fríggjadagur 30. september 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 • fríggjadagur • 30. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Frem
fram-
vegis
niðar-
laga
Í útsetta heima-
dystinum móti
Brønshøj miku-
kvøldið eydnaðist
tað bara at fáa eitt
stig
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað gongur framvegis
einki serligt hjá Frem í
næstbestu donsku deild-
ini. Mikukvøldið høvdu
teir á heimavøllinum í
Valby møguleika at lyfta
seg eitt sindur burtur úr
botninum, tá ið útsetti
dysturin frá 6. umfarinum
móti Brønshøj, sum eisini
telist millum botnliðini,
var á skránni.
Men tað eydnaðist ikki.
Úrslitið var 1-1. Bæði
málini
vórðu
skorað
fyrsta
korterið.
Frem
legði seg framum, og ein
minutt seinni javnaði
Brønshøj. Málskjútti var
Vitus Kofoed, sum fyri
tveimum árum síðani
royndi seg í Gøtu. Eftir
Frem álop fór Brønshøj í
skjótt
mótálop.
Eftir
langa framlegging var
Jón Rói Jacobsen so
óheppin at glíða, og
harvið var mótstøðumað-
urin rættuliga leysur, tá ið
hann legði upp á tvørs til
bornholmaran við grøn-
lendsku familjubond-un-
um, og Vitus Kofoed
skoraði.
Í 2. hálvleiki trýsti Frem
fyri at fáa sigursmálið.
Tað eydnaðist ikki. Næst
við vóru teir, tá ið Jón Rói
Jacobsen stútaði móti
málinum eftir horna, men
Brønshøj
bjargaði
á
strikuni.
Gunnar Nielsen og
Jónas þór Næs sótu á
Frem
beinkinum
alla
tíðina.
Landsliðsspælarin og
fyrrverandi KÍ
liðformaðurin heldur
seg hava lært av
Sogndal túrinum,
hóast fótbóltsliga
avbjóðingin á ongan
hátt gjørdist tann,
sum lagt varð upp til -
eitt nú orsaka av
landsliðnum
LANDSLIÐSSPÆLARI
UTTAN FELAG
Jóannes Hansen
Í næstu viku fer landsliðið
til Ísraels, har teir leygar-
dagin í næstu viku skulu
spæla í Tel-Aviv. Millum
úttiknu spælararnar er Atli
Danielsen. Spæliloyvið er
framvegis í Sogndal, sum
hevur leigað KÍ spælaran
fram til 1. november. Atli
kom fyrr í vikuni aftur til
Klaksvíkar. Í gjárkvøldið
vandi hann við KÍ. Hann
fer ikki aftur til Noregs, og
hann sleppur ikki at hjálpa
KÍ, nú teir móti trimum av
oddaliðunum skulu stríðast
fyri at varðveita plássið í
bestu deildini. Tað sokall-
aða vindeygað er afturlatið.
- Hetta gekk ikki soleiðis,
sum eg hevði roknað við.
Eg fekk ongantíð møgu-
leikan millum teir fyrstu
ellivu í Sogndal. Tá ið eg
fyri knappliga tveimum
mánaðum kom yvir, vóru
fleiri spælarar skaddir. Nú
eru teir komnir fyri seg
aftur. Venjarin var meiri
sinnaður at brúka teir enn
meg, og tá ið venjarin ikki
hevði ætlanir um at brúka
meg, so bað eg um at
sleppa til hús nú, og tað
høvdu teir einki ímóti,
greiðir Atli Danielsen frá.
Iðrar tú teg um, at tú fórt
avstað?
- Eg iðri meg um, at eg
ikki havi havt møguleika at
spæla so nógv, sum eg
hevði roknað við. Um eg
hevði havt verið í Klaksvík,
so hevði eg havt møgu-
leikan at spæla við KÍ. Eg
hevði greiða fatan av, at eg
skuldi spæla og ikki sita á
beinkinum í Sogndal. At
tað ikki gekk soleiðis, tað
iðri eg meg um. Eg havi
ikki mist áhugan fyri at
royna meg uttanlands, men
túrurin í Sogndal hevur
givið mær nakrar royndir,
sum siga mær, at tað ikki
bara snýr seg um fótbóltin.
Tað hevur alstóran týdning
at umhvørvið og tað sosiala
er upp á pláss, staðfestir
Atli Danielsen.
Hjá uttanfyri standandi
kann tað tykjast undarligt,
at liðformaðurin hjá KÍ,
sum alt kappingarárið hev-
ur verið illa statt í botnin-
um, mynstraði av skútuni
mitt í kappingini.
- Atli Danielsen hevur
verið góður stuðul hjá okk-
um í fleiri ár. Í fjør royndar-
vandi hann í Sogndal. Tá
spurdist einki burturúr. Nú
fekk hann møguleikan. Vit
kendu á honum, at hann var
spentur at royna nýggja
avbjóðing, og so vildu vit
ikki steðga honum. Atli er
stak fryntligur og fyrikom-
andi, men tað hevði ivaleyst
verið torført hjá honum at
góðtikið, um felagið, sum
hann hevur tænt so leingi,
hevði spent bein fyri møgu-
leikanum,
sum
kanska
kundi bera størri avbjóð-
ingar við sær. Tí gjørdu vit
í nevndini av at leiga hann
út, sigur John William
Joensen í KÍ.
John William undrast
yvir, at tað skuldi hilnast so
illa hjá Atla í Noregi:
- Vit hava spurt okkum
fyri í Sogndal, hvussu tað
kundi bera til, at teir ikki
kundu brúka spælaran, tá ið
teir vóru so altráðir at fáa
hann. Svarið var, at hann var
ikki nóg væl fyri, og at hann
var ov nógv burtur við
landsliðnum. Vit undrast
framvegis, tí teir vistu,
hvussu væl Atli var fyri, og
teir vistu, at hann fór at
verða burturi við lands-
liðnum.
Status hevur týdning
Jákup í Stórustovu var um-
boðsmaður hjá Atla Daniel-
sen. Hann greiðir soleiðis
frá:
- Sogndal visti, hvør Atli
var, og hvat hann stóð fyri.
Teir kendu hann, og teir
vildu hava hann. Hann
hevði í fjør royndarvant har
yviri, og hann hevði stutt
frammanundan at leigusátt-
málin varð undirskrivaðu
spælt tveir landsdystir.
Undrast tú á, at tað hiln-
aðist so illa í spælitíð hjá
Atla í Sogndal?
- Vit mugu staðfesta, at
soleiðis gekk tað. Hvussu
tað fer at hilnast ber ikki til
at siga frammanundan, men
teir kendu fyritreytirnar.
Talan var um akutta støðu
hjá teimum, men hon
broyttist skjótt eftir, at Atli
var komin til Sogndal, tí
onkrir, sum høvdu verið
skaddir, komu fyri seg aftur.
Harafturat var tað í Sogndal
høpi óheppið, at Atli var
burturi í landsliðsørindum.
Ásetingarnar siga, at eitt
felag skal eiga tríggjar spæl-
arar á landsliðnum, áðrenn
tað skal bera til at útseta
dystir. Tað átti Sogndal ikki.
Jón Rói Jacobsen hevur
verið í somu støðu í Frem.
Men har hava teir útsett
dystirnar, tí bæði Gunnar
Nielsen og Jón Rói Jacob-
sen hava verið burturi frá,
og tí felagið hevur átt ein
spælara á U21 landsliðnum.
Onkra ferðina hevur Jón Rói
mist landskappingardyst or-
sakað av landsliðsørindum,
men tað hevur ikki kostað.
Jón Rói er fastur maður og
væl kendur í Frem, meðan
Atli Danielsen var nýggjur
og ikki fastur maður í Sogn-
dal, sigur Jákup í Stórus-
tovu.
Tá ið Atli Danielsen kom
aftur til Sogndal eftir lands-
dystin móti Ísrael, var hann
sinnaður rættiligaat stríðast
fyri søkini tær vikurnar,
sum vóru eftir at leigusátt-
málanum.
- Men tað kiksaði. Eg
beklaði í fyrstu venjingini
og kundi tískil ikki venja
við fullari ferð. Framman-
undan hevði eg spælt
tríggjar lítlar løtur, og tá ið
fyritreytirnar nú ikki vóru
nakað serligar, spurdi eg
um at sleppa heim, og nú
eri eg aftur í Klaksvik, stað-
festir Atli Danielsen.
Droymir tú framvegis um
at spæla uttanlands?
- Eg havi farloyvi frá
arbeiðnum her í Klaksvík.
Eg fari aftur til arbeiðis, tá
ið vit koma aftur úr Ísrael.
Ætlanirnar hjá KÍ fyri kom-
andi ár síggja spennandi út.
Hvussu tað annars verður,
fer bara tíðin at vísa, sigur
Atli Danielsen.
Atli til hús sum av torvheiðum
Dreymurin um eina tilveru
sum yrkisleikari, vísti seg
skjótt at gerast eitt risa
vónbrot. Atli Danielsen fekk
ongantíð veruliga
møguleikan at vísa sítt virði í
Sogndal, og eftir at hava
verið burtur í landsliðs-
ørindum, varð hann at kalla
útifrystur