Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 186 - 30. september 2005 10. - 13 september var granskarafund- ur um 9. floks kann- ingarnar komandi hildin í Føroyum HEILSA Granskarar úr 35 londum í Evropa savnaðust til fundar í Havn í døgunum 10.-13. september at leggja til rættis komandi kanningarnar í 9. flokki. Talan er um tær so- nevndu ESPAD-kanning- arnar, European School Survey Project on Alchol and Other Drugs. Kann- ingarnar hava til enda- máls at kanna hugburð og atburð mótvegis rús- drekka, narkotika, tu- bakki og harðskapi. Hes- ar kanningar hava verið samskipaðar í Evropa síðan 1993. Á hesum sinni var tað Deildin fyri Arbeiðs- og Almannheilsu og Fyri- byrgingarráðið, sum í fe- lag skipaðu fyri fundin- um. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumál- um heilsaði á samkomu í Listaskálanum gestunum vælkomnum. Ráðstevnan varð hildin í fundarsalinum á Lands- sjúkrahúsinum. Niður- støðan gjørdist, at vit aftur í mars 2006 eiga at gera samskipaðar kann- ingarnar um alt Evropa. Ætlanin er, at Føroyar eisini skulu vera við í komandi kanningum. Slíkar kanningar hava verið gjørdar í Føroyum síðan 1989, soleiðis at vit nú hava eitt gott og rúgv- ismikið tilfar til at lýsa gongdina viðvíkjandi hesum vandamálum hjá ungdóminum, sigur Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fyri- byrgingarrráðið í tíðinda- skrivi. Sigríður Anna Þórð- ardóttir er nýggju norðurlendskur sam- starvsráðharri Ís- lands. Fyrsta uppgáva hennara verður Norð- urlandaráðasfundur- in í Ìslandi 25. - 27. oktober NORÐURLANDARÁÐIÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Týsdagin var umhvørvis- ráðharri Íslands, Sigríður Anna Þórðardóttir, útnevnd til norðurlendskan sam- starvsráðharra í íslendsku stjórnini. Hon tekur yvir málsøkið frá Valgerður Sverrisdóttir, sum hevur verið ídnaðar-, orku- og handilsmálaráðharri eins og norðurlendskur sam- starvsráðharri síðani sep- tember í fjør. Fyrsta uppgávan hjá Sig- ríður Anna Þórðardóttir sum samstarvsráðharri verður at vera við á fund- inum hjá norðurlendsku samstarvsráðharrafundun- um í sambandi við norður- landaráðsfundin, sum verð- ur í Reykjavík 25. til 27. oktober. Sigríður Anna Þórðar- dóttir er 59 ára gomul. Hon hevur verið umhvørvisráð- harri síðani 15. september í fjør. Hon var limur í Norð- urlandaráðnum frá 1991 - 2004 og forseti fyri Norð- urlandaráðið 2000-2001. Hon sat í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Íslandi 1994-2004 og var for- kvinna í íslendsku sendi- nevndini í Arktiska Ráð- num 2002-2004. Konsertfelagið fær nú í næstum vitjan úr Ís- landi av Blásarakvin- tett Reykjavíkur. Hesin bólkur man vera tað íslendska ensemblið av sínum slag, ið hevur gjørt mest vart við seg í út- heimi. Bólkurin er mannaður við fremstu tónleikarun- um og eru flestu teirra eisini sololeik- arar í Íslendska Sym- foniorkestrinum BLÁSARAKONSERT Blásarakvintett Reykjavík- ur varð stovnað í 1981 og hevur síðani ferðast kring allan knøttin. Carnegie Hall, Wigmore Hall, Syd- ney Opera House, eru mill- um allar tær hallir, ið hesin úrmælingabólkur hevur framført í. M. a. hevur kvintettin verið við í fylg- inum hjá fyrrverandi for- seta Íslands, Vigdís Finn- bogadóttir. Í hesum leikluti, sum tónleistarligir am- bassadørar, hava teir fram- ført fyri ensku drotningini og spanska konginum. Fløgur teirra eru útgivnar á fremstu forløgum m. a. Chandos og BIS. Eisini eru ummælini sera góð. Bólkurin spælir verk úr øllum tíðarskeiðum og eru ørgrynna av verkum skriv- að júst til teirra av tóna- skøldum. Tónleikararnir eru allir millum teir fremstu í Ís- landi, men kenna vit tó best Bernharð Wilkinson, floytuleikaran, ið nú er bú- settur í Føroyum. Hinir lim- irnir eru: Daði Kolbeins- son, obo, Einar Jóhannes- son, klarinett, Hafsteinn Guðmundsson, fagott og Jóseph Ognibene, horn. Kvintettin er sera virkin í samband við vitjanina í Føroyum. Teir geva Føroya Symfoniorkestri eina hjálp- andi hond og fara umframt tær vanligu konsertirnar, at hava skúlakonsertir fyri næmingum. Harafturat fara teir at hava eina felagskon- sert við føroyskum musikk- slærarum. Fyrra konsert teirra verð- ur í Norðurlandahúsinum týskvøldið 4. oktober kl. 19.30. Har fer føroyski klaverleikarin Jóhannes Andreasen, at luttaka í framførsluni av tí víða- kendu sekstettini hjá Fran- çis Poulenc. Seinna konsertin verður í Listaskálanum hóskvøldið 6. oktober kl. 19.30. Á hesi konsertini verður eisini ein føroysk blásarakvintett nevnd KINKVI. Í hesi kvintettini eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta, Kári Bæk, obo, Peder Riis- Jensen, klarinett, Christina Andersen, fagott og Kjell Orseth, horn. KINKVI og Blásarakvintett Reykja- víkur fara at framføra eina sera spennandi skrá saman. Hetta verður úrslitið av teirra samarbeiði hesar dagarnar. Spennandi verður at hoyra. Konsertfelagið skipar fyri hesi vitjaninini í sam- starvi við Norðurlandahús- ið, Føroya Symfoniorkest- ur, Listasavnið og Tórs- havnar Musikkskúla. Atgongumerki fáast við dyrnar. Allir skúlanæming- ar hava ókeypis atgongd. Blásarakvintett Reykjavíkur vitjar í Føroyum Ísland nýggjan samstarvsráðharra Føroyar eisini við í komandi kanningum BARANA- OG UNGDÓMSBLAÐ Fyri nøkrum døgum síð- an fingu skúlabørn kring alt landið høvi at seta seg fyri barnablaðið- og ung- dómsblaðið Strok fyri skúlaárið 05/06. Flest øll børn og vaksin vita um blaðið, sum seinastu árini hevur havt einar 3.200 haldarar. Allir næmingar í fyrsta flokki fáa fyrsta blaðið ókeypis, so tey fáa høvi at kunna seg við blaðið. Blaðið vendir sær bæði til tey yngru og eldru børnini við fjøl- broyttum tilfari. Á opn- uni í miðjuni er ynski- myndin, sum øll kunnu ynskja sær. Í fyrsta blað- num hesa ferð er mynd av Batman, ið júst hevur verið frammi við nýggj- um filmi. Innihaldið er sera fjøl- broytt: Í hvørjum blaði eru greinar um okkurt serligt evni, har vit eisini práta við børn og ung. Hesa ferð snýr tað seg um at standa á rennifjør og um summarforelsk- ilsi. Tíðindafróða sigur tíðindi úr øllum heraðs- hornum, og afturvend- andi eru forvitnisligar frásagnir úr søguni, Blits - súrt og søtt um tey kendu, uppgávusíður, gaman, teknisøgur, krossorðagátur, søgur, teknisøgur, úr Bíbliusøg- uni, fleiri uppgávusíður o.m.a. Í fleiri førum ber til at senda loysnir inn og sostatt vera við í lutakasti um at vinna núggja flotta STROK-pennin, fløgur, ymiskar bøkur o.a. Sum nakað serstakt er stór haldarakapping á skránni í ár, har vinning- urin er ein spennandi familjuferð til Danmark- ar við Norrönu, har tvey vaksin og tvey børn sleppa at búgva í íbúð í Danlandi og fáa ókeypis atgongumerki til Fårup Sommerland, Legoland og djóragarðin í Ålborg. Blaðið kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum haldarar í skúlunum, og tá er haldaragjaldið kr. 150 fyri alt skúlaárið. Tað ber eisini til at fáa blaðið sendandi við post- inum, um tú vendir tær til Bókamiðsøluna og bí- leggur blaðið, sum tá kostar kr. 150 + post- gjald. STROK verður um- brotið, prentað og heft á Pf. Føroyaprent. Í blaðstjórnini eru Niels Jákup Thomsen, blaðstj., Beinta Jo- hannessen, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen. STROK aftur í skúlunum