fríggjadagur 30. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 186 - 30. september 2005
Hetta var sætta árið á
rað, at Vinnuhúsið
skipar fyri Vinnudegi,
har vinnulívsfólk úr
øllum landinum
koma saman at lýða á
og at vera við, tá ið
avdúkað verður, hvat
virki verður kosið at
vera Ársins Virki, og
hvat tiltak fær heið-
urin sum Ársins Átak
VINNUDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, er sum
heild væl nøgdur við
Vinnudagin 2005, sum
skipað varð fyri seinasta
fríggjadag.
- Jú, eg haldi, at dagurin
sum heild eydnaðist væl,
men tað vilja altíð vera
ting, sum kunnu gerast øðr-
vísi og betur.
Hann sigur, at afturmeld-
ingarnar, ið tey hava fingið
frá fólki, sum vóru við á
degnum, eru positivar.
Virki og Átak
Hetta var sættu ferð, at
Vinnuhúsið skipaði fyri
Vinnudegnum og somu-
leiðis sættu ferð, at Ársins
Virki varð kosið.
- Ársins Átak var ikki við
tvey tey fyrstu árini, men
hevur verið við síðan, sigur
Jan Mortensen.
Í sambandi við Vinnu-
dagin, hevur Vinnuhúsið
gestarøðarar, og soleiðis
var eisini hesaferð.
- Vit hava altíð okkurt
nýtt við hvørja ferð, men tá
ið sjálvur Vinnudagurin
bert verður hildin yvir ein
seinnapart, er greitt, at
dagurin hevur sínar av-
markingar.
Jan vísir á, at tiltakið at
útnevna Ársins Virki og
Ársins Átak, er ikki meira
"orginalt" enn tað, at hetta
hevur eitt nú Dansk Indu-
stri havt í fleiri ár.
- Í Danmark verða nógv
fleiri viðislønir lætnar fyri
ymiskt vinnuligt virksemi
enn í Føroyum, sigur hann.
Vit eru sjey
- tey eru 400
Stjórin á Dansk Industri,
Hans Skov Christensen, var
millum gestarøðararnar á
Vinnudegnum hesaferð.
- Hann er ein umhildin
maður í donskum høpi og
er ein stórur kapasitetur á
sínum øki, sum lurtað verð-
ur eftir.
Stjórin í Vinnuhúsinum
sigur, at Dansk Industri er
størsta vinnufelag í Dan-
mark.
- Vit kunnu samanbera
virksemið hjá Dansk Indu-
stri við virksemið hjá
Vinnuhúsinum. Men með-
an vit eru sjey fólk í starvi
hjá okkum, starvast eini
400 fólk hjá Dansk Indu-
stri, sigur Jan Mortensen.
Positivar afturmeldingar um vinnudagin
Teir sita og práta í steðginum á Vinnudegnum 2005, fv.: Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, Poul
Mohr, fyrrverandi skipasmiðjustjóri og Oddfríður Gregersen, fyrrverandi fiskavirkisstjóri
Mynd: Jens Kr. Vang
Onkur spyr kanska,
hví Vinnuhúsið júst
valdi íslendingin,
Bjørgólf Guðmunds-
son, at halda fyrilest-
ur á Vinnudegnum
2005, men Jan Mort-
ensen, stjóri, sigur, at
hann hevði hoyrt
søgurnar um mannin,
áðrenn hann kom
higar til lands. – Men
eg haldi ikki, at vit
eiga at døma mannin
út frá søgum og git-
ingum, sigur hann
VINNUDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Vinnudegnum 2005, sum
Vinnuhúsið skipaði fyri,
var nevndarformaðurin í
Landsbanka Íslands, Bjørg-
ólfur Guðmundsson, ein av
gestarøðarunum.
Yvirskriftin til fyrilest-
urin hjá honum var, at
"privatiseringar geva vøkst-
ur".
Sambært ymiskum keld-
um, sum Sosialurin endur-
gav í blaðnum í gjár, eru
ymiskar
meiningar
um
virksemið hjá hesum ís-
lendingi, sum telist millum
ríkastu menn í landinum.
Í stuttum er søgan hon, at
Bjørgólfur saman við soni
sínum av sama navni og
einum
samstarvsfelaga,
Magnusi
Thorsteinsson,
keyptu
eitt
íslendskt
bryggjarí, sum teir í 1993
settu upp í Stk. Pætursborg
í Ruslandi.
Eftir virksemið í Rus-
landi,
vendu
menninir
heimaftur til Íslands nøkur
ár seinni við fleiri miljard-
um krónum í lummanum,
og við at keypa ein stóran
part av eitt nú Landsbanka
Íslands, gjørdist Bjørgólfur
nevndarformaður í lands-
bankanum.
Kendi søgurnar
Jan Mortensen sigur, at tey
hava ongar negativar við-
merkingar fingið frá teim-
um, sum vóru við á Vinnu-
degnum um, at júst Bjørg-
ólfur var ein av gestarøðar-
unum.
- Bjørgólfur var í Føroy-
um, tá ið Fish Fair stevnan
var her tíðliga í summar og
fólk, sum høvdu hitt mann-
in, hildu hann vera áhuga-
verdan. Tó haldi eg, at hann
í sínum fyrilestri á Vinnu-
degnum kendi seg í so
bundnan av tí fyrilestri,
hann helt.
Jan vísir á, at hyggur tú í
útlendsk bløð, eru nógvar
søgur og nógvar gitingar
um íslendsku íløgurnar utt-
anlands, men hann heldur
tað ikki vera rætt at døma
fólk eftir søgum og giting-
um – og soleiðis heldur ikki
Bjørgólf Gudmundsson.
- Í Íslandi er eitt nýtt
ættarlið komið til, og har er
ein hópur av vælútbúnum
fólki. Soleiðis, sum eg havi
skilt, hava Bjørgólfur og
hansara menn nógv gott og
vælútbúgvið fólk aftrat sær.
Jan ásannar, at talan er
um øgiligar peningaupp-
hæddir, ið talan er um, men
vísir á, at íslenndingar eins
og aðrir hava eitt fíggjar-
eftirlit.
- Eg havi sum so ongar
fyritreytir fyri at meta um,
hvussu íslendski fíggjar-
heimurin hongur saman,
sigur stjórin í Vinnuhús-
inum, sum kortini vísir á,
at skuldi tað hent seg, at alt
ikki er, sum tað "eigur",
hevði virksemið ikki gingið
í longdini.
Koma "brølandi"
Í greinini í Sosialinum í
gjár, vístu vit á, at íslend-
ingar eiga íløgur í útland-
inum fyri tilsamans 60
miljardir krónur í okkara
peningi, harav einar 20
miljardir liggja í Bretlandi.
- Tað vísir seg, at íslend-
ingar hava verið sera
dugnaligir at keypt og selt –
og tjent pening, bæði í
Íslandi og úti í heimi. Tey
stóru londini um okkara
leiðir skilja ikki rættiliga,
hvussu tað ber til, at ís-
lendingar soleiðis kunnu
koma "brølandi" og keypa
ognir fyri so stórar pen-
ingaupphæddir, sum teir
gera.
Jan vísir á, at íslendingar
hava verið nógv fyrr á
sjóvarfallinum enn føroy-
ingar, tá ið ræður um virk-
semið í øðrum londum.
- Teir hava verið nógv
fyrr at sæð teir møguleikar,
ið hava latið seg upp við
altjóðagerðini, meðan vit í
størri mun hava sæð mark-
naðin sum ein hóttandi
trupulleika, sigur Jan Mort-
ensen, stjóri í Vinnuhúsin-
um.
Duga vit
nóg væl?
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stjórin í Vinnuhúsinum,
Jan Mortensen, harmast
um, at okkara rækjufloti
liggur so lágt, sum hann
ger í løtuni.
- Eg ivist onga løtu í,
at vit hava havt góðar
skiparar, men eg ivist í,
um vit hava verið nóg
góðir handilsmenn.
Jan sigur, at hann her-
fyri hitti føroying, sum
veit
um
hálendskan
fiskiskap og hálendsku
rækjuvinnuna.
- Maðurin fortaldi
mær, at eitt felag, sum
hann hevur kent í Há-
landi í nógv ár, í dag
hevur einar 75 rækju-
bátar, sum fiska í nigeri-
anskum sjógvi – og í
løtuni letur felagið fýra
nýggj skip byggja aftrat.
Jan Mortensen spyr,
hví føroyskir rækjumenn
ikki fyri langari tíð síðan
hava keypt seg inn í fe-
løg í eitt nú Grønlandi,
soleiðis at teir á henda
hátt kundu fingið lut í tí
ríkidømi, sum grønlend-
ingar eiga í rækjunum.
- Hyggja vit at, hvussu
íslendingar hava gjørt,
so hava hesir dúgliga
keypt seg inn í feløgum
ymsastaðni kring um
heimin, og alt bendir á,
at hetta hevur givið teim-
um nógv fleiri bein at
standa á, enn vit hava,
sigur stjórin í Vinnuhús-
inum.
Jan Mortensen um íslendska
vinnulívsmannin:
Haldi tað
er skeivt
at døma
fólk út frá
gitingum
- Íslendingar hava verið sera
dugnaligir at keypt og selt –
og tjent pening, bæði í
Íslandi og úti í heimi. Tey
stóru londini skilja ikki
rættiliga, hvussu tað ber til,
at íslendingar soleiðis kunnu
koma "brølandi" og keypa
ognir fyri so stórar
peningaupphæddir, sum teir
gera, sigur Jan Mortensen
Mynd: Jens Kr. Vang