hósdagur 29. september 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Við nógvum yvirgangsatsóknum kring
um í heiminum, kann tað eisini verða
neyðugt, at vit í Føroyum hava eina
tilbúgving á hesum øki. Spurningur-
in er so um venjingarnar í Klaksvík
ein dagin herfyri vóru liður í hesi
tilbúgving.
Tá ið ein av myndamonnum hjá okkum
var í Klaksvík í góðveðrinum ein
mánadag herfyri, gjørdist hann ikki
sørt skakkur, tá ið hann sá fólk í
serligum búnum venja álop á bygn-
ingar norði á Strond.
Myndirnar vísa, at tað minti ikki
sørt um tær serligu hereindirnar,
sum tað ber til at síggja í filmum
úr Hollywood – tey sokallaðu SWAT-
liðini. Hetta eru serligar deildir
hjá løgregluni, ið verða nýttar, tá
í vandamiklar støður taka seg upp,
og har fólk kunnu vera tikin til
gísla til dømis.
SAS serdeildin
hjá enska herinum
Enski herurin hevur eina serliga
herdeild, ið verður kallað SAS, og
spurningurin er so, um føroysku
SWAT-hermenninir hava bretar sum
fyrimynd, ella um teir finna sín
íblástur í USA, har løgreglan eis-
ini hevur slík herlið.
Tað kann tó leggjast afturat, at
arbeiðshátturin hjá hesum herdeild-
um líkist nógv hvørjum øðrum, og
liðin venja saman í serligum NATO-
venjingum.
Tað eru nógvar anti-terror ser-
deildir í Evropa. Í Danmark hevur
herurin bæði jægerkorpset og frø-
mandskorpset, og mest sannlíkt er,
at løgreglan eisini hevur eina
deild. Í Týsklandi eitur serdeildin
GSG9, og er hetta ein serdeild, ið
var sett á stovn eftir giðslatøkuna
í München, har fleiri ísraelsk
ítróttarfólk doyðu, tá hesir blivu
hildnir sum gíslar undir olympisku
leikunum.
Eftir at vit hava kanna tilburðin
í Klaksvík, kann staðfestast, at
her ikki er talan um nakra eind inn-
an løgregluna í Føroyum, men ein
eind, ið gongur undir navninum
Delta Force. Delta Force er eitt
privat felag, sum spælir við eftir-
gjørdum byrsum, sum skjóta smáar
plastikk kúlur. Spælið kallast
hardball og sigst verða óføra
stuttligt.
Kanska var tað ein liður í nýggjari føroyskari
tilbúgving í sambandi við yvirgangsatsóknir,
tá ið eitt SWAT-lið hevði venjingar í Klaksvík
herfyri. Ella kanska var tað bara spæl
SWAT-hermenn
venja í Klaksvík
Teir venja
álop á
bygningar
Teir taka sær
av løttum eina
løtu undir
venjingunum
Búnarnir eru eisini serliga
gjørdir anti-terror deildir
Fult útgjørdur
føroyskur
SWAT-hermaður