fríggjadagur 30. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 30. september 2005
7
200, DJ-Tummix,
Poppkorn, elektriskur
tarvur, karaoke og
mótaframsýning eru
nøkur av teimum
nógvu tiltøkunum, ið
skulu lokka ungar
føroyingar á tiltakið
"Náttin er Ung" í
Høllini á Hálsi leyg-
arkvøldið
UNGDÓMSTILTAK
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Leygarkvøldið og sunnu-
náttina verður skipað fyri
einum stórum ungdómstil-
taki í høllini á Hálsi í
Havn. Tiltakið "Náttin er
Ung", er ein ungdómstevna
við livandi tónleiki, plátu-
vendarum,
sølubásum,
mótaframsýning, og øðr-
um.
Innadura festivalur
Tað eru Siri Hansen og Elin
í Stórustovu í Havn, sum
skipa fyri tiltakinum. Siri
Hansen greiðir frá, at ætl-
anin alla tíðina hevur verið
at skipa fyri einum innan-
dura festivali í høllini við
nógvum ymiskum tiltøkum
og góðum tónleiki.
Siri Hansen arbeiðir til
dagligt í Margarinfabrikk-
ini í Havn, hon skipar m.a.
fyri tónleikatiltøkum í hús-
inum. Men hesuferð er tað
ikki
Margarinfabrikkin,
men Siri sjálv sum stendur
fyri tiltakinum. Karmarnir
eru eisini rættuliga nógv
størri, og millum tónleika-
nøvnini verður nokk føroya
best umtókti bólkur í løt-
uni: 200 og fittasti gentu-
bólkurin Føroyum Popp-
korn.
200 hava nýliga verði á
síni Imperial Tour, og fara í
næstum til Íslands at spæla
á stóra íslendska tónleika-
festivalinum Iceland Air-
waves.
Poppkorn spældu á fleiri
festivalum og konsertum í
summar, og arbeiða í løtuni
við eini fløguútgávu. Hetta
er ein gentubólkur av
Sandi, men maðurin aftan
fyri bólkin, er eingin minni
enn Kári Jacobsen, sum er
kendur úr Nalju, og hevur
starvast, sum professionell-
ur tónasmiður í Danmark í
nógv ár.
Hin fyriskiparin Elin í
Stórustovu er vertur í ung-
dómssendingi Zip í Útvarpi
Føroya, men hevur eisini
royndir, sum konsertfyri-
skipari. Hon skipaði fyri
nøkrum árum síðan fyri
konsert við donku sukur-
dreingjunum Nik & Jay.
Stuttligt ikki at vera
fullur
Høvuðsendamálið við til-
takinum er, at vísa teimum
ungu, at tað ber til at hava
tað stuttligt, uttan at vera
ávirkaður. Tí sleppa sjón-
liga ávirkað ung ikki inn á
tiltakið, eisini er forboð
ímóti at hava fløskur við
sær inn í høllina.
Siri Hansen sigur, at tær
meina, at okkurt ordiliga
festligt
og
annarleiðis
manglar fyri tey ungu, og tí
skipa tær fyri hesum. Hon
heldur, at eitt slag av
drukkmentan er ímillum
tey ungu, skulu tey í býin,
noyðast tey at drekka seg
full, hetta er alt ov útbreitt,
og hetta tiltak skal síggjast
sum eitt alternativ til drukk.
Umframt konsert verða
eisini hópin av øðrum til-
tøkum. Elin í Stórustovu
verður vertur og stýrir
gongdini. DJ Tummix, ið er
vertur á 15 teimum bestu,
leggur løg á. Black’n’
White Crew dansa, og her
er talan um nakrar av bestu
dansarum
í
landinum,
Trendfloor skipar fyri eini
annarleiðis og slóbrótandi
mótaframsýning.
Eg reið mær avstað
Rodeotarvurin, ið vanliga
heldur til í Kommunuskúla-
garðinum á ólavsøku verð-
ur í høllini, og fleiri handlar
og onnur hava básar. Í
kaffistovuni í Ítróttarhøllini
er festival kirkja, har verður
eisini livandi tónleikur við
kristiligum innihaldi.
Meðan tiltakið er, verða
myndir tiknar og hesar
verða so við og við vístar á
stórskíggja í høllini. Dyrn-
ar lata upp kl. 22.00 og fari
verður beint ígongd, tiltøk
eru allatíðina, so tað ræður
um, at møta rættstundis, kl.
3.00 endar tiltakið.
Siri sigur, at hon hevur
hoyrt nógvar jaligar aftur-
meldingar um tiltakið, og at
hon vónar at tikið verður
væl í mótið tiltakinum, tí so
er ætlanin at gera tiltakið
afturvendani.
Falling in love eitur fyrsta
fløgan hjá ungu punkarun-
um í Paradox. Bólkurin
hevur verið millum virkn-
astu bólkar seinasta árið.
Konsertirnar hava verið
sera nógvar, og allastaðni
hava teir spælt sannførandi.
M.a. spældu teir fyri Krún-
prinsaparinum í Tórsgøtu,
tá tey vitjaðu í Føroyum.
Tann
fangandi
glaði
punkurin hjá bólkinum, er
eitt sindur í tráð við tón-
leikin hjá The Dreams.
Løgini eru av høgari dygd,
og serliga lagið "Lost myn
pride" er øgiliga fangandi.
Í hesum døgum er fyrsta
fløgan hjá bólkinum sett í
framleiðslu, ætlaði útgávu-
dagurin er 15. oktober. Tað
er Tutl, ið gevur fløguna út.
Jónas Bloch Danielsen hev-
ur staðið fyri upptøkunum í
Skýrák upptøkuhølunum
og Jón Mc Birnie hevur
ljóðblandað.
Fløgan hevur 11 løg,
tekstirnir eru allir á ensku-
m, og 9 av teimum eru um
kærleika í flest øllum før-
um, um ólukkuligan kær-
leika, tí er heitið "Falling in
love" sera passandi.
nud
Sunnunáttin er ung
Tað eru Elin í Stórustovu og Siri Hansen, ið skipa fyri "Náttin er Ung"
Kongaligir hoflevarandørar á fløgu