hósdagur 29. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Tað er blivið alt meira vanligt at leingja sær
hárið. Nú fara fólk ikki bara til frisør, tá ið
tey skulu klippast ella snøggast, nei, nú er
eisini møguleiki at leingja sær hárið.
Salong BRONX í Tórshavn sveisar hár
fyri fólk.
Tað tekur ikki langa tíð at fáa langt hár í
BRONX – einans tveir til tríggjar tímar, og
tá er frisúran eisini uppá pláss.
Tað ber til at velja, hvat slag av hári tú vilt
hava – fipurhár ella ordiligt hár.
Fipurhárið er bíligari, og tað fæst í øllum
hugsandi og óhugsandi litum. Tað tolir ikki
so nógvan hita, og tí skulu fólk ansa eftir
hitanum, tá ið tey føna sær.
Tað »ordiliga« hárið er í eisini í øllum na-
túrligum litum, men fyrimunurin við hesum
hári er, at tað kann bæði litast og strípar,
fønast, slættast og krúllast – tað er júst
sum at eiga hárið sjálvur.
Hárið sum er sveisa ella líma upp í, kann
varða upp til tríggjar mánaðir. Hárið er lím-
að í, og fyri at límið ikki skal fara inn í títt
veruliga hár, skal tað takast burtur inn
tríggjar mánaðir. Tað verður eisini gjørt hjá
hárfríðkuni.
Tað ber til at keypa lokkar einkultvís, ella
um man skal hava nógv hár, so keypur
man ein bana. Tað er nakað bíligari.
FÁ TÆR L O N G R I
HÁR HJÁ FRISØRINUM
áðrenn
aftaná
- Fer ikki illa við hárinum
- Er nemt at halda.
- Nýt nógv balsam.
- Lokkarnir kunna endurnýtast !
Kostnaður:
1 lokkur av fiburhári: 50 kr
1 lokkur av orduligum hári: 55 kr