fríggjadagur 30. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 186 - 30. september 2005
Eftir at Margarin-
fabrikkin í Havn fyri
einum góðum mánað
síðani var fyri her-
verki, hava handverk-
arar arbeitt við at
gera tilhaldsstaðið
hjá okkurt um 200
børnum í Havn í
stand aftur, og nú
verður latið upp aftur
UMVÆLING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var um morgunin tann
24. august, at starvsfólk á
Margarinfabrikkini varn-
aðust, at ein maður hevði
gjørt herverk í hølunum, og
at stórur vatnskaði var
hendur.
Viðkomandi, ið hevði
framt herverkið, lá tá og
svav í hølunum, og hann
var handtikin av løgregluni.
Vatnskaðin var ógvuliga
umfatandi,
og
seinasta
mánaðin hava handverkarar
arbeitt við at umvæla skað-
an, og nú er arbeiðið við at
verða liðugt.
Á heimasíðuni hjá Tórs-
havnar
Kommunu,
www.torshavn.fo, stendur
at
lesa,
at
Margarin-
fabrikkin letur upp aftur
komandi mánadag, og tað
eru tað ivaleyst nógv børn í
høvuðsstaðnum, sum fegn-
ast um.
Fyrst í komandi ári
verður deildin hjá
Suðuroyar Sparikassa
í gongugøtuni í Havn
latin aftur og flutt
verður eitt lítið petti
niðan eftir Niels
Finsensgøtu
FLYTING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Líka síðani at Suðuroyar
Sparikassi síðst í nítiárun-
um læt upp deild í høvuðs-
staðnum, hevur deildin
hildið til mitt í gongugøtuni
í miðbýnum, men fyrst í
komandi ári verður flutt.
Størri og meiri
nútímans hølir
Nýggja deildin kemur at
halda til í Niels Finsens-
gøtu 31, beint yvir av bil-
støðini Auto, í hølunum,
har handilin hjá Minu
Wilhelm áður hevur verið.
Rúni Johannesen, ið er
deildarleiðari hjá Suður-
oyar Sparikassa í Havn,
sigur, at í løtuni verða høl-
ini umbygd, og at alt ar-
beiðið væntandi verður
liðugt einaferð fyrst í kom-
andi ári.
- Vit fara at fáa nýggj
hølir, sum eru bæði størri
og meiri nútímans enn tey,
sum vit hava nú, sigur Rúni
Johannesen.
Um viðskiftafólkini hjá
sparikassanum
fara
at
merkja nakað til flytingina,
dugir Rúni Johannesen tó
ikki at siga nakað um í
verandi løtu.
Suðuroyar Sparikassi
nýggj høli í Havn
Nógv verður gjørt við
húsini, ið Suðuroyar
Sparikassi skal flyta í
eftir nýggjár. Sambært
deildarleiðaranum í
Havn, Rúna Johanne-
sen, verður talan um
størri og nógv betur
hølir.
Mynd: Jens Kr. Vang
Margarinfabrikkin
letur upp aftur
Tað er ein stór umvæling, ið er gjørd á Margarinfabrikkini eftir herverkið í farna mánað.
Mynd: Jens Kr. Vang