Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 29. september 2005 25 Myrdur í køkinum á fimtu hædd! Ein annar møtti ein- um sonnum kúluregni, tá hann trein út úr Mercedes- bili sínum, og hjá einum triðja kappingarneyta brendi bryggjaríið í grund. At síggja til eftir eitt óhapp. Og meðan hetta hendi, var Bravo-International brádliga eitt av stóru bryggjaríunum í landinum! Uppreisn í Íslandi Og við pengum í lumman- um kundu menninir nú fara aftur til Íslands, har navnið á pápanum skuldi reinsast. Og tað varð eisini gjørt við manér. Umvegis Samson Hold- ing, sum yngri Bjørgfinnur og Magnus Thorsteinsson høvdu valdið á, varð Landsbankin keyptur. Eitt keyp, sum fekk ikki sørt av mótmælum við sær á veg- num, tá Bjørgfinnur eldri var ein av atvoldunum til, at ein bankabjarginv av Fiska- ríbankanum varð neyðug í síni tíð. Og at hesin nú eisini varð settur í sessin sum nevndarformaður, kundi einamest síggjast sum eitt tekin um, at hann ikki bara var aftur. Hann hevði fingið hevnd, og hann hevði prógvað, at dugur var í. Eisini hóast politiskt rok stóðst av handlinum, sum av fleiri andstøðutinglimum varð skýrdur sum eitt dømi um, hvussu politiskar vinar- tænastur vórðu veittar, nú almennu ognirnar skuldu avhendast. Men ævintýrið endaði ikki bara við hesum. Mis- eydnaða kappingin við Eimskip var í síni tíð høv- uðsatvoldin til trupulleik- arnar hjá eldra Björgolfi, og her keyptu teir tríggir 40% av partapeninginum, áðrenn teir umskipðu fe- lagið í fleiri smærri eindir. Umvegis Landsbankan keyptu teir eisini 25% av íløgufelagnum, Burderas, sum yngri Björgolfur átti. Gaman í eru eisini 17.000 aðrir íleggjarar í Burderas, men tað eru framvegis teir tríggir, sum hava valdið í felagnum, og umvegis hetta hava teir eisini keypt seg inn í hópin av øðrum fyri- tøkum. Eisini fyritøkum, har Landsbankin hevur beinleiðis áhugamál, og hetta er nakað, sum sein- astu tíðina hevur verið at- vold til ótta. Í mun til flestu av grannalondum okkara, so er einki mark fyri, hvussu íslendskir fíggjarstovnar kunnu vera bæði lánveitarar og eigarar av fyritøkum. Hetta hevur fingið ís- lendska fíggjareftirlitið at taka gula kortið úr lumm- anum, tí tey meta vandan fyri ovurupphiting av bú- skapinum vera ov stóran. Og ikki minst, so kunnu slíkar konstruktiónir, har bankin og vinnulívið eru ov nær tengd, bresta sum sápu- blørur, um eitt veruligt hóttafall kemur. Ávaringar um tað sama hava eisini verið frammi í eitt nú Týsklandi og Japan, har kross-eigaraskapur millum bankar og vinnulív ikki hevur nakrar forðingar. Russiskir pengar Spurnartekini um fíggjar- ligu himmalsferðina hjá teimum trimum monnunum handan Burderas, eru tó ikki sterkastu ákærurnar, sum Ian Griffiths kemur við. Hóast hann í grein síni ikki gevur nakra greiða staðfesting, so sigur hann harðari enn spakuligt, at íslendska ævintýrið í veru- leikanum er fíggjað við russikum mafia-pengum, heldur enn vøkstri og liberaliseringum. Eitt ævintýr, sum hevur ført íslendskar íleggjarar við sjey-míla ferð inn á størstu europeisku markn- aðirnar. Og sum til dømis hevur gjørt tað møguligt at gera eina roynd at yvirtaka risa-stóru Marks & Spencer handilsketuna, sum einsa- møll hevur ein eins stóran umsetning, sum alt tað ís- lendska samfelagið. Tað hevur eins og hjá the Independent givið illgruna um, at russiskir oligoarkar, so sum Roman Abramovich og aðrir, snøgt sagt nýta Ís- land sum eina millumstøð, tá milliaraupphæddir teirra skulu nýtast til at fáa valdið á stórum europeiskum fyri- tøkum. Ført verður eisini fram, at Reykjavík við stra- tegisku plasering síni mitt millum Moskva og New York er tann perfekta mill- umstøðin í so máta. Sjálvur tykist Griffiths tó í størri mun at fylgja pengaslóðini heldur enn teirri geografisku. Hann vísir á, at seinastu trý árini hevur ein stórur peninga- streymur verið til íslendska virðisbrævamarknaðin úr londum sum Guernsey og Luksemburg. Av Guernsey vórðu at kalla ongar íslendskar íløgur framdar fram til 2001, men í 2003 var hetta talið komið upp á 1 mia kr. Og úr Luksem- burg er peningastreymurin um sama mundi øktur úr 400 mió kr. upp í 2,3 mia kr. í fjør. Nakað sum ger íleggjarar í Luksemburg til størstu útlendsku íleggjar- arnar í Íslandi. Tað hevur gjørt tað møguligt hjá íslendskum fyritøkum av venda eini niðurgongd í 2002 til ein metstóran vøkstur, sum síð- ani miðskeiðis í 2002 hevur verið 300%! Hvar liggur sannleikin? Men hetta eru sum sagt gitingar, tó at keldurnar til hesar tykjast rættiliga væl- grundaðar. Í Íslandi hevur tað eina- mest verið Støð2, sum hev- ur viðgjørt málið, men enn eru so eingi prógv av nøkr- um slag funnin fyri hesum. Og sambært fíggjarser- frøðinginum, Larus Weld- ing, sum starvast hjá Landsbankanum, eru heilt aðrar orsøkir til íslendska ævintýrið: Íslendska pensiónsskip- anin hevur gjørt, at tørvurin á íløgum er størri enn tað, sum kann nøktast í Íslandi. Íslendski virðisbræva- marknaðurin, ICEX, hevur havt sera stóra framgongd - 60% í fjør - og tað hevur drigið veldugar útlendskar íløgur til landið. Íslendingar hava havt ein væl skipaðan fiskiskap, sum hevur givið eitt veld- ugt ríkidømi. Og loksins, so sigur hann, at íslendingum dámar at takast við teir stóru. Og tí verða nógvar íløgur gjørdar í eitt nú Bretlandi. Sjálvir leggja Björgólf- arnir báðir ikki so nógv í at gera viðmerkingar, men onkur er tó follin kortini. - Stóri vøksturin í Íslandi hevur gjørt okkum varugar við avmarkingarnar, sum liggja á heimamarknaðin- um, og tí hava vit hugt uttanlands. Og við ungum væl útbúnum starvsfólkum, sum hava evnini til at hugsa bæði øðrvísi og meira krea- tivt, hava vit í nógvar mátar brotið úr nýggjum, sigur tann eldri teirra. Og sonurin staðfestir, at talan bert er um at gera skilagóðar íløgur. - Eg dugi væl at finna fyritøkur, sum eru undir- mettar, og sum kunnu mennast. Og eg haldi meg hava ein góðan eginleika at finna dugnalig fólk at stýra hesar fyri meg, sigur hann. Er hetta esinasta rætt, so er einki at ivast í, at talan er um eitt fíggjarligt flogvit av teimum heilt stóru. Men hinvegin eru so eisini tey, sum halda at talan er um aðrar kreftir, sum standa handan brádliga vøksturin. Ikki bara hjá Burderas- bólkinum, men hjá samlaða íslendska íløgu-ævintýrin- um. Keldur: the Guardian, Berlingske Tidende, the Independant, MobileMonday.net, Morgunblaðið Himmalvendu tornini í Skt. Pætursborg gjørdust á sín hátt ímyndin av handils- skapinum hjá Burderas bólkinnum. Eitt felag, sum hevur 17.000 íleggjarar, men har Björgólfur Guðmunds- son, sonur hansara, Björgólfur Þór Björgólfsson og partnari teirra, Magnus Thorsteinsson, sita við valdinum Framhald av síðu 16