Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Rúsdrekkakoyringin eitt mál ímillum Tobba og fútan Nr. 186 - 30. september 2005 5 Eftir at hava arbeitt við málinum í nógv ár, verður bygdar- savnið í Porkeri tikið alment í nýtslu í dag BYGDARSAVN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í nógv hava porkeningar arbeitt fyri at seta eitt bygdarsavn ástovn í bygdini. Og nú er komið so langt, at bygdarsavnið verður tikið alment í nýtslu í dag. Tað verður gjørt klokk- an 18 í dag, tá ið bjóðað verður til almenna mót- tøku í bygdarsavninum, sum er í gamla skúla. Tá fara tey at greiða frá bygdarsavninum og forn- minnafelagnum í Porkeri og síðani ber til at síggja savnið og teir lutir, sum tey hava fingið í varð- veitslu. Gamli skúlin í Porkeri er settur í prýðiligan stand til at hýsa bygdar- savninum og skúlin er eina vitjan verdur í sær sjálvum, ikki minst tí at Johan Dam, vanliga nevndur Hannekiss, hev- ur æðramálað hann. Porkenningar siga, at hetta mann vera eitt tað seinasta meistaraverkið undan hansara hondum. Samstundis frætta tey í felagnum fegin frá fólki, sum hava søguligar og forvitnisligar lutir, sum tey vilja læna savninum ella sum tey vilja lata savnið hava í varðveitslu. Vit halda, at gamli skúlin í sjálvum sær er sera prýðiligum innan. Hann er æðramálaður, og tað er Johan Dam »Hannekis« sum stóð fyri tí. Hetta man vera eitt av teimum seinastu meistaraverkunum, sum hann hevur gjørt. Porkeningar taka bygdar- savnið í nýtslu í dag Øll bíða í spenningi eftir at sakarmálið ímillum Tórbjørn Jacobsen, løgtings- mann og fútan, kem- ur til viðgerðar í Før- oya Rætti í næstu viku POLITISKT ÓRIN Áki bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg ivist stórliga í um fútin uttan víðari hevur rætt til at taka koyrikortið frá Tór- birni Jacobsen. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, sum er ein av okk- ara royndastu løgfrøðing- um. Løgreglan hevur skuld- sett Tórbjørn Jacobsen fyri at koyra við kenning og hevur tikið koyrikortið frá honum. Men mikudagin visti Útvarpið at siga, at Tór- bjørn Jacobsen hevur mót- mælt at fútin hevur tikið koyrikortið og hann hevur lagt sak ímóti fútanum. Sakarmálið kemur til viðgerðar í næstu viku og Bjørn á Heygum, sakførari hjá løgtingsmanninum, sig- ur, at talan er um eina prin- sipiella sak, sum ongantíð fyrr er roynd í donsku rætt- arskipanini, sum Føroyar eisini hoyra undir. Sum løgtingsmaður, hev- ur Tórbjørn Jacobsen polit- iskt órin. Tað merkir, at hann kann ikki rættarsøkj- ast fyrrenn Løgtingið hevur tikið politiska órinið frá honum. Og akkurát hetta er kjarnin í málinum. Spurningurin, sum Tór- bjørn Jacobsen vil hava rættin at avgera, er, um fútin kann loyva sær at taka koyrikortið frá honum, tá ið tað ikki kann sigast við fullari vissu, at avgerðin um at taka kortið kann roynast í rættinum. Hetta er ein spurningur, sum ongantíð er svaraður í donsku rættarskipanini. Men tað verður hann altso nú. Eisini ein av okkara kendastu og royndastu løg- frøðingunum, Jógvan Páll Lassen, heldur, at talan er um eitt áhugavert sakarmál. – Er tað so, at hetta ong- antíð áður er roynt í rættar- skipanini, er tað eitt mál, sum hevur størsta áhuga. Sjálvur ivast hann í, um fútin kann loyva sær at taka koyrikortið frá løgtings- manninum, tí hann hevur politiskt órin. – At taka koyrikortið frá Tórbirni Jacobsen er ein partur av eini revsing. Men hendir tað nú, at tingið ikki tekur órinið frá løgtings- manninum, kann hann ikki revsast. Og so hevur fútin kortini revsað hann av órøttum. Tí heldur Jógvan Páll Lassen, at talan er um eitt sera áhugavert mál. Annars er tað ongantíð hent, at fólkatingið ella løgtingið ikki hevur tikið órinið frá einum tinglimi, sum verður ákærdur fyri lógarbrot. – Orsøkin til, at tinglimir eru vardir av órinið, er fyri at verja teir ímóti at útinn- andi valdið, sum er løgregl- an og ákæruvaldi, ikki skal kunna fara eftir tí lóggev- andi valdinum, sum er ting- ið, uttan at tingið samtykkir tað fyrst. Men er talan um lógarbrot, hevur tingið altíð tikið órinið frá einum ting- limi. Ikki avleiðingar Annars heldur Jógvan Páll Lassen ikki, at lógarbrotið hjá Tórbirni Jacobsen er so mikið grovt at tað eigur at fáa politiskar avleiðingar fyri hann. - Brot á ferðslulógina verða vanliga ikki mett at vera so álvarslig lógarbrot at tað eigur at fáa politiskar avleiðingar. At koyra við kenning, verður vanliga revsað við hefti, sum er linari enn fongsul. Fyri at ein politikari skal missa tignina og at eitt revsimál sostatt eigur at fáa avleið- ingar fyri ein politikara, skal talan verða um fong- sulsrevsing í eina ávísa tíð, men tað verður tað ikki talan um í hesum sam- bandi. Men danski politikarin, Hans Engell, segði fólka- tingssessen frá sær eftir at hann hevði koyrt við kenn- ing? – Ja, men hann var leiðari fyri ein politiskan flokk, konservativa flokkin og harafturat forsætisráðharra- evnið hjá flokkinum, so tað er øðvísi enn at vera van- ligur tinglimur, sigur Jógv- an Páll Lassen Høgni Hoydal, for- maður tjóðveldisflok- sins vil ikki blandast uppí málið, har Tór- bjørn Jacobsen er skuldsettur fyri rús- drekkakoyring RÚSDREKKAKOYRING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hatta er eitt mál ímillum Tórbjørn Jacobsen og fút- an. Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins hevur als ongar viðmerkingar til, at ein av tingmonnum tjóð- veldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen, nú er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og at løgreglan hevur tikið koyri- kortið frá honum. Løgreglan tók Tórbjørn Jacobsen tíðliga ein sunnu- morgun. Illgruni varð um, at hann hevði koyrt við kenning og tí varð blóð- roynd tikin av honum. Løg- reglan tók eisini koyrikort- ið, men tá fekk hann kortið aftur. Men mikudagin visti Útvarpið, at nú úrslitið av blóðroyndini er komið, hevur løgreglan aftur tikið koyrikortið frá tingmannin- um og hevur skuldsett hann fyri rúsdrekkakoyring. Men sambært Høgna Hoydal, formanni tjóðveld- isfloksins, er hetta ikki eitt mál, sum viðkemur tjóð- veldisflokkinum. Hann sigur tvørturímóti, at hetta er eitt mál ímillum Tórbjørn Jacobsen og fút- an. Sostatt hevur Høgni Hoy- dal heldur ikki sett seg inn í málið, tí hann hevur onki við tað at gera. Men tjóðveldisflokkurin orðaði fyri nøkrum árum síðani ein rúsdrekkapoli- tikk. Tað ásannar Høgni Hoy- dal og sambært honum, er rúsdrekkapolitikkurin framvegis í gildið. Men eftir hansara tykki er hetta ikki ett brot á tann politikkin. – Rúsdrekkapolitikkurin hjá tjóðveldisflokkinum snýr seg um ein rúsdrekka- politikk í samband við tað politiska arbeiði fyri flokk- in og ikki um, hvat fólk gera privat, sigur Høgni Hoydal. Og aðrar viðmerkingar hevur hann ikki til málið. Ivast stórliga í um fútin kann taka koyrikortið frá Tórbirni Jacobsen At Tórbjørn Jacobsen hevur koyrt við kenning, hevur onki við tjóðvelfdisflokkin at gera, heldur Høgni Hoydal, formaður floksins – At taka koyrikortið frá Tórbirni Jacobsen, er ein partur av eini revsing og tað ivist eg í um fútin kann loyva sær, fyrrenn løgtingið hevur tikið órinið frá løgtingsmanninum, sigur ein av okkara royndastu løgfrøðingum, Tórbjørn Jacobsen