hósdagur 29. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jóannes Lamhauge vann í summar heið-
urin sum Ársins Songrødd. 19 ára gamli
havnarmaðurin er greiður yvir, at sigurin
setir krøv. Stórar songrøddir, sum Guðrun
Sólja Jacobsen og Eivør Pállsdóttir hava
brúkt Ársins Songrødd, sum lopfjøl til at
gerast yrkissangari. Jóannes tímir væl at
gerast yrkissangari, men stendur á gáttini
til at skula velja lívsleið, og ymsar leiðir toga
ymsar vegir.
Til Fraklands
Studentaskúlaprógvið er júst komið í hús,
og Jóannes skal avgera, um hvar hansara
lesnaður skal halda fram. Aftan nýggjár
gongur leiðin væntandi til suður Fraklands
til Aix en Provence, ið liggur stutt frá havn-
arbýnum Marseille. Hann kallar hetta eina
pílagrímsferð. Hansara yndislistamaður
Paul Cézanne hevði atelier í Aix en Proven-
ce, tí gongur leiðin hagar. Ætlanin er at
taka eitt málskeið fyrsta hálva árið og síðan
avgera, hvat skal henda.
Myndlistin dregur
Jóannes er eisini myndlistamaður, og hann
hevur á námsferð við studentaskúlanum
vitjað Aix en Provence. Honum dámar sera
væl býin og vil fegin aftur. Hann sigur seg
vera fullkomiliga frankofilan - Hann elskar alt
tað franska. Seinastu trý árini hevur hann
havt franskt í skúlanum, og hann gleðir
seg til at læra meira um málið, fólkið og
mentanina.
Rólant í Skorðini hevur verið fransklærari
hjá Jóannesi tey trý árini á studentaskúla-
num. Hesir tímar hava givið nógvan íblást-
ur, ofta hava fraklendingar og fransktalandi
annars verið gestir í tímunum. Ein tíma var
Marjun Vatnhamar, ein ung føroysk kvinna,
sum læs á einum listaskúla í París, og vitj-
aði. Seinni fóru tey, sum høvdu franskt til
París saman, og tey vitjaðu listaskúlan hjá
Marjun. Jóannes helt skúlan vera sera
áhugaverdan. Hann hevur møguleika at
sleppa inn á skúlan um hann hevur hug,
og hetta er ein møguleiki.
Jóannes er ein sera gávuríkur listamaður,
og hansara eyðsýndu gávir góvu honum
13 í árskarakteri í evning á Studentaskúla-
num. Hetta letur nógvar dyr upp. Hann
heldur, at París er ein spennandi býur, eitt
satt listanna Mekka, og tað kann hugsast,
at leiðin gongur tann vegin aftan á eitt hálvt
ár í suður Fraklandi.
Í løtuni savnar Jóannes pening til ferðina,
hetta verður fyrst og fremst gjørt við at
mála, ætlanin er so at hava nakrar sølu-
framsýningar. Eisini skrivar hann um list í
Skáanum.
Sangurin dregur eisini
Hann sigur seg eisini hava hugsa um at
lisið til arkitekt ella kanska paleontolog ella
arkeolog. Møguleikarnir eru nógvir, men
enn hevur hann ikki tikið nakra avgerð. Ein
møguleiki er hægri lesnaður innan sang.
Serliga nú hann er vorðin Ársins Song-
rødd. Song fyrimyndirnar eru ikki tær van-
ligastu fyri ein 19 ára gamlan drong: Ales-
sandro Safina, Josh Groban, Andrea Bo-
celli og Ernst Sondum Dalsgarð. Við leik-
lutinum, sum Jósef i sangleikinum Jósef
og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið, vísti
Jóannes føroyingum, at hann hevur eina
frálíka rødd, sum egnar seg sera væl til
musikalir. Hetta sama vísti hansara tolking
av "When you say you love me" í ársins
songrødd finaluni. Hann fortelur eina søgu
við sanginum, og hevur stóra innliving í
bæði tekst og lag. So nógva innliving, at tú
trýrt honum.
Lekran yvirkropp
Men tað er ikki bara røddin og listargávur-
nar, sum eru góðar. Jóannes er ítróttar-
maður, og er væl trenaður, hetta kom til
sjóndar í Jósef og hitt ótrúliga litfagra
dreymakotið. Í leikinum letur Jósef seg úr
dreymakotinum, og stendur við berum yvir-
kroppi. Jóannes greiður frá, at tá hann lat
seg úr, hoyrdi hann, eitt suð fara í gjøgn-
um allan salin í Norðurlandahúsinum, og
so byrjaðu konufólkini at skríggja. Hann
heldur tað vera nokkso stuttligt. Onkur
konufólk samanbóru hann við ein griskan
guð.
Hann upplivir eisini enn, at vinkonir for-
telja, at mammurnar hjá teimum hava
spurt, um hann enn hevur líka lekran yvir-
kropp.
Egin løg
Jóannes var í finaluni í Singer/Songwriter
kappingini í Hafnia Lounge í fjør. Hann hev-
ur skrivað løg í fleiri ár, og hevur havt nøkur
liggjandi í skuffuni, men var ikki vanur at
spæla tey alment. Tí vóru nervarnir øgiligir,
tá hann fór á pallin í Lounge’ini. Hann
kendi seg naknan. Hetta hóast, at har
vóru nógv færri fólk enn til Dreymakotið.
Hann sigur munurin var, at í Norðurlanda-
húsinum, var tað ikki Jóannes men Jósef,
sum stóð á pallinum, tí vóru nervarnir ikki
so ringir. Í Lounge hevði hann ongan leiklut
at goyma seg aftan fyri, hann var berur.
Eisini vóru nógv av teimum í Lounge’ini
slettis ikki áhugaði í tónleikinum, men bara
komin fyri at ballast, tað kendist løgið at
skula spæla fyri fólki, sum ikki tímdi at lurta.
Hann heldur annars Singer/Sonwriter
kappingina vera eitt tað besta tiltakið, ið er í
Føroyum. Luttakararnir eru so øgiliga
ymiskir, t.d. vóru m.o. Rókur Jakobsen,
Kári Páll Nolsøe og Ragnar í Vík við í fjør.
Jóannes var serliga stoltur av, at hava
vunnið á Ragnar í Vík, sum júst hevði verið
í Nashville og sungið.
Hann hevur meldað seg til aftur í ár. Men
gravgangurin var so stórur eftir at luttaka,
at hann einans er sloppin á bíðilista. So
hann sleppur bert at luttaka um onkur
meldar avboð.
Jóannes spælir umframt gittar, klaver og
trompet. Hann sigur, at gittarin er hansara
besti vinur, og at hann hevur skrivað eina
rúgvu av løgum. Dreymurin er, at gera eina
fløgu onkuntíð, og heitið ársins songrødd
setur nøkur krøv.
Ársins Songrødd
Jóannes heldur ikki at karmarnir fyri Ársins
Songrødd eru serliga hepnir, støðið er
høgt, og nógvir góðir sangarar syngja av
heilum hjarta, men fyri áskoðararnar er
hetta eitt ball. Hann heldur at ein sitikonsert
hevði verið meira passandi til eitt tílíkt tiltak.
Eisini hevði ein eldri lurtaraskarði fingið
áhuga fyri tiltakinum, um karmarnir vóru
annarleiðis.
Í høvuðsuppgávuni í evning á studenta-
skúlanum, gjørdi Jóannes millum annað
eitt kórverk. Hann sigur seg droyma um,
at fáa Sunnleif Rasmussen og Tarira at
framføra verkið.
Nógvir eru dreymarnir, og evnini eru stór.
Tað verður spennandi at fylgja við, hvat
framtíðir hevur at bjóða Jóannesi.
MEIRA ENN BERT EIN
LEKKUR YVIRKROPPUR
Mammurnar hjá vinkonunum spyrja, um eg enn havi líka lekran
yvirkropp, fortelur 19 ára gamli Jóannes Lamhauge, sum hevur upplivað,
at konufólk skríggjaðu, tá hann lat seg úr dreymakotinum