Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fimm teir bestu filmarnir seinasta ári› 3 Ein góður filmur hevur nógv at gera við karmarnar hann verður sæddur undir. Tí skal ein filmur síggjast í biografinum, sigur Martin Nolsøe Simonsen. Hann heldur, at ein góður filmur skal nema við kenslurnar, sleppa innum á onkran hátt Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Martin Nolsøe Simonsen er ein av teimum fáu føroyingunum í film- ídnaðinum. Ungi havn- armaðurin lesur film- og miðlavísund á Kø- benhavns Universitet. Men seinnu árini hevur hann fingist líka nógv við film- og sjón- varpsarbeiðið, sum hann hevur lisið. Hann hevur m.a. arbeitt fyri DR og Zentropa og hevur verið við í fram- leiðslum hjá Lars Von Trier og Peter Gantzl- er. Umframt hetta hev- ur Martin gjørt stutt- filmar, dokumentar- filmar og informa- tionsfilmar. Trier snorkaði Martin fortelur, at einaferð undir arb- eiðinum við "Mander- lay" kom Lars Von Trier inn á skrivstovuna, har Martin arbeiddi. Martin hevði stutt áðrenn tosað við onkr- an annan á filmsetti- num um, at hann hevði onkra teoretiska vitan um ræðslu, sum var rættiliga áhugaverd. Eftirsum Trier arb- eiddi við ræðslu júst tá, so helt Martin, at filmstjórin kanska var komin inn at práta um hetta. Men so var ikki Trier spurdi, um hann kundi leggja seg á sofuna á skrivstovuni, at fáa sær ein lúr. Tí hann skuldi út um kvøldið og vildi fáa eitt sindur av hvíld áðrenn. So har lá tann størsti danski film- stjórin og vendi reyv móti Martini og snork- aði. "Hetta er mítt tættasta samstarv við ein stóran filmstjóra higartil" flennir Mar- tin. Tann heilt rætta útbúgvingin Martin sigur, at sjónleikur og filmur fangaði hansara áhuga, meðan hann var rætti- liga ungur, og hann royndi sum 19 ára gamal at sleppa inn á film- skúlan, men slapp ikki inn. Hann søkti ongan- tíð aftur, tí við tíð- ini metti hann ikki filmskúlan vera tí røttu útbúgvingina. Hann søkti síðan inn á miðlavísund í Århus. Men varnaðist so film- og miðlavísund í Keyp- mannahavn, og helt hesa útbúgving verða heilt tí røttu, tí hon virkar sum eitt bindi- lið millum film og aðr- ar miðlar. Ein góður filmur Planet.fo hevur biðið Martin um at velja fimm teir bestu filmarnar, sum eru komnir í bio- graf og á DVD seinasta árið. "Ein góður film- ur er betingaður av karmunum, og skal upp- livast í einum bio- grafi. Upplivingin er ávirkað av hvørjar um- støðurnar eru, tá tú sært hann, um tú ert í góðum lag, hvørjum tú ert saman við, og nógvir aðrir faktorar spæla inn" sigur Mar- tin, men heldur sam- stundis, at nakrir filmstjórar duga so væl, at karmarnir ger- ast góðir av filminum: "Ein góður filmur sleppur innum á onkran hátt, og nemur við mín- ar kenslur. Hann fær meg at hugsa, tá eg komið út úr biografi- num, og kanska broytur hann mína áskoðan á menniskju." Hatar Hollywood 80% av teimum filmunum sum Martin sær eru Hollywood filmar, men hann sigur seg hata Hollywood. "Við øllum teimum nógvu pengunum stýrir Hollywood, hvørjir filmar koma fram, og hvat biograf- arnir vísa. Hetta, at tey við pengum be- stemma, er for býtt, for naivt og for yvir- fladiskt." heldur Mar- tin. Sin City, filmstjórar: Frank Miller (II) og Quentin Tarrantino Hetta er ein feitur filmur, sum er bæði kul og harður. Film- urin hevur eina feita rútmu. Lit- irnir eru fan- tastiskir, ein øgiliga grafiskur filmur, og bara annarleiðis. Mær hevur altíð dámt væl tekniseriur, og hetta er ein tekniseria. Sjálv søgan er ikki serliga góð. Men filmurin riggar ordiliga væl í einum bio- grafi. Eg visti slettis ikki, hvat eg skuldi vænta, tá eg fór til hann. Men Mickey Rourke var so harður og kontantur, at eg varð drigin inn í filmsins univers. Finding Neverland filmstjóri: Marc Forster Løtan eg sá Fin- ding Neverland, hevur uttan iva spælt inn. Eg sá filmin saman við góðum vinum, í góðum veðri í ein- um útibiografi á S ø n d e r m a r k e n . Filmurin rakti meg hart. Johnny Depp er besti sjónleik- ari, sum arbeiðir við Hollywood film- um. Søgan er um at fortelja søgur, og um hvussu viktigt tað er at droyma. Tí hvørji eru vit uttan dreymar. Hetta er ein filmur, sum fortelur viktig ting um lívið, um hvussu sárbær vit eru, og um hvussu vit við at droyma finna styrkið Eternal sunshine on a spotless mind Enn ein filmur við Jim Carrey, og hóast mær einki dámar Jim Carrey, so elski eg hann í báðum hesum filmunum. Filmurin hevur eina ótrúliga góða filosofi. Søg- an er góð, spenn- andi og inni- haldsrík. Øll, sum síggja hendan filmin, áttu at hugsað um lívið. Handritið er skrivað av Char- lie Kaufman, sum eisini skrivaði "Being John Malkovich". Hann skrivar forferdiliga løgnar filmar. The Incredibles filmstjóri: Brad Bird Ein genta segði, at eg mátti síggja "The Incredibles". Eg hugsaði, "what- ever - enn ein teknifilmur" Eg elski Lion King, Beauty and the Beast, og Alladin. Men eg haldi, at Disney er farið út á eitt síðuspor. Men handan gentan bleiv við. So eg hugdi, at honum. Pínadoyð hann er gjøgnumførdur. Eg ynskti mær altíð, at verða superhetja sum barn, tí var søgan løtt at liva seg inn í. Men harafturat eru figurarnir so væl gjørdir, teir eru meira livandi enn vanlig menniskju. Lemony Snicket’s: a series of unfurtunate events filmstjóri: Brad Silberling Jim Carrey er ein leikari, ið eg hati og elski. Hann spælir høv- uðsleikslutin í hesum filminum. Filmurin hevur tað mest fantastiska samanspælið av litum og ljóði. Tað er, sum hvør sena er ein málningur - tað er heilt fan- tastisk. Man skuldi hildið, at hetta var ein Tim Burton filmur. Søgan er eisini øgiliga góð og øgilig ólukkulig. Samanumtikið ein heilt ótrúliga góður filmur.