fríggjadagur 30. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 186 - 30. september 2005
Tann 3. oktober kundi
Annfinn havt fylt 52
ár. Hann andaðist fyri
góðum ári síðan - mitt
meðan summarið var
uppá sítt fagrasta. Á
tílíkum aldri, kundi
Annfinn havt sítt lívs
summar;
men
so
skuldi ikki verða.
Annfinn var yngst-
ur av sjey børnum hjá
Ninnu
og
Niclasi
Petersen í Rituvík. Vit
vóru
javngamlir.
Spældu nógv saman,
alt tað eg kann minn-
ast. At koma inn til
Ninnu
og
Niclas
hevði altíð ein ser-
stakan hugna yvir
sær. Hetta var eitt
stað, har tú altíð kendi
teg vælkomnan. Nú
býr Mogens í húsinum, sum einasti
sonur á lívi. Systirin Inger býr í
Australia. Hini eru øll - eins og
foreldrini - farin foldum frá: Ann-
lina, Kala, Hans Petur og Pedvin.
Annfinn var ein evnagóður
drongur, ið hevði ríkar gávur til
mangt og hvat - t.d. tekniskt snildi
og hegni. Hann hevði listarligar
gávur, ið sýndu seg í góðum tekn-
ingum á ungum árum, eins og hann
tíðliga var kringur við gittara og
tangentum. Eitt skifti spældi hann í
orkestrinum "Drifters" á Glyvrum.
Hugurin stóð tó mest til tað tekn-
iska, soleiðis at hann søkti um at fáa
lærupláss sum radiomekanikari í
Klaksvík, sum 17 ára gamal. Tríggj-
ar vóru umsóknirnar. Lutakast
bleiv, og luturin fall á Annfinn. -
Soleiðis bendist hansara lívskós í
Norðoyggjar, har hann eisini fann
sær gentu. Annfinn og Ann giftust
25.10. 1975 og fingu tveir synir,
Leif (26 ár, f. 1979) og Niclas (15
ár, f. 1990).
Annfinn var ein persónur, ið var
góður at heita á og kundi fáa alt
tekniskt í ordan, hvat
tað so var. Hann
arbeiddi altíð nógv
og spardi seg ong-
antíð. Fyri nøkrum
árum síðan fór heils-
an at bila. Og knapp-
liga í fjør summar
vóru boð eftir hon-
um - lívsfjørðurin
var rógvin.
Hin 27. august í ár
var realskúlaflokk-
urin á Glyvrum, har
Annfinn gekk, savn-
aður til 35 ára hald
síðan loknan skúla.
Vit vóru á grøvini
hjá Annfinn úti við
Borðoyavík.
Til
hetta høvið yrkti
Arnfríður í Skála-
firði hesar reglur:
Góði Annfinn,
tú vart ein av okkum,
og framvegis ert.it minnast teg,
so sum tú vart.
Í alheimi viti ein
slóknaður er.
Tó hjá okkum
hann enn lýsir bjart.
Hvíl í friði, góði Annfinn.
Dánjal Petur
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Annfinn Petersen
in memoriam
f. 3.10.1953, d. 6.6.2004
Góðu omman og abbin.
Ja, nú eru tit sloppin heim til tann æviga bústað.
Tit løgdu bæði árarnar inn næstan í senn. Abbin 1.
august og omman 12. september, 6 vikur ímillum
tykkum.
Hetta er ein tung tíð og tómrúmið er ómetaliga
stórt. Tað var altíð so gott at koma út til Porkeris til
tykkum, tit tóku altíð ímóti okkum við opnum
ørmum, og vit blivu passaði og pleygaði so væl.
Tit vóru so góð við okkum øll. Abbin fortaldi
altíð onkra góða søgu ella onkra serliga hending,
sum honum hevði verið fyri.
Minnið, sum abbin hevði, unnast ikki øllum at
fáa. Tað var altíð so hugnaligt at hoyra hann. Og
omman við sínum lætta og góða sinni.
Tá hon hugnaði um okkum við sínum
heimabakaðu kakum og teimum góðu klattunum.
Tit vóru so góð og fitt, altíð vóru tit eins móti
okkum øllum. Eisini tá tit fingu vitjan av lang-
ommu og langabba børnunum, tá livnaðu tit
veruliga upp.
Tey seinastu árini eru tit vorðin meira troytt, tit
fingu loyvi at vera heima og tit blivu passaði væl
av Sverra gubbanum, og heimahjálpirnar hava
verið trúgvar. Sverri gubbin, tú hevur verið
fantastiskur.
Góðu omman og abbin. Túsund takk fyri alt tit
hava verið fyri meg og okkum. Má Jesus pápi
hjálpa og styrkja okkum ígjøgnum hesa sváru og
tungu tíð.
Takk fyri alt.
Yvonna
Minningarorð um elskaðu
ommu og abba mín
Charlotta og Johan
Christiansen,
Porkeri
Dalur: Tað eru ikki teir
nógvu næmingarnir í Dals
skúli. Men teir duga at
hugna sær kortini.
Henda
dagin
fyrr
í
mánaðinum tá vit vitjaðu
skúlan høvdu teir fýra
næmingarnir allir somu
lærugrein — føroyskt. Lít-
ið var eftir av tímanum, tá
vit komu innar í skúlastov-
una, og løtu seinni fóru tey
út í túnið — skúlagarðin —
at spæla í góðveðrinum.
Her hoppaðu tey og høvdu
eisini spælt eitt spæl, har
tey høvdu kritað óført nið-
ur í asfaltið.
Lærari í skúlanum er
Ragna Leivsdóttir, sum
hevur verið lærari í 11 ár.
Í skúlanum eru tey bert
fýra næmingar — tríggjar
gentur og ein drongur.
Genturnar eita Bjørt Poul-
sen, sum gongur í 1. flokki;
Róa Poulsen sum gongur í
3. flokki og síðani Trina
Larsen og Martin Súni
Johannesen sum ganga í 4.
flokki.
Tey ganga í Dals skúla til
tey fara í 6. flokk. Tá fara
tey í Meginskúlan á Sandi.
sb.
Bert fýra næmingar eru í Dals skúla. Tey ganga her til og við 5. flokk. Í 6. flokki fara tey á Meginskúlan á Sandi
Mynd: Jens Kr. Vang
Fýra næmingar
og ein skúli