Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 186 - 30. september 2005 – Tað mest spennandi við Norðoyatunlinum er, at Klaksvíkar Sjúkrahús fær 11.000 nýggjar borgarar sum sínar nærmastu grannar, sigur Heri Ellingsgaard, sjúkra- húsleiðari. Klaksvíkar Sjúkrahús fyrireikar seg til at veita enn fleiri tænastur til enn fleiri fólk, eftir at Norðoyatunnilin er latin upp SJÚKRAHÚS Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi rokna tey ikki við skerjing- um ella niðurleggingum, tá ið Norðoyatunnilin letur upp næsta ár. Hinvegin fyri- reikar sjúkrahúsið í Norð- oyggjum seg til at veita sín- ar tænastur til enn fleiri fólk. – Vit fáa 11.000 fólk aft- urat sum okkara nærmastu grannar, og tað verður spennandi fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Vit fyrireika okkum til, at enn fleiri eyst- uroyingar koma at brúka okkara sjúkrahús, sigur Heri Ellingsgaard, sjúkrahús- leiðari. – Vit hava styrkt lækna- manningina við tveimum skurðlæknum í føstum starvi, umframt at vit hava medisinskan yvirlækna, or- topedkirurg og vitjan av ymsum serlæknum. Haraft- urat hava vit eina rúgvu av dungaligum starvsfólki við nógvum royndum, sigur hann. Umleið 150 fólk starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og fyristøðukvinnan á Klaks- víkar Sjúkrahúsi heldur, at starvsfólkini eru væl kvali- fisera at veita tænastur til ein enn størri part av Før- oyum. – Okkara starvsfólk eru væl útbúgvin, og vit gera nógv við at ogna okkum servitan á teimum økjum, sum vit fáast nógv við. Vit hava til dømis tætt sam- starv við Ríkissjúkrahúsið og senda javnan fólk uttan- lands at fáa sær servitan. Tí er tað upplagt, at eisini eysturoyingar koma til Klaksvíkar at fáa viðgerð, sigur Jona Nielsen. Dagkirurgi fer at vaksa Leiðandi yvirlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi rokn- ar við, at undirsjóvartunnil- in fer at hava við sær, at ávísar viðgerðar á Klaksvík- ar Sjúkrahúsi fara at verða meiri brúktar. – Klaksvíkar Sjúkrahús hevur rættiliga langar royndir við ávísum viðgerð- um. Eitt er dagkirurgi – tað vil siga viðgerð av sjúk- lingum, sum koma fastandi inn um morgunin, verða lagdir undir skurð og fara heimaftur seinni á degnum. Hetta hevur riggað sera væl, og eisini eysturoyingar og aðrir føroyingar hava havt gleði av hesari tænastu, sigur Jákup Petersen. – Eg rokni við, at hendan tænastan fer at økjast, tá ið undirsjóvartunnilin er kom- in, tí tá verður tað nógv lættari at ferðast til og úr Klaksvík. Jákup Petersen er sjálvur ortopedur, og hann hevur gjørt nógvar útskiftingar av knøum og mjadnum í Klaksvík. Hetta fer at halda fram. – Vit hava í eina tíð havt fleiri skurðviðgerðir av hesum slagnum í Klaksvík enn vanligt, tí meðan Landssjúkrahúsið bygdi út, kundu teir ikki gera allar tær skurðviðgerðirnar, sum teir plagdu at gera, men nú útbyggingin er liðug, verð- ur býtið aftur, sum tað plagdi at vera. Men vit hava eina langa traditión við ortopediskum skurðvið- gerðum í Klaksvík, og tær koma at halda fram. Fingu sær sergreinar Tá ið tað gjørdist møguligt hjá øllum trimum sjúkra- húsunum at fáa sær ser- greinar, valdi Klaksvíkar Sjúkrahús at fáa sær sínar greinar. – Klaksvíkar Sjúkrahús fekk sær medisinskan yvir- lækna og ortoped, og síðani hava vit koyrt nógv við ser- greinum. Vit hava hildið fast um medisin og ortopedi, og harafturat hava vit hava havt regluliga vitjan av serlækn- um innan ymsar sergreinar, sum vit ikki hava so lætt við at røkja í Føroyum, sigur Jákup Petersen. – Tað hevur tí í nógv ár eyðkent Klaksvíkar Sjúkra- hús, at her hava verið ser- greinar, og at vit í ávísum tíðarskeiðum eisini hava kunnað veitt viðgerð í yms- um subspesialitetum, sum annars ikki verða røktir í Føroyum, tí vit hava tikið serlæknar inn aðrastaðni frá. Jákup Petersen stúrir ikki fyri, at tað verða dupult- funktiónir í føroyska sjúkrahúsinum, um sam- starvið millum sjúkrahúsini Sjúkrahús við 11.000 nýggj – Vit eru von við tunlar í okkara øki. Vit hava sjey aðrar tunlar í Norðoyggj- um, sum vit hava havt í millum 20 og 40 ár. Hesar tunlar hava vit røkt, og hvørja ferð tað eru hendir skaðar í hes- um tunlar, hevur Klaksvíkar Sjúkra- hús tikið sær av teimum, sigur Jákup Petersen, leiðandi yvirlækni á Klaks- víkar Sjúkrahúsi, nú tað bara eru mánað- ir til enn ein tunnil letur upp í Norð- oyggjum NORÐOYATUNNIL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Gongur tað sum ætlað, letur Norðoyatunnilin upp í mai mánaði næsta ár. Nógv verður gjørt burtur úr trygd og tilbúgving í sambandi við tunnilin, og Klaksvíkar Sjúkrahús verður eisini partur av hesari tilbúgving. Har verða tey ikki tikin av fótum av einum nýggj- um tunli. – Vit eru von við tunlar í okkara øki. Vit hava sjey aðrar tunlar í Norðoyggj- um, sum vit hava havt í millum 20 og 40 ár. Hesar tunlar hava vit røkt, og hvørja ferð tað eru hendir skaðar í hesum tunlar, hevur Klaksvíkar Sjúkra- hús tikið sær av teimum, sigur Jákup Petersen, leiðandi yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað er nógv ferðsla í teimum gomlu og smølu tunlunum, sum eru í Norðoyggjum, og tað hava gjøgnum tíðirnar verið vanlukkur í hesum tunlum. – Tað koyra næstan tús- und bilar ígjøgnum teir báðar tunlarnar úr Klaks- vík og norður til Árna- fjørð, Hvannasund og hinar bygdirnar, og har eru hendar nógvar van- lukkur gjøgnum árini. – Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið við til at tikið sær av hesum skaðum, prioritera og diagnostis- era. Vit hava sortera sjúk- lingar, gjørt av hvør skal sendast heim, hvør skal leggjast inn í Klaksvík, hvør skal sendast til Landssjúkrahúsið, og hvør skal sendast til Rík- issjúkrahúsið. Hetta hevur riggað væl, heldur Jákup Petersen. Nógv betur tunnil Norðoyatunnilin verður gjørdur við nýggjastu tøkni, og hann verður nógv betur at koyra í, enn hinir gomlu tunlarnir í Norðoyggjum. – Nú kemur tunnil nummar átta. Hetta verð- ur ein tunnil, sum endar inni í sjálvari Klaksvíkini, og tí verður tað tann nærmasti tunnilin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, vit hava minni enn fimm minuttir at koyra til tunn- ilin, sigur Jákup Petersen. – Vit hava praktiskar royndir við skaðum, sum eru hendir í tunlum, og Norðoyatunnilin hevur tí onga stórvegis broyting við sær fyri okkara sjúkrahús. Norðoyatunni- lin er hinvegin nógv tryggari enn hinir tunlar- nir, og hann verður eisini nógv lættari at arbeiða í, skuldi nakað hent, sigur hann. Hava drúgvar royndir við tunlum Korosh Taheri hevur í fleiri ár verið medisinskur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hann hevur nógv fólk í ambulantu móttøkuni hjá sær á sjúkrahúsinum Teir báðir pólsku skurðlæknarnir undir ein skurðviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í síðstu viku. Leiðandi yvi Sjúkrahúsi fer at økjast næstu árini