fríggjadagur 30. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 186 - 30. september 2005
Jónvør S. Joensen, Tvøroyri,
16 ár & Marin í Dali,
Trongisvági, 16 ár.
Hvar? Løgreglustøðini.
Hví: Vit vildu vita meira
um arbeiðsdagin hjá einum
løgreglumanni.
Hvussu dámar tykkum:
Tað er eitt gott arbeiðs-
pláss.
Hvat sleppa tit at gera:
Meira enn væntað. Fylgja
við í øllum, sum teir gera,
og royna okkum fram við
ymsum.
Tað góða við starvsvenj-
ingini: Tey gera nógv burt-
urúr, og tú veitst ongantíð
hvussu dagurin fer at síggja
út.
Tað keðiliga: Summir
dagar er lítið at gera, og ein
kann koma út fyri onkrum,
tær ikki dámar.
Er hetta nakað fyri teg:
Jónvør, - Ja tað hevði væl
kunna verið nakað fyri
meg. Marin, - Ja, mær dám-
ar væl at uppliva nakað, og
tað ger man í hvørtfall hjá
løgregluni.
Starvsfólkið: Tey eru sera
blíð, og royna sum frægast
at vit ikki koma at keða
okkum.
Jógvan Joensen, Fuglafjørður,
16 ár
Hvar: Kaupthing.
Hví: Vildi læra um hvat
tey arbeiða við.
Hvussu dámar tær: Ótrú-
liga væl.
Hvat hevur tú lært: Um
partabøv, lánsbrøv o. a.
slíkt.
Hvat sleppur tú at gera:
Arbeiða við teldu og taka
telefonina.
Tað góða við starvsvenj-
ingini: Spennandi.
Tað keðiliga: Hevði vilj-
að at arbeitt við kundum.
Er hetta nakað fyri teg:
Nei, tað trúgvi eg ikki.
Starvsfólkið: Tey eru
ógvuliga arbeiðssom og
blíð.
Turið Johannesen,
Norðragøta, 16 ár.
Hvar: Tórshavnar Býráð
Hví: Fyri at fáa at vita,
hvussu tað er at stýra einari
kommunu.
Hvussu dámar tær: Sera
væl, tað er ógvuliga spenn-
andi, læruríkt og fjølbroytt.
Hvat sleppur tú at gera:
Eg havi gjørt faldarar,
teknað spælipláss á einum
skúlaøki við teldu. Verið á
brandstøðini og annars ver-
ið við, tá okkurt hendir.
Tað góða við starvsvenj-
ingini: Tað er stuttligt, lær-
uríkt og spennandi. Onki er
líka. Eg sleppi at ferðast
nógv runt. Á brandstøðni er
spennandi at vera, tí um
okkurt óhapp hendir, má
ein altíð vera til reiðar.
Tað keðiliga: Onkutíð
kann eg keða meg, tí
summar uppgávur eru bert
til tey vaksnu, so kann eg
ikki vera við, men soleiðis
er óivað allastaðni.
Er hetta nakað fyri teg:
Eg ivist, um tað er nakað
fyri meg, men tað kundi
verið. Hvør veit.
Starvsfólkið: Fólkini eru
ótrúliga fitt at arbeiða sam-
an við. Tey eru blíð og
skemtingarsom.
Annað: Starvsvenjing er
ógvuliga góð at hava, tí har
fær man eina fatan av,
hvussu tað er at arbeiða har
í dagligdegnum. Man lærir
nógv og gerst meira sjálv-
støðugur.
Aleksandra Rudy Michelsen,
Froðba, 16 ár.
Hvar: Djóralæknastovan.
Hví: Eg havi áhuga fyri
djórum, og møguliga vil eg
fáa mær útbúgving sum
djóralækni.
Hvussu dámar tær: Sera
væl.
Hvat hevur tú lært: Eg
havi lært, hvussu djór verða
viðgjørd, hví og hvat kann
feila teimum, og um hvussu
ein kann bøta um heilsuna
hjá djórunum.
Tað góða við starvsvenj-
ingini: Eg sleppi at gera
nakað, ið eg elski - at ar-
beiða við djórum. Og at tað
er eitt ógvuliga fjølbroytt
arbeiði.
Tað keðiliga: Tað kundi
verið meiri fjølbroytt yvir-
fyri hvørji djór koma her.
Er hetta nakað fyri teg:
Ja, tað vil eg siga.
Starvsfólkið: Lars, hann
er sera fittur og lívligur.
Annað: Hetta er veruliga
nakað sum eg kann gera
restina av mínum lívi, nú eg
longu havi fingið innlit í
starvið.
Sissal R. Næs, Hvalba, 16 ár
& Maria Dalsá Olsen,
Kambsdalur, 15 ár
Hvar: Matas
Hví: Vit eru áhugaðar í
kosmetik.
Hvussu dámar tykkum:
Okkum dámar tað væl.
Hvat sleppa tit at gera:
Taka fyri, seta vøru upp á
pláss, pussa hillar o.a.
Tað góða við starvsvenj-
ingini: At vit sleppa at gera
tað sama sum øll hini
starvsfólkini gera.
Tað keðiliga: Til tíðir er
lítið at gera.
Er hetta nakað fyri tykk-
um: Ja.
Starvsfólk: Tær eru fínar,
ógvuliga fittar.
Annað: Starvsvenjing er
góð. Man kann finna útav,
hvat man vil í framtíðini.
Harda Emma Skoradal,
Norðragøta, 16 ár.
Hvar: SVF
Hví: Vildi royna okkurt
spennandi og fjølbroytt
Hvussu dámar tær: Mær
dámar øtiliga væl.
Hvat sleppur tú at gera:
Eg síggi, hvussu tey taka
upp og seta saman, og
hvussu t. d. tey seta Fres
studio upp.
Tað góða við starvsvenj-
ingini: At eg ikki allatíðina
geri tað sama.
Tað keðiliga: Tað er í
grundini onki keðiligt.
Er hetta nakað fyri teg:
Ja, møguliga.
Starvsfólk: Tey eru altíð í
góðum lag. Tey eru blíð og
skemta nógv, og tey duga
væl at hava meg við í øllum
sum tey gera.
Annað: Tit ungu, veljið
SVF! Tað er framtíðin!
hehe
Sigrid Hammershaimb
Nielsen, Fámjin, 16 ár.
Hvar: Yndi Fitness
Hví: Til stuttleikar og eg
vildi royna nakað nýtt
Hvussu dámar tær: Tað er
fínt at vera her.
Hvat sleppur tú at gera:
Alt tað eg vil.
Tað góða við starvsvenj-
ingini: Eg sleppi sjálv at
venja, og síggja allir teir
lekkru sjeikarnir sum venja
her.
Tað keðiliga: At vaska
maskinurnar.
Er hetta nakað fyri teg:
Nei, tað rokni eg ikki við.
Starvsfólk: Tey eru ótrú-
liga fitt.
Hvar skalt tú í starvsvenjing?
Í vikuni hava vit verið úti og vitjað ymsar næmingar í starvsvenjing. Vit spurdu hvussu teimum dámdu
hetta arbeiðsplássið, ið tey hava valt at verið stavsfólk hjá, í tvær vikur
STARVSVENJING
Navn: Mariann
Mikkjalsdóttir/Elsa
Maria Højgaard
Hansen/Katrina
Eyðunsdóttir Hansen