Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 186 - 30. september 2005 Match- vinnarin Við einsamalla málinum í dystin- um var eingin ivi um, at Hjalmar Dalbúð var dagsins maður hjá FM- vinnarunum úr Runavík FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Sjálvur tóktist hann eisini vera væl nøgdur um avrikið, og ikki minst um úrslitið. - Vit høvdu sjálvir góðar vónir undan hesum. Vit hava spælt væl seinastu dystirnar, og tí vistu vit, at hetta var ein uppgáva, sum vit kundu loysa, helt hann. Hann ásannaði tó, at NSÍ fyrstu løtuna hevði havt sera ilt við at fáa glið á spælið. Í øllum førum fram til teir løgdu seg á odda. - Vit løgdu ikki heilt so hart út, sum vit høvdu ætlað okkum, men eg haldi, at vit høvdu tolu- liga gott tamarhald á kortini. Tá vit so fingu ordiliga tak í dystinum, so haldi eg, at vit koyrdu tað heim. Og eftir steðgin sá ikki út til, at tit bara hugsaðu um at verja leiðsluna? - Vit ætlaðu at fáa eitt mál afturat alt fyri eitt, soleiðis at vit kundu lukka dystin. Tað eydn- aðist so ikki, men vit hildu kortini á at trýsta. Og tað var kanska eisini tað rætta. Í øllum førum hevði tað við sær, at vit ikki trektu okkum ov langt aftur á vøllin, so- leiðis sum tað oftani verður gjørt, og tað kann væl gerast ein vandamikil støða, helt Hjalmar Dalbúð at enda. -mørk NSÍ-HB 1-0 (1-0): Uppiborið gullmerki Við einum sannfør- andi avriki móti HB vissaðu runavíkingar- nir sær gullmerkini, sum teir ikki fingu í steypafinaluni UNGLINGAR Jákup Mørk Tað eydnaðist runavíking- unum at vinna FM-heitið, tá finalan í unglinga- deildini varð spæld á Skála mikukvøldið. Veðrið, sum annars hevur argað nakað hesa seinastu tíðina, var av tí allarbesta, og tó at tað var nakað kalt í luftini, so vóru fótbóltslík- indini so góð, sum tey kundu vera. Javnt fyri steðgin Fyrri hálvleikur var fyri tað heilt nógva sera javnur. NSÍ, sum kanska vórðu mettir sum favorittar, høvdu eitt sindur trupult við at fáa glið á spælið. Kropsliga vóru teir kanska omaná, men skal tosast um skipað spæl, so hevði HB eina lítla yvirvág. Ikki minst megnaðu havn- armenninir í nøkrum førum heilt væl at føra bóltin róliga niðaneftir, fyri síðani at gera skjótt av, soleiðis at kant- arnir vórðu sendir avstað. Serliga í høgra borði eydn- aðist hetta væl, men tað var tó ov sjáldan, at talan gjørd- ist um teir heilt ítøkiligu møguleikarnar, tá sent varð innfyri. Í hinum endanum megn- aði NSÍ tó nakrar ferðir at skapa sær vandastøður eftir kontra-álop. Ta einu ferðina var eisini heilt nær við, men talan skuldi gerast um at kalla tilvildarligan bólt, sum førdi til einasta málið í dystinum. Fríspark varð sent innfyri úr vinstru, og kansk átti HB-málverjin eisini at fingið fatur á hesum. Tað eydnaðist ikki, og heldur ikki í aðru, triðju ella fjórðu atløgu megnaði verjan at rudda burtur. Alt endaði við, at Hjalmar Dalbúð fekk skot á bóltin, sum millum vinir og fíggindar smeyg sær í málið. Málið tóktist av álvara at geva teimum gulu frið yvir spælið. Teir settu seg nú av álvara á dystin, og tó at teir heilt opnu møguleikarnir ikki vóru so nógvir í tali, so lúrdi eitt næsta og avger- andi mál í luftini. Settust á dystin Við leiðsluni í viðførinum kundi hugsast, at NSÍ fór meira varisliga til verka eftir steðgin, men tey, sum roknaðu við hesum, fóru so dyggiliga skeiv. Heldur tóktust teir gulu nú vilja avgera dystin fult og heilt. Teir settu ferðina á spælinum upp, og sum minuttirnir gingu, otaðu teir seg alt meira oman móti HB-málinum. Og møgu- leikarnir trutu ikki. Vanda- støðurnar framman fyri HB- málið gjørdust alt fleiri í tali, og í einum trimum før- um var talan um mest sum 100% møguleikar. Tað eydnaðist tó ikki at fáa málið, sum kundi sløkt spenningin, og tí varð hesin alla tíðina varðveittur. HB megnaði í sínum lag eisini at skapa einstøk vandamikil kontra-álop, men mest sum hvørja ferð restaði neyv- leikin í seinastu sendingini, soleiðis at opni møguleikin kom. Og tá havnarmenninir so móti dystarenda eisini mistu liðskiparan, Svenn F. Jacobsen, sum annars hevði verið ein av bestu spælar- unum í dystinum, var at kalla liðugt. Klokkan fór um teir 90 minuttirnar, meðan vónbrotni liðfor- maðurin gekk av vøllinum, og so kundu runavíkingar- nir koyra seinastu minuttir- nar heim. Gullið var fingið til høldar, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, tustu viðhaldsfólkini inn til fegnu spælararnar. Gullið var komið til høldar, og so kundu sjampanjuproppar- nir flúgva kring vøllin, meðan spælararnir - og tey, sum stóðu hjá - vórðu dýkt undir í gyltu dropunum. Tvey heið- ursmerki Verður hugt at liðmyndini, so tykist tað, sum glitrar gullmerkið hjá Páll M. Joensen eyka nógv í mun til tey, sum viðspælarar hans- ara hava um hálsin. Og tað er ikki bara nakað, sum sær soleiðis út. Hóast hann ikki var á vøllinum, so fekk Páll nevnliga bæði gull og silvur handað eftir dyst- in, og hann átti eisini sín greiða lut í báðum. Fyrsta partin av árinum var tað nevnliga í HB, at ungi framherjin spældi, men tá NSÍ gjørdi leiguav- talu við HB, læt hann seg í gula vespu-búnan. Upp- runaliga hevði HB ætlað, at hann kortini skuldi verða partur av unglingaliðnum í Havn, men reglan við at umboða ymisk feløg, er einans galdandi, um felagið við liði í vaksnamanna- deildini ikki hevur lið í unglingadeildini. Móti HB slapp Páll tó ikki á vøllin. Leigusáttmál- in millum HB og NSÍ inni- heldur nevnliga ein klausul um, at spælarin ikki kann spæla, tá HB er mótstøðu- liðið. -mørk Saknaðu Emil Ein av teimum, sum í ár hevur gjørt nógv um seg á unglingaliðnum hjá HB, er Emil N. Leifsson. Hann varð í summarsteðginum læntur til ÍF, og tá ÍF ikki hevur nakað unglingalið, væntaðu tey í HB, at hetta í øllum førum ikki fór at skapa nakrar trupulleikar. Men tað gjørdi tað nú kortini. Skiftið til ÍF varð nevnliga gjørt beint undan evstamark av spælaraflyt- ingum. Skuldi spælarin samstundis verið partur av unglingaliðnum hjá HB, so skuldi felagið søkt um loyvi til hetta, áðrenn 10. august. Tann dagfestingin var farin, tá HB ætlaði at brúka spælaran í unglinga- deildini, og so mátti liðið altso klára seg uttan týdn- ingarmikla miðvallaran í seinastu týðandi dystunum. - mørk KÍ vann bronsuna KÍ vann mikukvøldið upp- gerðina um triðja plássið í unglingadeildini. Dysturin varð móti B36, og varð hesin spældur í Gøtu. B36 hevði bóltin mesta partin av tíðini. Serliga í 1. hálvleiki vóru teir omaná, og tá fingu teir einsamalla málið. Í 6. minutti legði Carl Herup Olsen teir á odda. B36 leiðslan helt sær til í 83. minutti. Tá javnaði Karstin Justesen eftir skjót- álop. Klokkan var farin ein minutt av vanligu leiktíðini, tá ið John Hammer skoraði sigursmálið hjá KÍ. Eftir fríspark úr umleið 40 metrum setti hann høvdið undir bóltin, eftir at bóltur- in eina ferð hevði tikið í vøllin. -jh NSÍ-HB 1-0 (1-0) 1-0: Hjalmar Dalbúð, 26. Dómari: Petur Reinert NSÍ: Tórður Thomsen - Filip Jacobsen, Robert Sør- ensen, Jústines H. Hansen, Pætur á Líknagøtu - Jann Martin Mortensen, Bogi Løkin, Búgvi Olsen, Hjalmar Dalbúð - Kristian Olsen (Tórður Djur- huus), Debus Danielsen. Á beinkinum uttan at koma inn: Petur á Royk- heyggi, Rolvi Nielsen, Pól Jóhannus Justinussen, Jens Joensen, Aljosa Jokovic, Ken Hentze. GK: Bogi Løkin, 37., Búgvi Olsen, 86. Venjari: Jonhard Hansen. HB: Tróndur Kragesteen - Ingvard Vang, Niclas Eysturoy, Jákup Slættalíð, Dánjal Davidsen (As- bjørn Mørkøre) - Bárður Mittelstein (Allan Eng- hamar), Svenn Fuglø Jacobsen, Beinir Davidsen, Poul Thomas Dam - Johan Ejvind Mouritsen - Jákup Larsen (Tróndur Sigurðsson). GK: Allan Enghamar, 89. RK: Svenn Fuglø Jacobsen, 90. Venjari: Albert Ellefsen FAKTA UM DYSTIN Fagnaðurin var ovurstórur, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Mongu viðhaldsfólkini, sum høvdu leitað sær tvørtur um fjørðin, tustu inn á vøllin, og heldur ikki var gleðin á spælarunum til at fara skeivur av