Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 30. september 2005 29 Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin Sjúkrarøktar- frøðingur til E3/E2 Eitt avloysarastarv, vegna barnsburð, á brøk 1,0 í skiftandi vaktum er leyst at søkja til setan 1. nov- ember 2005 ella eftir avtalu til og við 30.apríl 2006. Møguleiki eru fyri lægri brøkið. E3 er ein medisinsk deild við í løtuni 5 seingja- plássum. Sergreinin á deildini er uppvenjing av sjúklingum við apopleksia cerebri og við dis. sclerosu. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við røktarstarvsfólk, fysioterapeutar, ergoterapeutar og talupædagog. Dentur verður lagdur á gott samstarv við avvarðandi- og við primertænast- una. E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri bú- fólkum.Vit ynskja starvsfelagar við hug og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral, etisk virði, positiva menniskja- áskoðan og góð samstarvsevni. Krøv til umsøkjarar: • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur • Góð samstarvsevni og góðar royndir við tvør- fakligum samstarvi • Fakligan áhuga innan sergreinirnar Vit kunnu bjóðað: • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • Positivt tvørfakligt samstarv • Fakliga menning • Innleiðslu Upplýsingar um størvini eru at fáa við at ringja til Monicu Brickman, deildarleiðara, telefon 304500, lokal 6012 ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkra- røktarfrøðing,lokal 6102,e-post asap@lsh.fo. Lønar- og setanartreytir: Smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 14. oktober 2005 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábygd,at umsóknin er á starvs- fólkadeildini,áðrenn freistin er úti. Skivligar umsóknir merkt »umsókn til starv«,við avriti av prógvum, CV, autorisatión, við mælum e.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin att. Una Fagraberg FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Kunngerð um kirkjuráðsval Hervið verður gjørt kunnugt, at kirkjuráðsval verður í Leirvíkar kirkjusókn týsdagin 8. november 2005. Valið fer fram í kirkjuni nevnda dag frá kl. 10-12 og 16-18 (20). Valevnislistarnir skulu vera formanninum fyri valstýrinum, Hallgerð Lervig, í hendi í seinasta lagi 11. oktober kl. 19.00. Valevnini mega vera 6, og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum stillarar undirskrivað listan. Høvuðstreytin fyri vælrætti er, at ein og hvør,sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 8. november 2005, hevur valrætt.Skilað verður til,at veljast skulu 6 limir. Øll valevnini skulu geva skrivliga váttan um, at tey vilja lata seg stilla upp, og hava tey ikki sitið í kirkju- ráði áður, at tey eru sinnað at undirskriva ta váttan, sum kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kunnu taka sæti í kirkjuráðnum. Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta heima 10.og 11. okt, báðar dagar frá kl. 15.00 - 17.00, annars á tlf. 443226. Leirvík hin 28. september 2005 Valstýrið fyri Leirvíkar kirkjusókn Hallgerð Lervig,formaður Salong Sonja Salongin er opin aftur frá mánadegnum 3. oktober. Salong Sonja Tlf. 266998 FRAMFØRSLA Leygardagin 1. okt. kl. 15.00 skipa FUR og Tórshavnar kommuna fyri einari »Show« framførslu um ungdóm í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Til framførsluna koma sjey ung og vaksin, sum dag- liga starvast í einum projekti: www.ditlivditvalg.dk, har høvuðsendamálið er at fyribyrgja at ung koma á skeiva kós. Tey fara at viðgera evnir, sum ungdómsidentitetur, rúsevni, harðskap, einsemi, happing, sjálvsvirði, motivatión o.a. Í hesum sambandi fara tey at greiða frá teirra roynd- um, og hvussu hetta hevur merkt teirra lív. Tey koma eisini at geva okkum teirra boð upp á, hvussu man kann røkka teimum ungu. Framførslan er ætlað foreldrum, politikarum, fakfólki, løgreglu og øðrum áhugaðum. Kostnaðurin fyri »Show« framførsluna er kr. 150,- sum verður at gjalda við dyrnar. Show Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk