fríggjadagur 30. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
verður gott.
– Orðið dupultfuktiónir
hevur fingið eina undarliga
meining hjá summum. Tí
hvat er ein dupultfunktión,
spyr hann.
– Í Klaksvík er eitt røntg-
en-tól, eitt er í Suðuroy og
nøkur eru í Havn, men tað
er ikki nøkur dupultfuktión
sum so, tí skal tað vera eitt
sjúkrahús, so mást tú hava
hetta tól. Og skal ein med-
isinskur sjúklingur ikki
kunna viðgerast í Suðuroy,
tí allar medisinskar við-
gerðir skulu verða í Havn?
– Vit kunnu kjakast um,
nær tað verður ein dupult-
fuktión – um tað er við ser-
greinum ella við undirgrein-
unum, men tað er ikki nøkur
dupultfunktión, at tær mest
vanligu viðgerðirnar eru á
fleiri sjúkrahúsum í Føroy-
um, heldur Jákup Petersen.
Nógv røktarstarvsfólk
Tað eru ikki bara læknar,
sum syrgja fyri viðgerðini á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein
stórur partur av viðgerð og
røkt verður gjørt av røktar-
stavsfólki, og eini 60 av
teimum 100 ársverkunum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru
røktarstørv.
– Sjúkrasystrar eru við í
nógvum viðgerðum, tær
røkta sjúklingarnar og tær
taka sær eisini av summum
fyribyrgjandi viðgerðum,
sum eru á sjúkrahúsinum,
sigur Jona Nielsen, fyri-
støðukvinna.
Klaksvíkar
Sjúkrahús
hevur tvær seingjadeildir,
og har er nógv at gera
– Á deild M er pláss til
12 sjúklingar, og har er eitt
støðugt trýst av sjúkling-
um. Samstundis hava vit
nógv fólk í ambulatorinum,
so her er nógv at taka sær
av, sigur fyrstøðukvinnan.
Klaksvíkar
Sjúkrahús
roynir støðugt at menna seg
við nýggjum viðgerðum, og
nú verður farið undir eitt
nýtt royndarprojekt við
fólki, sum hava Parkinson-
sjúkuna.
– Vit fara at taka Parkin-
son-sjúklingar inn tríggjar
ferðir
um
vikuna
til
viðgerð og venjing. Hetta
er ein tvørfaklig ætlan, sum
umfatar sjúkrarøktarfrøð-
ingar, fysioterapeutar og
ergoterapeutar, sigur Jona
Nielsen.
Klaksvíkar
Sjúkrahús
stúrir tí ikki fyri framtíðini,
nú fast samband verður
millum Norðoyggjar og
meginøki, men heldur fyri-
reikar sjúkrahúsið seg til at
kunna veita enn fleiri
tænastur til enn fleiri fólk.
Nr. 186 - 30. september 2005
15
jum grannum
rlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi roknar við, at dagkirurgiin á Klaksvíkar
Mynd: Bárður Lydersen
-Tað er alt sum bend-
ir á, at alivinnan fer
at taka seg skjótari
fram enn teir mest
bjartskygdu hildu
fyri einum ári síðani.
Bæði ein alivinna í
stórari menning og
ein komandi olju-
vinna kasta bjartar
vónir yvir føroyska
búskapin sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður,
sum metir alivinn-
una vera fuglin í
hondini og oljuvinn-
una fuglin á takinum
ALING OG OLJA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í ali-
málum Bjarni Djurholm
hevur hesa seinastu tíðina
vitjað og tosað við alarar
og umboð fyri alivinnuna.
Eitt nú hevur hann vitjað
hjá Pan Fish í Oyndarfirði
fyri at hoyra teirra metingar
um støðuna og framtíðar
útlitini. Eftir vitjanina í
Oyndarfirði í farnu viku er
landsstýrismaðurin sann-
førdur um, at tað henda
sera nógv spennandi ting í
alivinnuni, og at henda
vinnan er við at koma fyri
seg aftur av álvara.
- Tað er alt sum bendir á,
at alivinnan fer at taka seg
skjótari fram enn teir mest
bjartskygdu
hildu
fyri
einum ári síðani. Í ár eru
sett út meira enn 5 mill.
smolt. Tað merkir, at tá
hesin fiskurin kemur til
tøku í 2006 og 07 verða
tikin eini 20.000 tons. Og
tað merkir aftur, at vit um
tvey ár, í 2007 og 2008
kunnu taka eini 30.000
tons. Tað er ein ótrúligur
framburður sigur lands-
stýrismaðurin
Hann heldur tað mest
áhugaverda vera, at hóast
útsetingin verður minni so
bendir nógv á, at úrtøkan
verður størri. Fram til fyri
tveimum trimum árum síð-
ani roknaði man við einum
felli uppá 20%, tá sett varð
út. Í dag vísa fyribils tøl, at
fellið verður uppá 2%.
Orsøkin til hetta er tann,
at vit hava fingið alivinn-
una skipaða øðrvísi. Alarar
sjálvir síggja týdningin av
at skipa alt øðrvísi. Tað er
við at henda ein hugburðs-
broyting í vinnuni. Tí eru
útlitini í alivinnuni eisini
rættiliga bjørt, og tí kann
man siga, at tá inntøkurnar
eru knappar í 2006, so fer
alivinnan longu at gera
mun aftur í 2007.
Landsstýrismaðurin er
sjálvandi harmur um, at
tað skuldi ganga so galið í
vinnuni og tað hugstoytta
er so eisini, at fleiri duttu
av í svinginum, tá alivinn-
an fór niður í knøini. Men
tann vinnan, sum roynir at
byggja seg uppaftur nú,
verður munandi betri fyri
enn hon var framman-
undan.
- Tá norðmenn hyggja at
alingini í Føroyum í dag so
síggja teir í veruleikanum
størri persektiv her enn teir
síggja í síni egnu vinnu
leggur hann aftrat.
Bjarni Djurholm, sum í
dag umsitur bæði alivinnu
og oljuvinnu heldur, at
hetta eru í hvussu er vinn-
ur, sum kasta bjartar vónir
yvir føroyska búskapin.
– Nú vita vit ikki ná-
greiniliga so nógv um
oljuvinnuna, men her kann
man so hava vónir, tá
hugsað verður um áhugan
frá oljufeløgunum. Ali-
vinnan sær so út til at
kunna grundfestast í eini
tryggari legu, enn hon var
tað frammanundan. Kann
vinnan geva av sær 500 til
700 ella kanska 1000 ar-
beiðsplass, so hevur tað
sera positiva ávirkan á bú-
skapin. Tí tað er peningur,
sum kemur frá virðisøking
av vørum í Føroyum. So
alivinnan fer at gera inn-
tøkurnar hjá landskassan-
um tryggari. Fer at geva
breyð á borðið hjá mong-
um og fer at geva virkjum
møguleikan at ekspandera.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum, sum eisini
umsitur bæði aling og olju,
staðfestir tí, at í dag er
alivinnan fuglurin í hond-
ini, meðan oljuvinnan er
fuglurin á takinum.
Alivinnan stóð annars
fyri út við eini milliard í
útflutningi fyri trimum til
fýra árum síðani, áðrenn
alt fór tann skeiva vegin.
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður hevur
stórar vónir til bæði
alivinnu og oljuvinnu
Nýggjar vónir til alivinnu
Alvinnan er fuglurin í hondini
Oljuvinnan er fuglurin á
takinum