fríggjadagur 30. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 30. september 2005
11
VIÐMERKINGAR
Hans Jákup Eiðisgarð
Tað munnu vera mong
EB/Streyma-viðhaldsfólk,
sum minnast aftur á dystin
millum EB/Streym og B36
seinasta ár á mølini við
tungun sinni. Ikki bara tí
EB/Streymur tapti dystin,
men serliga tí at úrslitið
lættliga kundi havt verið
eitt heilt annað. Støðan var
2-0 til útiliðið, tá ið ein
EB/Streyma-leikari einar
15 minuttir fyri leiklok
smekkar til úr umleið 20
metrum. Bólturin støkkur í
hondina á Pól Thorsteins-
son (um eg ikki fari heilt
skeivur), sum loypur fram
ímóti skotinum við báðum
hondum omanfyri andlitið.
"Einki", sigur dómarin.
Sera óheppið tá ið hugsað
verður um, at hetta var ein
góður møguleiki fyri mót-
partin at koma innaftur í
dystin.
Dagfinn Olsen, ið var
dómari hendan dagin, hev-
ur seinni viðgingið sítt mis-
tak eftir at hava sæð sjón-
banda upptøkur, men lítið
sær tað út til at hava hjálpt
honum í síni døming. Dag-
finn var nemliga eisini
dómari, tá ið EB/Streymur
og B36 møttust í avgerandi
dystinum á mølini seinasta
sunnudag, og ikki kann
sigast annað, enn at hann
kom sera, sera illa frá upp-
gávuni, men tað sum ser-
liga fekk blóðið at kóka hjá
flestu EB/Streymaviðhalds-
fólkunum, og harvið eisini
mær sjálvum, var tá ið eitt
horna kom innfyri úr høgru
síðu, nakað eftir at EB/
Streymur hevði javnað til
1-1, og dysturin aftur var
púra opin. Bólturin blívur
skallaður ímóti B36-málin-
um, har Pól Thorsteinsson
(mín sann, enn einaferð)
stendur á strikuni og slær
bóltin vekk við yvirarmin-
um, men ístaðin fyri at
døma brotsspark, og geva
Póli tað reyða kortið, end-
aði tað við at Pacek hjá EB/
Streymi bleiv útvístur eftir
at hava sagt sína meining.
Enn einaferð ein sera
óheppin avgerð hjá Dag-
finni, sum eisini vísti seg at
hava avgerandi týdning fyri
dystin, og endastríðið hjá
EB/Streymi sum heild.
Men hvussu ber tað til, at
Dagfinn ikki dømir? Torir
hann ikki? Ella sær hann
tað ikki (heldur ikki hesa-
ferð)? Óansæð svarið, og
hansara »ynkiliga pástand«
í 3-2, so er eitt heilt sikkurt,
og tað er at dømingin heilt
einfalt ikki er góð nokk.
Ikki bara hesaferð, men alt
ov ofta.
Hetta er alt annað enn
"fair" móti leikarum, ið
hava vant hart og miðvíst í
langa tíð fyri at røkka
einum máli, bert fyri at
síggja hetta gleppa av
hondum av tilvildarligari
og "út um alt mark" vána-
ligari døming.
Tað er sjálvandi skilj-
andi, at Dagfinn hálvgræt-
ur í 3-2 eftir at hava verið
álopin eftir dyst á Tvøroyri,
tí tað átti hóast alt ikki at
farið so vítt. Tað er tó undr-
unarvert at leggja merki til,
at hann ferð eftir ferð elvir
til slíkan ruðuleika kring
vøllin, og eg haldi at Dag-
finn, í øllum førum, má
síggja buh'ini í ljóðaðu
kring vøllin eftir dystin á
mølini sum eina ábending
um eitt alt annað enn nøkt-
andi avrik, har hann ígjøg-
num allan dystin helt eina
sera ógreiða linju, og í fleiri
førum tók heldur ivasamar
avgerðir.
Sannleikin er í roynd og
veru tann, at dømingin í
Føroyum er alt ov vánalig,
og tað er langtfrá bara Dag-
finn, sum ferð eftir ferð
kemur illa frá dømingini.
Tað sæst javnan á sjón-
bandapptøkunum í 3-2. Og
herfrá skal tað heldur ikki
ljóða, sum um tað bara eru
EB/Streymur, sum vera
snýttir fyri bæði eitt og
annað. Eitt dømi um hetta,
var málið hjá Gert sum
legði EB/Streym á odda 2-0
ímóti TB, har Gert týðiliga
fekk bóltin í hondina áðr-
enn hann skoraði. Enn eitt
klokkuklárt dømi um, at
dømingin í føroyskum fót-
bólti er alt ov vánalig, men
hetta skal Dagfinn so ikki
lastast fyri, tí hendan dystin
dømdi hann ikki. Og eitt
annað kann Dagfinn hóast
alt eisini gleðast um, og tað
er at bæði Lassin Isaksen
og Páll Augustinussen eru
enn vánaligari dómarar enn
hann sjálvur, og tað sigur
ikki so lítið.
Tak teg saman Dagfinn!
Fólkafloksungdómur
Um tað loysir seg at leiga
út, so loysir tað seg eisini at
leiga.
Í hesum døgum verður
nógv tosað um, at Lands-
stýrið ætlar at selja íbúðar-
bygningarnar við Lands-
sjúkrahúsið.
Landsfelag
Føroyinga í Útbúgving
(LFÚ), mælir til, at gera
hesar bygningar um til bú-
stað til ung lesandi.
Fólkafloksungdómur
hevur tó eitt annað uppskot.
LFÚ samd við Fólka-
floksungdóm
Fólkafloksungdómur hevur
verið á fundi við LFÚ har
ið feløgini blivu samd um,
at um skatturin av at leiga
út bleiv lækkaður, so hevði
hetta m.a. gagnað teimum
lesandi, tí útboðið av leigu-
málum, bæði íbúðum og
kømurum
hevði
blivið
størri og tí vildi prísurin tí
lækkað.
Útbúgving neyðug
Fyri eitt land sum Føroyar
er tað alneyðugt, at tey sum
velja at lesa í Føroyum hava
eins góðar møguleikar sum
uttanlands. Fólkafloksung-
dómur sær tað tó ikki sum
nakrað forðing, at føroying-
ar velja at fara undir lesnað
uttanlands, men tað skal
ikki vera nakar trupulleiki
av at koma aftur til Føroya,
tí útboði at íbúðum og
kømurum er dýrt og av-
markað.
Nokk at plássi til
Tað eru rættiliga nógv sum
hava so mikið stór hús, at
tað væl hevði borið til at
leiga út, men av tí at tað
ikki loysir seg, so lata tey
vera. Munurin á føroyskum
og donskum viðurskiftum
er m.a. at í Keypmanna-
havn er ikki vanligt at hava
hús inni býnum sum tað er
í Føroyum, tað eru nógv
fleiri íbúðarblokkar og tí
ikki so vanligt at leiga
partar av sethúsum út. Í
Føroyum eru flestu sethús
so mikið stór, at tað væl er
møguligt at leiga partar út.
Í Stavanger og Oslo hev-
ur man m.a gjørt tað, at upp
til 50% at einum sethúsum
kunnu leigast út skattafrítt,
umframt, at viðkomandi
sleppur frá at uppgeva
roknskap. Tey sum leiga
meira enn tað út, skulu lata
roknskap inn og skattast av
hesari inntøku hægri enn
50%. Hetta hevði við sær at
útboði bleiv nógv størri og
tískil gjørdi tað í stóran
mun møguligt hjá lesandi
at leiga.
»Win-win« støða
Um hugt verður eftir teim-
um norsku brosjurum av
sniðhúsum í Noregi, so er í
flestu førðum lagt upp til,
at íbúð verður gjørd. Sjálvt
um íløgan er tað størri, so
loysir tað seg fyri viðkom-
andi og tí hækkar útboði av
leigligheitum.
Oljuprísurin
Fjølmiðlarnir hava gjørt
vart við, at eitt vanligt hús-
arhald skal gjalda 600,-
eyka um mánaðin í olju og
tí er tað upplagt at leiga út.
Men tá ið tað ikki loysir
seg, at leiga út, so heldur
tað fólki aftur.
Vit meta, at tað snøgt
sagt ikki loysir seg at leiga
út. Umframt, at størsti part-
urin at teimum sum leiga út
gera tað "svart".
Bústaðarpakkin
Uppskoti um Bústaðar-
pakkan hjá Samgonguni
stendur m.a., at "Skattalóg-
gávan verður broytt soleið-
is, at skattingin av leiguinn-
tøkui, ið stavar frá útleigu
til privatar bústaðir, verður
sett á ta støði sum vanligur
partafelagsskattur".
Hesum uppskoti tekur
Fólkafloksungdómur undir
við og vónað at hetta upp-
skot verður samtykt skjót-
ast gjørligt. Tí tað er al-
neyðugt, at fáa viðurskiftini
í lag hjá teimum ungu og
lesandi í Føroyum.
Tað skal loysa seg at leiga út
Nei, kór í heimsklassa
halda vit okkum ikki vera
Ólavur Hátún
– og tí var útsøgnin í
útvarpinum »Bara tey
bestu sleppa við« heldu
ikki mín orðing.
Hinvegin eru vit takk-
som fyri, at fjølmiðlar
vísa tí heiðuri ans, sum
okkara kóri er fallið í lut,
og vit vóna við hesum
høvi at kunna umboða
land og fólk á virðiligan
hátt.