Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 186 - 30. september 2005 UTTAN ÚR HEIMI Statoil fyri atfinningum Mannarættindafelagsskapir halda, at oljufelagið Statoil eigur at gera vart við tey nógvu brotini á mannarættind- ini í Aserbajdjan. Statoil hevur gjørt íløgur fyri 12 milliardir krónur í Aserbajdjan. Fleiri onnur oljufeløg hava eisini gjørt stórar íløgur har, og tey hava heldur ikki sagt eitt orð um framferðina hjá myndugleikunum, sigur NRK. Okkurt bendir eisini á, at myndugleikarnir í Aserbaj- djan tann stóra útlendska áhugan fyri oljuni. - Hví skluldi Noreg lagt trýst á meg? Noreg er í ein- ari slíkari støðu, at landið kann ikki leggja trýst á meg, sigur forsetin sambært tíðindastovuni ANB. Avmarkað síðustarv Í fjør avdúkaðu danskir fjølmiðlar, at dómararnir í Hægstarætti forvinna líka nógvar pengar í frítíðini sum í arbeiðstíðini, men nú hevur Lene Espersen, løg- málaráðharri, gjørt av at avmarka eykainntøkurnar hjá dómarunum. Í fjør forvunnu dómararnir í Hægstarætti 770.000 krónur í meðal umframt ta føstu inntøkuna. Pengarnar fáa teir sum samsýningar fyri at sita í nevndum og ráð- um, og harafturat eru teir ofta við til at loysa trætur ímillum privat feløg. Lene Espersen sigur, at dómararnir skulu framvegis hava loyvi at átaka sær aðrar uppgávur enn tær í Hægstarætti, men at myndugleikarnir mugu seta mark fyri, hvussu nógv teir kunnu átaka sær. Hon hevur tí orðað eitt lógaruppskot, sum skal avmarkað eykaar- beiðið hjá dómarunum, og tað verður ætlandi lagt fyri Fólkatingið, tá tað kemur saman aftur týsdagin í næstu viku, skrivar Politiken. Flogfar roynast í kulda Evropeiska Airbus-flogverksmiðjan er í ferð við at royna tað nýggja Airbus A380-flogfarið, sum var sín fyrsta royndartúr í vár. Í næstum er ætlanin at vita, hvussu flogfarið roynist í nógvum kulda. Í hesum sambandi hevði flogvøllurin í Narvik í Noregi boðið flogfarinum hagar at gera royndirnar, men hetta verður helst av ongum, skrivar Aftenposten. Á verksmiðjuni í Toulouse siga tey, at ætlanin er at gera kuldaroyndirnar í Sibir ella í Kanada og møguliga í báðum støðum, og at tað helst verður tíðliga næsta ár. Síðani royndartúrin 27. apríl hevur Airbus A380 verið einar hundrað ferðir í luftini í sambandi við ymsar royndir, og fleiri royndir skulu gerast afturat, áðrenn verksmiðjan fer undir at byggja flogfør til tey nógvu feløgini, sum longu hava bílagt tey. Nýggja flogfarið hevur pláss fyri 555 ferðafólkum. Danskir loðsar strongdir Loðsarnir í Danmark hava so nógv at gera og so nógva yvirtíð, at tað er vandamikið fyri trygdina á sjónum. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari kanning, sum Sø- fartens Arbejdsmiljøråd hevur gjørt. Tað er Farvandsvæsenet, sum hevur ábyrgdina av ar- beiðsumstøðunum hjá loðsunum, og Svend Eskildsen, stjóri, viðgongur, ar arbeiðsbyrðan hjá loðsunum er ein stórur trupulleiki. - Skipini, sum skulu hava loðs, eru vorðin munandi fleiri í tali, og tað ger, at loðsarnir hava úr at gera. Tað vísir seg eisini at vera trupult hjá loðsunum at fáa ta frítíð og hvíld, sum teir hava rætt til, og tað er ein trupulleiki, sum vit noyðast at loysa, sigur Svend Eskildsen við Politiken. Leiðarin hjá republik- anarunum í amerik- onsku Kongressini, Tom DeLay, er ákærdur fyri svik ÁKÆRA Árni Joensen fartekst@mail.dk Ákæran kemur republik- anska flokkinum sera illa við, tí Tom DeLay er ikki tann einasti republikanski topppolitikarin, sum er sett- ur í samband við svik. Her- fyri kunngjørdi løgreglan, at hon er í ferð við at kanna, um republikanski formaður- in í Senatinum, Bill Frost, breyt lógina um innanhýsis vitan, tá hann seldi parta- brøv í einari fyritøku, sum hann er medeigari í. Tom DeLay hevur sagt seg úr formansstarvinum í Umboðsmannatinginum og Kongressini. Løgreglan vil vera við, at hann hevur svikað við pengum, sum hann fekk til tað seinasta valstríðið, og verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í tvey ára fongsul. Sjálvur heldur Tom DeLay uppá, at hann er ósekur. Hann sigur við CNN, at talan er um polit- iskan ágang frá ákæranum í Texas, Ronnie Earle, sum er demokratur. - Hetta er bara enn eitt dømi um, hvussu Ronnie Earle misbrúkar sítt starv sum ákæri, sigur Tom DeLay. Kemur eitt uppskot um ES-limaskap í Stórtingið, og Arbeið- araflkokkurin tekur undir við tí, fellur stjórnin NOREG Árni Joensen fartekst@mail.dk Samráðingarnar ímillum Arbeiðaraflokkin, Sosial- istiska Vinstraflokkin og Miðflokkin í Noregi um at skipa stjórn halda fram. Sum skilst hava flokkarnir higartil tingast um tey mál- ini, sum teir hava lætt við at semjast um so sum heilsu- mál og skúlamál. Men flokkarnir sleppa ikki undan teimum tungu málunum. Eitt teirra er norsk luttøka í hernaðar- ligum tiltøkum uttanlands, og hetta málið kann gerast trupult at loysa, tí nógvir stuðlar hjá Sosialistiska Vinstraflokkinum krevja, at Noreg skal taka sínar her- menn úr Afghanistan og Ir- ak. Arbeiðaraflokkurin og Miðflokkurin halda haraft- urímóti, at teir norsku her- menninir skulu verða ver- andi í Afghanistan, men Ar- beiðaraflokkurin er fyri at taka hermenninar úr Irak. Ein annar spurningur, sum flokkarnir eru ósamdir um, at norskur limaskapur í ES. Arbeiðaraflokkurin tek- ur undir við limaskapi, men formaðurin, Jens Stolt- enberg, hevur tó sagt, at spurningurin er ikki við- komandi, fyrr enn ein meiri- luti av norska fólkinum tek- ur undir við, at Noreg skal fara upp í Evropasamveldið. Men her er eingin slingur í politiska valsinum hjá hin- um báðum flokkunum, og teir krevja, at ein sokallað "sjálvmorðsregla" skal standa í samgonguskjalin- um. Í henni skal standa, at stjórnin er upployst í teirri løtu, Arbeiðaraflokkurin fer at finglast við tankan um ES-limaskap. - Sjálvmorðsreglan skal í samgonguskjalið, og eingin skal vera í iva um, at stjórn- in fer frá, kemur spurning- urin um ES-limaskap á dagskránna, segði for- kvinnan í Miðflokkinum, Aslaug Haga, týsdagin. Lítið og einki er likið út frá samgongusamráðingun- um. Tað einasta, sum er greitt, er, at Jens Stoltenberg verður forsætisráðharri. ES kann fella komandi norsku stjórnina Noyddist frá eftir ákæru um svik Tom DeLay kann fáa tvey ára fongsul, verður hann funnin sekur í sviki