
de Laviana í 1988
FERNANDO ALONSO