hósdagur 29. september 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Loos vísir seg fram
Rebecca Loos, sum er serliga kend sum kvinnan,
sum David Beckham fjasaðist við, ger alt fyri
at vera frammi. Hon hevur tikið lut í ymsum
reality-sendingum, síðani hon fekk sekkin sum
hjálparfólk hjá Beckham, tí hon hjálpti við ov
nógvum. Nú ætlar hon at gera ein nýggjan
álmanakka, sum skal vísa meira enn vanligt av
Rebeccu Loos. Hon hevur funnið saman við um-
strídda myndamanninum Alison Jackson fyri at
taka tær 12 avbjóðandi myndirnar. Tað sigst, at
ein maður, sum líkist David Beckham, skal vera
við á myndunum.
Matt Damon fekk egna song
Sjónleikarin Matt Damon gramdi seg í bløðunum
um, at hann hevði so nógv at gera, at hann mátti
verða á ferð alla tíðina. Hann segði, at hann
kendi tað, sum at hann onga song átti sjálvur.
Hetta fekk sjónleikaran Jennifer Love Hewitt at
keypa eina song og senda hana til Matt Damon.
Love Hewitt sendi eina heilsan við songini, men
hann svaraði henni ikki. Tey hittust einaferð
herfyri, og tá hugdi Matt Damon bara eitt sind-
ur undarliga efir henni.
Nýggj filmsrøð um fótbólt
10. september hevði
filmurin Goal heims-
premieru í USA. Film-
urin er tann fyrsti í
eini røð av trimum
filmum, sum snýr seg
um ein ungan fótbólts-
spælara í USA, sum fer
til
Newcastle
at
spæla, roynir seg í
Real Madrid og endar
aftur á meksikanska
landsliðnum. Høvuðs-
leiklutin hevur Kuno
Becker, meðan amerikanski leikstjórin Danny
Cannon hevur stjórnað filminum. Hann sigur, at
munurin millum hendan og allar aðrar fót-
bóltsfilmar er, at hesaferð hava tað endiliga
verið nógvir pengar at gera filmin fyri. FIFA
er við í verkætlanini og vónar, at filmurin
kann gera fótbóltsspælið enn meira populert
kring heimin. Filmurin verður frumsýndur í
Havnar Bio fríggjakvøldið.
TÚ OG
STJØRNURNAR
Planet.fo bjóðar nú øllum føroyingum at senda inn myndir
av sær og kendum persónum. Hevur tú hitt ein kendan
tónleikara, sjónleikara, politikarar, fótbóltsspælara ella onkr-
an anna, so kanst tú senda okkum myndina og lata okk-
um síggja teg og stjørnuna.
Tær fyrstu myndirnar eru komnar inn, og her á síðuni
síggjast nakrar av teimum. Vit koma við fleiri seinni.
Hevur tú hug at lata lesarar hjá Planet.fo síggja tína
mynd, kanst tú senda hana til planet@sosialurin.fo.
Tað ber eisini til at senda við vanligum posti: Sosialurin,
Boks 76, 110 Tórshavn. Merk brævbjálvan Planet.fo.
Tað ber eisini til at senda myndir umvegis heimasíðuna
Planet.fo
Arni Zachariassen var í Finn-
landi og spældi við I AM í
fjør, og tá ið teir skuldu skifta
flúgvara, komu teir at bíða í
nakrar tímar í Helsinki. Har
rendu teir seg inn helst fitt-
asta finlendingin í heiminum,
Mumi-trøllið. Arni var skjótur
í vendingini og fekk eina
mynd av sær og Mumi. –
Mumi var eyðmjúkur og niðri
á jørðini og ikki nøkur
diva, sum man kanska kundi
hildið, so kendur sum hann
er. Hann er faktiskt
akkurát líka sum í filmunum,
super kul og fittur, sigur Arni
Elsbeth Bech býr í Søldafirði,
og hon hitti í summar írsku
poppstjørnuna Brian McFadd-
en. Tey vóru umborð á Dúgv-
uni á veg til Klaksvíkar, tá ið
pápi Elsbet fór at práta við
McFadden. Hann skrivaði
autograf til Elsbet, og tey
vóru sjálvsagt eisini av-
myndað saman. – Tað var
ógvuliga cool, sigur hon.
Jógvan og Jukka, sum er
trummuspælari í finska bólki-
num Nightwish. Teir hittust til
afterparty á The Rock í Keyp-
mannahavn í síðstu viku.