Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 186 - 30. september 2005 Umboðið fyri kultur-radikalismuna á Føroya Løgtingi, tann hóvligi sjálvstýrisflokurin, hevur lagt eitt uppskot um at geva monnum og kvinnum loyvi at keypa leigutraðir, sum tey hava í leigu frá Búnaðarstovuni. Uppskotið er í tíðarinnar anda. Í hvussu er hjá teimum liberalu, og Sjálvstýrisflokkurin er ikki bara liberalur, men eftirhondini eisini bæði borgarligur og konservativur. Alt, sum alment er, skal einskiljast. Og tað eru eisini teir og tey, sum síggja ein vinning í at fáa einskilt fiskin á grunn- unum - »ogn Føroya fólks«, sum staðfest verður í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tá eitt slíkt uppskot verður lagt fyri Tingið, mugu fyri- munir og vansar setast upp, og avleiðingarnar kannast, hóast uppskotið ikki hevur tann stóra samfelagsliga týdn- ingin. Afturímóti hevur ætlanin hjá Sjálvstýrisflokkin kanska týdning fyri tann einstaka og trivnaðin hjá honum. Og tað er nakað, vit altíð mugu seta í fremstu røð. Nú er tað so, at hundraðtals traðir eru seldar teimum gomlu leigulendingunum. Tá menn høvdu velt ávísan part, kundu teir fáa traðirnar til keyps, og keypsavtalan var stak lagalig. Óivað fyri at eggja monnum til at velta. Nógv keyptu traðir fyri 100 krónur, sum kundu gjaldast í 10 ár - 10 krónur um árið. Ikki minst í høvuðsstaðnum. Traðirnar komu væl við hjá teimum fyrstu ættarliðunum. Tey høvdu kúgv og seinri seyð. Men sum fráleið minkaði týdningurin at hava kúgv, og tað er neyvan nankar traðarmaður, sum hevur kúgv í dag. Á teimum traðunum, sum enn eru til leigu, man seyður og okkurt gásapar ganga í dag. Men vit hava framvegis eina traðarmentan. Sum bygdir og býir vuksu - serliga Havnin - var trot á byggilendi. Tær nógvu traðirnar eru tí útstykkjaðar til sethús, vegir, virkis- og handilsbygningar. Og mangur traðarmaður hevur fingið millióna upphædd fyri ta jørð, sum abbin ella langabbin við stríði og strevi velti upp úr nýggjum. Tvær tríggjar milliónir er ikki óhoyrt, og onkur er farin fyri einar 10 milliónir. V. ø. o. hevur tað borið til at spekulera í jørð. Er tað heppið? Onkur heldur, at tað er í fínasta lagi, men hetta er neyvan gagnligt fyri búskapin. Og hví skal vera neyðugt at selja? Ein, sum hevur hug at fáast við jørð og hava nakrar seyðir og eina veltu, er líka glaður, um hann eigur jørðina ella um hann leigar hana. Summi halda, at eitt tað ringasta, sum er hent í Føroyum við atliti til jørðina, er, at menn fingu loyvi at keypa jørð ella traðir. Tað hevur elvt til óhugnaliga spekulatión og til arvaklandur í nógvum familjum. Var talan um leigujørð, so vóru vit sloppin undan hesum neiligu avleiðingunum. Tí man tað neyvan verða rætt at selja leigutraðir, men heldur broyta lógina, so tey, sum missa jørðina aftur til festið eftir eini broyting í 80-unum, kunnu halda fram at hava hana. Annars er eitt sindur tragikomiskt, at Sjálvstýrisflokkurin mælir til at selja leigutraðir. Fór ikki sami flokkurin í tvíningar á sinni, tí smámaðurin í Føroyum skuldi kunna fá traðir til leigu burtur av kongsjørðini??? DAGSINS MEINING Sosialurin Sjálvstýrisflokkurin og traðarspurningurin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Áki Andreassen Bjarni Djurholm, oljumála- ráðharri og varaløgmaður sigur við Portalin, at um føroyingar finna olju og fara at svimja í pengum, so fara vit kanska at fáa sjálv- stýri. Tað er nú ein avdúk- ing av teimum áhugaverdu, at varaløgmaður heldur, at pengarnir keypa okkum frælsi! Sambandsmaður – so leingi eingir oljupengar eru..!! Tað vil siga: Varaløgmaður er sambandsmaður, so leingi hann heldur seg hava brúk fyri pengum úr Dan- mark, men sjálvstýrismað- ur, um danski statskassin kann skiftast út við olju- pengar. Nú veit eg væl, at nógv hava hesar tankar. Men at landsins leiðandi menn al- ment traðka fram og gera spurningin um at ráða í egnum landi til ein spurn- ing um peningaligt kremm- arí, tað taki eg sterka frá- støðu frá. Eg kundi hugsað mær at fingið at vita, hvat hinir sambandsmennirnir í Fólkaflokkinum halda um hetta - eru teir samdir?? Eingin moralur – bert mammon!!! Eg haldi tað er beinleiðis vamlisligt, at ongin moral- ur og ongin virði eru aftan fyri politisku avgerðirnar. Við sovorðnum politikki fáa vit eitt sjálvsøkið og órættvíst samfelag, har tær stóru avgerðirnar verða tiknar av tilvild og oppor- tunismu - eisini um olju- pengar vera í Føroyum. Hesar útsøgnir frá vara- løgmanni kunnu bara skapa vanvirðing fyri føroyingum í brøðratjóðini Danmark og millum møguligar sam- starvsfelagar hjá Føroyum. Eg eri tjóðveldismaður, tí eg vil hava ávirkan á mítt egna samfelag og taka ábyrgd av framtíðini. Tí vil eg heldur ikki hava polit- ikarar, ið bara lata seg stýra av kreftum, sum vit onga ávirkan hava á. Við hugburðinum hjá Bjarna Djurholm kunnu vit akkurát tað sama seta ein veðurhana á mønuna á Tinganesi og lata hann gera av, hvønn veg vit skulu fara. Hvørjar eru fyri- reikingarnar?? Og eitt afturat: Bjarni Djur- holm tosar um, at vit skulu fyrireika okkum til at um- sita møguligar oljupengar og aðrar avleiðingar. Hví er onki gjørt við hetta, og hví hevur Fólkaflokkurin forð- að fyri, at ein búskapar- grunnur verður settur á stovn?? So vit kunnu bert spyrja, hvørjar fyrireiking- arnar eru, kunnu vit kanska fingið okkurt at vita um tað?? Slíkt eru menn!!! Undir heitinum »Kom og ávirka« er Tjóð- veldisflokkurin farin undir tiltak at fáa fleiri fólk at taka lut í politikki POLITIKKUR – Tjóðveldisflokkurin roynir at ganga nýggjar leiðir í royndini at fáa fleiri fólk at taka lut í politikki. Hevur tú hug at taka lut í politiskum arbeiði og at fáa ávirkan? Hevur tú hug at taka lut í skeiðum í politiskum arbeiði og í almennari framløgu? So ert tú vælkomin at taka lut í evnisdøgum Tjóðveldisfloksins, sum verða hildnir kring landið, sigur Tjóðveldisflokkurin í tíðindaskrivi. Undir heitinum »Kom og ávirka« er Tjóðveldis- flokkurin farin undir eitt nýtt tiltak til tess at fáa fleiri fólk at taka lut í politiskum arbeiði. Flokkurin ehvur lagt eina ætlan fyri evnisdagar, har stevnumið floksins verða gjøgnumgingin og endur- skoðað - og har fakfólk leggja fram um viðkomandi tættir í samfelagnum. Eisini verður skeið í framløgu fyri fólk, ið hava hug at bjóða seg fram í politikki. Fyrsti av hesum evnisdøgum var í Sandavági leyg- ardagin 3. september - dagurin var sera væleydnaður, og nógv kom burturúr. Leygardagin 1. oktober verður annar av hesum evnis- døgum á Klaksvíkar Sjómansskúla. Evnini, sum verða viðgjørd, eru úr stevnumiðum floksins: • Einar skapandi Føroyar mentamál og list, barna- og ungdómspolitikkur, eldrapolitikkur • Einar javnari Føroyar almanna- og heilsumál, arbeiðsmarknaður, pensións- skipan, íbúðarmál Skrá fyri dagin Kl. 10.00 Framsøgufólk Tjóðveldisfloksins greiðir frá verandi stevnumiðum floksins. Annita á Fríðriksmørk: Einar skapandi Føroyar. Finnur Helmsdal: Einar javnari Føroyar. Kl. 10.45 Jancy B. Klein umrøður: Almanna- og heilsu- mál, arbeiðsmarknað, pensións-skipan, íbúðarmál. Kl. 11.00 Edward Fuglø umrøður: Mentamál og list. Gestur Hovgaard umrøður: Barna-, ungdóms- og eldrapolitikk. Kl. 11.30 Kjak. Kl. 12.00 Døgurðasteðgur. Arbeiðsbólkar verða skipaðir. Kl. 13.00 Kjak - framhald. Kl. 14.00 Bólkaarbeiði. Kl. 15.00 Arbeiðsbólkar leggja fram uppskot til broytingar í stevnumiðum floksins. Kl. 16.00 Evnisdagurin endar. Starvsnevndin tekur samanum evnisdagin. Tíðindaskriv verður orðað og sent fjølmiðlunum. Kl. 16.30 Starvsnevndin og nevndin í økisfelagnum møtast til fundar. Kl. 18.00 Alment tjóðveldistiltak - (hugnaløta). Kl. 20.30 Liðugt. Tjóðveldisfólk vilja ávirka