Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 30. september 2005 19 Hvussu við ÍSF Hóast tað ikki hevur fyri nakran aðalfund enn, so er helst lítið at ivast í, at føroysku fótbóltsfeløgini velja at ganga undir FIFA- reglurnar, sum nú verða kravdar. Í øllum førum í longdini verður hetta treytin fyri at verða partur av altjóða fótbóltsfamilj- uni, og tí hevur føroyskur fótbóltur neyvan nakað val í so máta. Tað reisir tó samstundis spurningin, hvussu tað framyvir verður við leik- lutinum hjá ÍSF mótvegis fótbóltinum. Í øllum førum verður tað neyðugt, at fótbólturin fær sersømdir frá ÍSF, ella at reglurnar fyri ÍSF verða broyttar, um fótbólturin framhaldandi skal vera part- ur av hesum. Tað er nevn- liga í lógunum hjá ÍSF álagt sersambondum at akta og lýða lógir ÍSF's. Sum heild man ikki vera nakar trupulleiki í hesum, men skal føroyskur fótbóltur ganga undir FIFA-krøvini, so verður tað altso í fyrsta lagi FIFA-lógir og í øðrum lagi ÍSF-lógir, sum før- oyskur fótbóltur kemur at ganga undir. Og tað kann hugsast at geva nakrar áhugakonfliktir í framtíðini. Tað kemur tó neyvan upp á tal, at FSF bara uttan víðari meldar seg úr før- oyska ítróttarheiminum her og nú. Meira sannlíkt tykist tað vera, at nakrar dagføringar verða gjørdar í reglunum hjá ÍSF, soleiðis at hesi eisini loyva støðuni, sum FSF kemur í, um ella tá nýggju FIFA- krøvini verða eftirlíka. -mørk Ynskja størri sam- virkni við feløgini Heldur enn bara at vera lóggevandi parturin í før- oyskum fótbólti, so ar- beiðir FSF í løtuni við ætlanum um, at felags- skapurin í framtíðini kann gerast ein meira aktivur samstarvsfelagi hjá teim- um, sum fáast við fótbólti. - Tú kanst siga, at tað í nógvar mátar virkar, so- leiðis at vit mest sum altíð eru tann, sum kemur við peikifingrinum, og tað kann gerast eitt sindur irriterandi fyri allar part- ar, sigur Ísak Mikladal. - Í so máta vildi tað verið munandi betri, um vit kunnu samstarva við feløgini og vera við til at samansjóva virksemið millum hesi. - Her hava vit í fyrstu atløgu hugsað um, at vit kundu skipað fyri nøkrum skeiðum, ella kanska bara forumum fyri ymsu mál- bólkarnar. Tað kundi til dømis verið fyri ábyrgd- arfólki av ymsum slag, so sum trygdarumboð, sam- skiparum og øðrum. Á tann hátt kundu vit kanska í fyrsta lagi verið við til at givið hesum nýggjar im- pulsir og kanska greiðari leiðreglur innan ymsu øk- ini, eins og tað eisini gjarna skuldi viðført, at kontaktnetið hjá hesum varð víðkað. Hetta skilt soleiðis, at vit tá kundu virka til at knýtt betri bond millum ymsu fel- øgini á fleiri økjum, og tað trúgvi eg vil koma øllum pørtum til góðar, sigur Ísak Mikladal. -mørk Komandi vikuskifti verður FM fyri feløg í bridge leikt í Bridge- húsinum í Vági. Kappingin hevur verið spæld í Vági tey seinastu árini,har hon hevur verið framúr væl fyriskipað BRIDGE Bogi Simonsen Kappingin er soleiðis háttað, at hvørt bridgefel- ag, ið er limur í Føroya Bridgesambandi, kann senda eitt lið til kapping- ina. Spældur verður ein dystur móti hvørjum av hinum liðunum. Hóast Eysturoyar Brid- gefelag áður ofta hevur verið at meta sum favor- ittur til at vinna kapping- ina, mugu teir nokk vænta at fáa sterka mótstøðu frá liðnum frá Bridgedeild Kaggans, ið vann kappingina í fjør. Á liðinum, sum vann í fjør vóru Bogi Simonsen- Símin Lassaberg og Hans Jacob Petersen-Hallberg Arnfríðsson Feløgini, sum eru um- boðað hesaferð, eru Brid- gedeild Kaggans, Havnar Bridgefelag, Nýggja Brid- gefelag, Eysturoyar Bridge- felag, Klaksvíkar Bridge- felag, Tvøroyar Bridgefelag og Vágs Bridgefelag. Kappingin byrjar fríggjakvøldið áleið kl. 22:00, alt eftir nær Smyril leggur at. FM fyri Feløg í Vági 31. mai komandi ár, skulu allar reglugerð- ir hjá føroyskum fótbólti samsvara við tær hjá FIFA. Longu nú arbeiðir umsiting- in av fullari kraft við málinum, sum møgu- liga endar við, at alt lógarverkið innan fótbóltin snøgt sagt verður skift út FÓTBÓLTSREGLUR Jákup Mørk Hóast spælið á vøllinum nú er um at vera liðugt fyri í ár, so er tað ikki so, at fót- bólturin fer fullkomuliga í vetrarfrí. Og so langt ífrá, kundi verið lagt aftur. Veturin er vanliga tíðin, har umsitingin í FSF fyri- reikar tær kappingar, sum eru fyri framman í komandi kappingarári. Onkra tíð standa tillagingar av lógum og reglum eisini á skránni, og ikki minst hetta seinasta hevur kravt nógv arbeiði seinnu árini, nú UEFA hev- ur ásett, hvørji minstukrøv til fótbóltin skulu lúkast. Standard-reglur Eisini í vetur verða nakrar dagføringar í hesum, men fyrst og fremt, so verður setningurin í vetur at fylgja nýggjum FIFA-ásetingum. Á fundi í fjør viðtók FIFA nevnliga, at allar reglugerðir hjá øllum fót- bóltssambondum í heimin- um skulu standardiserast, soleiðis at hesar eru at kalla eins kring allan knøttin. Fyrst og fremst, so vilja tey í FIFA, at øll tey umsit- ingarligu viðurskiftini kring fótbóltin skulu vera at kalla einsljóðandi kring all- an knøttin. Í hesum liggur so eisini, at reglur, málsvið- gerð og kærumøguleikarnir skulu vera einsljóðandi hjá øllum limalondunum. Og ikki minst, so vil FIFA við hesum eisini sleppa sær undan, at trætumál innan fótbóltinj verða avgjørd í sivilum rættarmáli. Tað skal snøgt sagt verða fót- bóltsfamiljan, sum skal taka støðu til allar spurn- ingar, og í evstu løtu verður tað so altjóða ítróttardóm- stólurin í Lausanne, sum kemur at standa við valdin- um. Skal tað lata seg gera, er eisini neyðugt við eins- ljóðandi reglum, tí tað nyttar lítið við eini slíkari mannagongd, um grundar- lagi undir rættarligu av- gerðunum verður broytt, so hvørt sum málið verður flutt longur upp í skipanini. Skifta kanska alt Fyri Føroyar hevur tað ver- ið Ísak Mikladal, aðalskriv- ari, sum hevur havt mesta samskiftið við FIFA um málið, og hann sigur, at hetta er nakað, sum FSF hevur vitað av í eina tíð. - Sjálvt um talan neyvan verður um tær heilt koll- veltandi broytingarnar fyri skipanina av føroyskum fótbólti, so eru nógv ting, sum skulu regulerast ella ajourførast nakað. Í seinasta lagi 31. mai komandi ár skal FIFA hava móttikið nýggju lógirnar hjá okkum, so tað er einki at ivast í, at vit hava nokk at takast við komandi tíðina. Stóri spurningurin í so máta er kanska, hvørt tað yvir høvur loysir seg hjá okkum at fara at tillaga okkara reglugerðir, ella um snøgt sagt skulu umseta tær standard-reglur, sum FIFA hevur latið gjørt. Ella snøgt sagt samtykkja eitt heilt nýtt lógarverk. - FIFA hevur jú í longri tíð arbeitt við hesum. Teir hava eitt veldugt lið av sak- førarum, sum við atliti til allar hugsandi reglugerðir hava evnað standard-reglur- nar til, og við at kopiera teirra lógarverk, eru vit í øllum førum vísir í, at alt er í samsvari við krøvini. Hjá okkum hevur støðan jú verið tann, at vit hava eitt lógarverk, sum grovt sagt er óbroytt síðani 1979. Sjálv- andi eru tillagingar og broytingar gjørdar á vegn- um, men hesar hava mest sum hvørja ferð verið av neyð - skilt soleiðis, at tað eru mál av ymsum slag, sum hava skundað undir hesar. Fáa vit eitt nýtt lógarverk, so eru vit at kalla upp á forkant við reglurnar og tey krøv, sum verða sett í fram- tíðini, sigur aðalskrivarin. Feløgini alt at siga Og tað verður so ikki bara sum at siga tað, nú eitt heilt nýtt lógarverk fyri føroysk- an fótbólt skal setast í verk. Sjálvandi er tað FIFA, sum staðfestir, hvørji krøv limalondini skulu lúka, men tað eru fyrst og fremst før- oysku feløgini, sum skulu gera av, hvørt lógirnar yvir høvur skulu broytast. Forumið, sum hetta skal gerast á, er sjálvandi aðal- fundurin, sum verður hildin seinast í februar mánaði, men áðrenn tað er komið somikið langt, má fót- arbeiðið gerast. Tí hevur FSF gjørt av, at tey tann 5. november fara at hava fund við formenninar í øllum teimum føroysku fótbóltsfeløgunum. Her sleppa hesir so at viðgera málið saman við nevndini, og síðani verður málið aftur tikið upp á árliga fundinum við feløgini, sum verður tann 19. november. Vónin er so, at semja er fingin um leistin til ta tíð, soleiðis at umsitingin eftir hetta kann gera eitt liðugt tilevnað uppskot til aðalfundin. Stórar broytingar ávegis Um knappan mánaða er fótbólturin farin í vetrarfrí, men tað sama er ikki galdandi fyri umsitingina. Tvørtur ímóti, so tykist veturin í ár at verða ein sera strævin tíð hjá Ísaki Mikladal og umsitingini í FSF sum heild Mynd: Jens Kristian Vang