Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 185 - 29. september 2005 Hóast eingi prógv eru fyri ákærunum, so verða hópin av giting- um førdar fram um fíggjarligu himmals- ferðina hjá Björgolfi Guðmundssyni og soni hansara, Björg- olfi Þór Björgolfssyni. Sjálvir halda teir fast um, at talan er um góðan handilsskap FÍGGJARÆVINTýR Jákup Mørk Tað var ikki hvør sum helst, ið Vinnuhúsið hevði fingið at halda fyrilestur á vinnu- degnum í farnu viku. Sum nevndarformaður í ís- lendska Landsbankanum, er Björgolfur Guðmunds- son ein av teimum, sum hevur staðið handan met- skjóta vøksturin í íslendska fíggjarheiminum. Og við stórum peningaligum áhugamálum í fleiri av størstu fyritøkunum í Ís- landi, er hann eisini ein av teimum, sum situr við veru- liga valdinum í grannatjóð okkara. Tað líkist eisini eini sannari ímynd av íslendska dreyminum. Maðurin, sum fyri 14 árum síðani var ein falleraður vinnulívsmaður. Ein maður, sum at kalla varð mettur sum ein paria í íslendskum vinnulívi, og sum júst var dømdur eitt ára fongsul fyri fíggjarsvik. Í dag er hann næst ríkasti maðurin í landinum. Ein støða, sum bara verður tik- in av soni hansara, Björg- olfi, sum var fyrsti dollar- milliarderurin í Íslandi, og sum altso verður mettur sum ríkasti maðurin í land- inum. Tað valdar lítil ivi um, at nýggju íslendsku fíggjar- risarnir, eru menn, sum eru staddir ytst á høgraveingin- um. Nakað sum giftan hjá eldra Björgólfi eisini ber boð um. Kona hansara, Þóra Hallgrímsson, var undan hesum gift við ein- um amerikumanni, sum nevndir George Lincoln Rockwell, og er hetta mað- urin, sum var við til at stov- an amerikanska nazista- flokkin. Russiskur bryggjarí-risi Men tað eru fleiri, sum hava hug at seta spurnar- tekin við, hvussu alt hetta ríkidømi er fingið til vega. Søgan byrjaði sum so, tá Björgolfur í 80’unum stovnaði Hafskip, sum av álvara skuldi taka upp kappingina við almenna Eimskip, sum sat á mest sum øllum íslendska vinnu- lívinum. Ætlanirnar vóru stórar, men tær kollsigdlu fullkomuliga, og í fallinum var tað um reppið, at ís- lendski fiskaríbankin eisini varð tikin við. Hetta tí villeiðandi roknskaparupp- lýsingar høvdu havt eina ovurmeting av kreditt-virð- inum hjá Hafskip við sær. Í kjalarvørrinum á hesum fylgdi eitt seks ára langt rættarmál, har ákærurnar upprunaliga vóru 450 í tali, men har Björgólfur at enda varð dømdur fyri fimm brot á partafelagslógina. Av nógvum varð hann eftir hetta mettir sum eitt útskot í vinnulívshøpi, og í íslandi var eingin, sum hevði hug at fíggja eitt nýtt ævintýr, tá hann aftur hevði hug at royna seg. Og tí varð neyðugt at finna aðrar út- vegir. Saman við soninum og samstarvsfelaga teirra, Magnus Thorsteinsson, keyptu teir eitt íslendskt sodavatnstapparí. Tað skuldi tó ikki vera í íslandi, at hetta kom til sín rætt, men ístaðin vórðu fram- leiðslutólini í 1993 flutt til Skt. Pætursborg í Russ- landi. Her fóru teir undir fram- leiðslu av sonevndu mix- drinksunum við sodavatni og spiritus, og tó teir vóru partur í einum langdrignum rættarmáli viðvíkjandi keypinum av bryggjarínum, so gingu bæði framleiðsla og søla við fullari ferð. Somikið væl gekst, at teir eftir fáum árum kundu selja sodavatnsframleiðsluna til Pepsi, fyri síðani sjálvir at flyta seg yvir á ølmarkn- aðin. Her stovnaðu teir Bravo International, og eftir bara fáum árum høvdu teir ein marknaðarpart í lokala økinum upp á 17%, eins og parturin á marknaðarpart- urin í Moskva var 7%. Árliga framleiðslan í 2001 var 2,5 mió hektolitrar, og talið var farið at nærkast 4 mió, tá Heineken í 2002 beyð teimum $400.000.000 fyri fyritøkuna. Eitt keyp, sum Heineken segði seg hava valt fram um onnur, tí teir her høvdu eina fyri- tøku, sum ikki var merkt av korrputión, eins og so nógvar aðrar russiskar fyri- tøkur vóru tað. Og síðani er kavabólturin bara vaksin í vavi, so hvørt sum alt hevur rulla tann vegin, sum íslendski milli- arderurin hevur viljað tað. Uppkeyp av heilvágs- og telefyritøkum í eitt nú Finn- landi og Bulgaria, hava økt munandi um fíggjaraktiv- ini, soleiðis at hann eftir fáum árum stóð sum fyrsti dollar-milliarderurin í land- inum. Løgin kapping Men tað tykjast tó ikki vera øll, sum eru heilt so samd í, at dugnalig virkisleiðsla, og ein heppin hond við soda- vatni og øli eru einastu orsøkirnar til mest sum óhoyrda fíggjarliga vøkst- urin, sum Björgolfarnir báðir høvdu. Ian Griffiths, tíðinda- maður á the Guardian, varð í 2005 heiðraður sum besti vinnulívs-tíðindamaðurin í Bretlandi, og hann tykist sannførdur um, at talan ikki bara er um dugnasemi. - Íslendingarnir gjørdu ikki bara íløgur í Russlandi. Teir gjørdu íløgdur í bý- num, sum verður roknaður sum høvuðsstøðin hjá russ- isku mafiuni. Og teir gjørdu tað í bryggjarí-vinn- uni, sum verður verður mett sum yndis-vinnan hjá somu mafiu, sigur Griffiths. Hann vísir eisini á, at tað er merkisvert, at tríggir nýbyrjarar úr Íslandi skuldu standa so sterkir í ikki bara hørðu, men beinleiðis lívs- hættisligu kappingini á marknaðinum. Soleiðis varð ein kappingarneyti funnin deyður í íbúð síni. Fíggjarligt flogvit ella russiskur strámaður? Sum nevndarformaður í Landsbankanum, og sum eigari av fleiri av størstu fyritøkunum er eingin ivi um, at Björgólfur Guðmundsson er ein av stóru valdsharrunum í »nýggja« Íslandi. Men frá fleiri síðum verða spurnartekin sett við, hvussu hann og sonurin eru komnir til alt ríkidømið, sum teir í dag umsita. Á myndini sæst Björgólfur í miðjuni saman við Statoil-stjóranum, Rúna Hansen, og landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Bárði Nielsen Mynd: Jan Müller Framhald á s. 25