Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 30. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Mia Kjærbæk, Vest- manna, andaðist 26. september, 36 ára gom- ul. Kistan fer úr Lands- sjúkrahúskapellinum fríggjadagin 30. sep- tember klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju leyg- ardagin 1. oktober klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Miu, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina gávu. Andlát og jarðarferðir Fríggjadagin 30. september kunnu hjúnini Malena og Hjarnar Djurhuus í Havn halda gullbrúdleyp. Malena og Hjarnar vórðu vígd 30. september 1955 av Axeli W. Tórgarð presti, sum í dag er 82 ára gamal. Malena er úr Havn, hon er næstelst av teimum fýra børnunum hjá Katrinu, ætt- að av Kirkju, og Julius Cle- mentsen (Julius í Syðra- dali), ættaður av Syðradali á Kallsoynni. Børnini eru: Jógvan, Malena, Martin og Mikkjal. Hjarnar er elstur av teim- um sjey børnunum hjá Hjørdis, f. Kamban, úr Havn, og Hákun Djurhuus úr Skúvoy. Hini systkini eru: Tórmóður, Annika, Malan, Jógvan (hann doyði í 1973, 34 ára gamal), Kristin (hon doyði í 1939, hálvt ára gomul), og Krist- in. Jógvan og tann fyrra Kristin vóru tvíburar. Hjarnar vaks upp í Klaks- vík, har foreldrini vóru lær- arafólk. Mamman, Hjørdis, er í dag 95 ár gomul og býr í Havn. Í 1954 fóru Malena og Hjarnar til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Hon lærdi til læknaskrivara og hann til maskinverkfrøð- ing. Í 1968 fluttu tey heim aftur til Føroyar at búgva, tá Hjarnar fekk starv hjá oljufelagnum P/F Shell í Havn, og í 1969 tók hann við sum stjóri har eftir Conrad Joensen, ið tá hevði sitið sum stjóri síðan 1954 og fór frá fyri aldur. Hjarn- ar hevði tá arbeitt sum verkfrøðingur hjá A/S Dansk Shell í Keypmanna- havn í nøkur ár. Tey keyptu eitt stórt grundstykki í Dalakróki í Havn, og í 1972 kundu tey flyta inn í eini nýggj hús har. Hjarnari dámar væl at arbeiða úti, og sum frítíðar- ítriv hevur hann velt alt grundøkið rundan um hús- ini, og á hvørjum ári setur hann niður epli, sáar røtur o.a. Eisini spælir hann tennis tvær ferðir um vik- una. Í 1970 fingu tey dóttrina Katrin, og Malena arbeiddi tey fyrstu árini heima, til hon í 1983 fekk hálvtíðar- starv sum læknaskrivari á psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsinum, har hon var til 1996. Áðrenn tað hevði hon arbeitt sum avloysari á deildini. Meðan tey vóru í Danmark, ar- beiddi hon eisini sum læknaskrivari. Katrin er gift Tórða Paturssyni úr Kirkjubø, har tey búgva og eiga fýra børn: Hjarnar, 11 ár, Svanna, 9 ár, Magna, 6 ár, og Olga, sum er 1 ára gom- ul. Hjarnar fór frá sum stjóri á Føroya Shell í 1997, tá bróðursonurin Hákun Djur- huus tók við stjórastarvin- um. Síðan hevur hann ar- beitt hjá oljufelagnum BP. Og har er hann fastur fúsur framvegis. Við sínum drúgvu royndum og sínum alski til føðiland og lands- menn sínar hevur Hjarnar eisini víst seg at vera eitt sera gott val sum umboðs- maður fyri eitt av heimsins størstu oljufeløgum, sum er við í oljuleitingini við Før- oyar. Umframt at hava hegni og skil til at umsita áhugamál hjá slíkari fyri- tøku hevur hann eisini víst seg at eiga tey týðandi evni at byggja brýr millum tað fremmanda og Føroyar við eitt nú at duga at skipa so fyri, at menningin á olju- økinum gerst ein vinnara- støða fyri bæði oljufelag og Føroya land. Hjarnar er siðiligur maður og kendur fyri sítt varsemi og fyri ikki at leypa framav ella yvir garðin, har hann er lægstur. Hugtakið, heldur at vera fyrivarin enn eftirsnarin, eyðkennir hann og hansara arbeiði. Og altíð við tí góða orðinum. Í hesum bæði spennandi og ábyrgdarfulla starvi hjá BP hevur Hjarnar eisini víst seg at vera eitt gott umboð fyri Føroyar. Hjarnar hevur eisini havt nógv álitisstørv gjøgnum tíðirnar sum t.d. nevndar- limur í Fossbankanum, Atlantsflog og verkfrøð- ingafelagnum. Eisini var hann í mong ár umboðs- maður fyri Loyd`s Register Shipping. Í dag er hann í norðurlendsku komitéini í hesum felag. Malenu hevur altíð dámt sera væl hondarbeiði, ser- liga at brodera og binda. Hetta hava familjan og ommubørnini eisini fingið ágóðan av. Tað er ikki smá- vegis, hon hevur fingið frá hondini millum ár og dag. Hon vísir eisini stóra um- sorgan fyri familjuni i aðrar mátar. Malena og Hjarnar ganga høgt upp í síni ommu- og abbabørn og nýta nógva tíð saman við teimum og fylgja væl við hvussu tað gongst teimum í t.d. ítrótti og skúlanum. Hátíðardagurin verður hildin fríggjakvøldið fyri innbodnum á Hotel Føroy- um. Malena og Hjarnar Djurhuus gullbrúdleyp Dagurin 30. september. Hieronymus, deyður í 420. Tann lærdi kirkjulærarin, sum var komin úr Stridon í Bosnia. Í Róm var hann skrivari hjá pávanum Damasusi Fyrsta, sum setti hann at týða bíbliuna av nýggjum. Úrslitið var tann latínska bíblian Vulgata, ið enn verður nýtt í katólsku kirkjuni. Vulgata merkir tann, ið vanliga verður nýtt. Hieronymus doyði sum abbati í einum kleystri í Betlehem. Saman við Ambrosiusi, Augustin- usi og Gregori ein av katólsku kirkjufedrunum. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri bróðir mín og góði mammubeiggi og pápabeiggi okkara Sofus M. Funding Funningi doyði og varð jarðaður. Fyri tey avvarðandi Aksel Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Anna Sofía Mouritsen Sørvágur doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar, uppringingar og gávur til Zarepta og tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk ti starvsfólk á Ellisheiminum í Vágum fyri tíðina, ið hon var har. Familjunnar vegna Tórmóð Lesið - so eru tit við