hósdagur 29. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Forteytin fyri eini væl
eydnaðari einskiljing
er, at almennu parta-
feløgini verða seld í
einum. Tað forðar fyri
skaðiligu árinunum,
sum valdsstríð mill-
um smáar partaeig-
arar hevur við sær, og
gevur teimum, sum
keypa, umstøðurnar
at fara til arbeiðis alt
fyri eitt
EINSKILJING
Jákup Mørk
Somikið greið vóru bóðini,
sum Björgólfur Guðmunds-
son gav, tá hesum á vinnu-
degnum í seinastu viku helt
fyrilestur í Norðurlanda-
húsinum.
Fyrilesturin hjá Björgólfi
snúi seg fyrst og fremst um
sokallaða íslendska ævin-
týrið. Altso hvussu tað ber
til, at íslendingar seinastu
fáu árini hava havt ein met-
stóran
búskaparvøkstur,
eins og teir hava framt hóp-
in av risa-íløgum í stórum
altjóða fyritøkum.
Einskiljing alt-
avgerandi
Björgólfur legði fyrst og
fremst dent á, at fortreytin
fyri íslendska vøkstrinum
var, at politiska skipanin
seinastu tíggju árini ella so
hevur broytt fyritreytirnar
hjá íslendska vinnulívinum,
soleiðis at hetta hevur havt
optimalar vakstrarmøgu-
leikar. Í hesum nevndi hann
broytta vinnulóggávu, al-
tjóða handilsavtalur og eina
gjøgnumskygda
skatta-
lóggávu, har partafelags-
skatturin einans er 18%,
meðan
kapitalvinning-
skatturin bert er 10%.
Men fram um alt, so
legði hann dent á, at ein-
skiljing av íslendska fíggj-
arkervinum var tað, sum
skundaði undir broytingar-
nar.
- Sambært serfrøðingum
var hetta ein av mest mar-
kantu broytingunum síðani
seinna heimsbardaga, og
tað kollvelti strukturin í ís-
lendska búskapinum, eins
og tað undirstrikaði al-
menna viljan at gera greið-
an skilnað millum almenn
og privat áhugamál.
Við hesum seinasta peik-
aði hann á tann veruleikan,
at tá stórar fyritøkur verða
einsskildar, so tekur hetta at
kalla øll politisk áhugamál
úr fyritøkuni, sum ístaðin
fær eina nógv størri orku til
at miðsavna seg um fíggj-
arligan og búskaparligan
vøkstur. Og ikki minst, so
skundar hetta eisini undir
tær avgerðir, sum eru neyð-
ugar, tá ein fyritøka skal
rættast meira miðvíst móti
teimum krøvum, sum al-
tjóðagerðingin í dagsins
samfelag setir.
Hartil legði Björgólfur
eisini dent á týdningin, sum
einskiljingarnar hava havt
fyri íslendska búskapin,
sæð úr einum landspolit-
iskum sjónarmiði. Økti
almenni kapitalurin hevur
gjørt tað møguligt at nið-
urgjalda skuld, eins og
munandi upphæddir vórðu
avsettar til gransking, und-
irvísing og heilsuverki.
Seljið ikki í bitum
Tá tosað verður um, hvørj-
um leisti ein føroysk ein-
skiljing skal ganga eftir,
tykist politisk semja vera
um, at hetta skal gerast eftir
eini skipaðari tilgongd, har
størstu fyritøkurnar verða
seldar við ávísum prosent-
pørtum yvir eitt ávíst ára-
mál.
Men júst hetta var nakað,
sum íslendski vinnulívs-
maðurin ávaraði ímóti.
- Sjálvur eri eg sannførd-
ur um, at lykilin til væl eyd-
naðu einsskiljingarnar var,
at strategiskir og sterkir
íleggjarar alt fyri eitt fingu
loyvi at keypa sær avger-
andi meirilutar í fyritøkun-
um. Sum úrslit av hesum, so
fóru somu íleggjarar - sum
høvdu sprænt hópin av pen-
ingi í fyritøkurnar - alt fyri
eitt til verka. Teir settu hjól-
ini ígongd, soleiðis at neyð-
ugu broytingarnar vórðu
gjøgnumførdar. Samstundis
var semja um, at talan ikki
bleiv um at selja smærri
aktiupostar til ein breiðan
íleggjaraskarða yvir eitt
longri áramál. Hetta forðaði
fyri
óvissu
og
einum
valdsstríði millum eigar-
arnar. Nakað sum altíð hev-
ur negativ árin fyri feløgini
og harvið íleggjararnar.
Sjálvur er Björgólfur í
dag nevndarformaður í
Landsbankanum, sum er
fyrrverandi almenni pen-
ingastovnurin. Ein banki,
sum varð einsskildur í
2002, og sum síðani er
vaksin við nærum ófatu-
ligari ferð. Bankin er í dag
á listanum yvir teir 250
størstu bankarnar í heimin-
um, og í norðanlondum er
hann nummar níggju, tá
tosast skal um størstu bank-
arnar.
Her hava nýggju eigar-
arnir lagt dent á eina skjóta
menning av bankanum.
Fyrst og fremst, so eru ís-
lendsku bankarnir í dag
fíggjarstovnar hjá størstu
íslendsku fyritøkunum, og
bara hetta í sjálvum sær
hevur økt munandi um
virksemið. Hartil gav tað
eisini øktan umsetning, at
almenna bústaðarfíggingin
varð avtikin. Saman við
øktu vinnulívsfíggingini er
bankin eisini farin at veita
ráðgeving og lán, tá ís-
lendskar fyritøkur fara á
altjóð marknaðinum, og at
enda eru stórar íløgur
gjørdar uttanlands, soleiðis
at virkisøkið nú fevnir um
nakað nógv meira enn tað,
sum bara gongur fyri seg í
Íslandi.
Hetta metir Björgólfur
vera eina gongd, sum hevði
verið púrasta ógjørlig við
einum almennum eigara-
skara, og samstundis hevur
tað mótprógvað óttanum
um, at einsskiljingarnar
fóru at kosta arbeiðspláss.
Tí við økta virkseminum
hevur bankin í dag eitt
munandi størri tal av
starvsfólkum, enn talan var
um áðrenn einsskiljingar-
nar.
Eisini hevur Björgólfur
áhugamál í eini stórari
heilvágsfyritøku, Pharma-
co. Hesa keypti hann saman
við øðrum í 1999, og síðani
hevur fyritøkan verið fyri
støðugum vøkstri, soleiðis
at hon í dag er tann 9.
størsta av sínum slag í
heiminum!
Altjóðagerðin
Stóri vøksturin, sum ein-
skiljingin av fíggjarsektor-
inum hevði við sær, læt av
álvara upp fyri eini altjóða-
gerð av íslendskum vinnu-
lívi. Við 300.000 íbúgvum
ásannaðu íslendskir vinnu-
lívsmenn skjótt, at skuldi
framhaldandi vøkstur skap-
ast, var fyrsta fortreytin, at
marknaðirnir vórðu øktir.
Við umfatandi strategisk-
um íløgum, hevur íslendski
búskapurin seinastu árini
havt ein metstóran vøkstur,
sum støðugt hevur ligið um
5%. Ikki minst takkað verið
nú privata fíggjarsektorin-
um, sum hevur tvífalda sítt
ískoyti til BTÚ úr 4% í 8%.
Íslendingar eiga í dag íløg-
ur uttanlands fyri íalt 60
mia kr., og bara í Bretlandi
er talið 20 mia kr.
Og tá hann at enda tosaði
um føroysku einsskiljingar-
tilgongdina,
ivaðist
ís-
lendski ríkmaðurin ikki í, at
hetta er eitt øki, har føroy-
ingar kunnu draga stóra
nyttu av íslendsku roynd-
unum.
- Føroyar og Ísland hava
eina serstaka støðu, og
hetta verður eisini prógva í
nýggju samhandilsavtaluni.
Tá tú handlar, er álit mill-
um partarnar størsta aktiv-
ið, sum tú kanst hava, og
einastandandi avtalan mill-
um Føroyar og Ísland
prógvar eisini, at partarnir
hava álit á hvørjum øðrum.
Vit hava álit á rættarskip-
anum og lóggávunum í
báðum londunum, og hetta
undirstrikar eisini, hvussu
nær tengd vit eru mentunar-
liga og søguliga.
- Tí ivist eg heldur ikki í,
at vit eiga at samstarva.
Hvørki av londunum er
somikið stórt, at vit ikki fáa
fyrimunir við einum sam-
starvi, har vit koma at
standa sterkari, enn vit gera
hvør sær. Men skulu vit
gera tað, so mugu vit lata
marknaðarkreftirnar ráa.
Einsskiljingar av almenn-
um fyritøkum eru ein av
fortreytunum fyri hesum,
og eg bæði rokni við og
vóni, at føroysku einsskilj-
ingarnar verða eins væl-
eydnaðar, sum tær ís-
lendsku vóru tað. Og skulu
vit fáa fult gagn av hesum,
so má tað gerast fult og
heilt, heldur enn at fara í
smáum fetum við einum
breiðum og spjaddum eig-
araskara. Hetta er sum ein
barnsburður, tí tú kanst ikki
bara gera tað hálvt, helt
hann.
Nr. 185 • hósdagur • 29. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað nyttar einki at einsskilja almennar fyritøkur í smáum bitum. Tað førir bara til klandur millum smáar partaeigarar. Heldur
eru hyggjuráðini at selja avgerandi meirilutar til teirra, sum hava ráð og vilja at keypa. Eru smærru íleggjararnir ikki nøgdir við
nýggju leiðslurnar, kunnu hesir altíð gera sínar íløgur aðrastaðni, staðfesti nevndarformaðurin í Íslendska Landsbankanum
Björgólfur Guðmundsson, stjóri
í íslendska Landsbankanum
Íslendskur milliarderur um einskiljingar:
Seljið ikki í bitum