fríggjadagur 30. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 30. september 2005
9
Fleiri tímar við útvarpi
Mánadagin fer út-
varpi undir vetrar-
skrá sína, og tá fara
lurtararnir at fáa
fleiri tímar við út-
varpi, enn teir fingu
til dømis farna vetur
ÚTVARP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í mun til undanfarnar vetr-
ar, tá sent hevur verið til
klokkan tíggju, fer útvarpið
nú komandi vetur at senda
til klokkan ellivu á kvøldi
gerandisdagar. Eisini leyg-
arkvøld verður broyting í, tí
ein nýggj sending fer í luft-
ina, sum verður send mill-
um klokkan gott tíggju og
eitt um náttina.
Nakrar sendingar eru
burtur
Stjórin í Kringvarpinum,
Jógvan Jespersen, sigur, at
skráin í ár annars verður
rættuliga meinlík teirra frá
síðsta vetur.
- Vit koma at senda eitt
sindur longur, og tær flestu
sendingarnar, ið vanliga
eru á skránni um veturin,
verða aftur at hoyra í vetur,
so sum Føroyar í dag, 5'arin
og Zip. Eisini verða send-
ingarnar úr Suðuroy og
Norðoyggjum, Viðurgerði
og Heimabeitið aftur á
skránni í vetur, men send-
ingin úr Eysturoynni hvílur
í vetur, sigur Jógvan Jesp-
ersen.
Nýggja sendingin, sum
verður á skránni seint leyg-
arkvøld, verður ein send-
ing, ið verður gjørd í
Klaksvík, og tað eru teir
báðir, Gunnar Nolsøe og
Fróði Løkságarð, ið koma
at skipa fyri henni.
Umframt sendingina úr
Eysturoynni er eisini send-
ingin, Sjónarringurin, við
tilfari uttan úr heimi heldur
ikki á skránni í vetur, men
Jógvan Jespersen sigur, at
hetta ikki merkir, at tær eru
farnar í søgubókina.
- Vit hava áður gjørt tað,
at ein sending, ið hevur
verið á skránni í fleiri ár,
sleppur at hvíla ein vetur,
so tað er einki óvanligt í tí,
sigur hann.
Vilja hækka
útvarpsgjaldið
Kringvarpsstjórin greiðir
frá, at tað eru øktar út-
reiðslur, ið gera tað neyð-
ugt at skerja eitt sindur í
útboðnum av sendingum.
- Vit hava havt sera stórar
lógarbundnar lønarhækk-
ingar í fleiri ár, sum vit ikki
hava fingið endurgjald fyri
á fíggjarlógini, og tí noyð-
ast vit at skerja, sigur Jógv-
an Jespersen.
Hann váttar eisini, at
leiðslan í Kringvarpinum
hevur søkt um loyvi til at
hækka útvarpsgjaldið við
100 krónum upp í 1.600
krónur. Útvarpsgjaldið hev-
ur seinastu fimm árini verið
1.500 krónur.
Enn hevur Jógvan Jesper-
sen tó ikki fingið svar upp á
hesa umsókn, og tí dugir
hann ikki at siga, hvussu
støðan verður komandi ár.
Annar av teimum,
sum skal leggja
nýggju leygarkvølds-
sendingina hjá út-
varpinum tilrættis,
Gunnar Nolsøe, sigur,
at ætlanin er at gera
eina sending, sum
skal verða til alt
fólkið
ÚTVARP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hóast vetrarskráin hjá út-
varpinum byrjar komandi
mánadag, so fer nýggja
leygarkvøldssendingin
neyvan í luftina fyrr enn
um hálvan oktobur.
Eru øgiliga spentir
Gunnar Nolsøe sigur, at
ætlanin er, at sendingin
bæði hvat viðvíkur inni-
haldi og tónleiki skal fevna
ógvuliga víða, so at øll
kunnu lurta.
- Vit eru ógvuliga spentir
upp á sendingina, og hetta
er nakað, ið vit hava arbeitt
við í langa tíð. Vit byrjaðu
longu farna heyst at gera
eitt útkast til, hvussu send-
ingin skuldi síggja út, og
vit hava arbeitt víðari við
hesum farna vetur og í ár,
sigur hann.
Viðvíkandi innihaldinum
í sjálvari sendingini sigur
Gunnar Nolsøe, at tað fara
at verða bæði nakrir fastir
tættir hvørt kvøld og so
nakrir tættir, ið eru á
skránni umleið einaferð um
mánaðin.
- Hvørt kvøld fara vit til
dømis at hava eina lýsing
av einum starvi og eina re-
portasju, meðan vit eina-
ferð um mánaðin til dømis
fara at hava ein entertainara
og ein kokk. Somuleiðis
fara vit at hava fýra tema-
leygarkvøld, har vit fara at
varpa ljós á eitt ártíggjund.
Vit fara at gera hvør sína
sending um sekstiárini,
sjeytiárini, áttatiárini og
nítiárini,
sigur
Gunnar
Nolsøe.
Nýggja sendingin hjá
klaksvíkingunum báðum
verður gjørd í Studio Pega-
sus, og sent verður bein-
leiðis. Sjálvsagt verða inn-
sløg, sum eru bandaði, men
sendingin sjálv er beinleið-
is allar teir slaku tríggjar
tímarnar, ið hon er í luftini.
Vit hava havt sera stórar lønarhækkingar í fleiri ár, sum vit ikki hava fingið endurgjald fyri á
fíggjarlógini. Hetta merkir, at vit nú noyðast at skerja eitt lítið sindur í útboðnum av
sendingum, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpi Føroya.
savnsmynd
Ein sending til alt fólkið
Gunnar Nolsøe verður annar
teirra, sum skal leggja nýggju
leygarkvøldssendingina hjá
útvarpinum tilrættis. Hann
sigur, at sendingin skal fevna
víða, so at øll kunnu lurta
eftir henni.
savnsmynd