Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 186 - 30. september 2005 Mål Fríggjadag 30.09 kl. 18.30 kl. 21.00 Leygardag 01.10 kl. 18.30 kl. 21.00 Sunnudag 02.10 kl. 18.00 kl. 20.30 Hin ungi Santiago Munez býr í Los Angeles. Hann er frá Meksiko. Sum túsundavís av øðrum er hann komin ólóliga yvir um markið til USA. Stóri áhugin hjá honum er ikki amerikanskur "fotball" ella baseball, men fótbóltur sum tey spæla hann í Evropa og í Suður- amerika. Santiago arbeiðir dagliga saman við pápanum sum gartnari hjá ríkum fólkum og droymir um eitt lív sum professionellur leikari. UMMÆLI Kim Simonsen Munurin millum tey ríku og fátæku í Los Angeles er óhugnaligur. Stóra gleðin í lívinum hjá Santiago er at spæla fótbólt. Í loyndum hevur Santiago dreymin um at gerðast pro- fessionellur fótbóltsleikari, men tað er ótrúliga langt frá fátækrabýling- unum í Los Angeles til at spæla pro- fessionella fótbólt, sum fyri tað mesta gongur fyri seg í Evropa. Men tað er vist, at Santiago er ein annar Péle, Ronaldo ella David Beckham. sum eisini spælir við í hesum filminum. Newcastle United Men við eitt verður Santiago upp- dagaður av einum fyrrverandi pro- fessionellum fótbóltsspælara frá Newcastle United, Glen Foy. Hann er og vitjar í L.A. Við eitt sær hann henda dugnaliga spælaran. Santiago hevur gleðina við at spæla fótbólt, hann hevur eitt "flow", sum man ikki ofta sær. Glen Foy roynir at fáa ein talent- leitara at hyggja eftir honum, men hetta gongur illa. At enda fer hann sjálvur at royna at fáa stjóran í Newcastle United at hyggja at Santi- ago, Hetta vil hann, men bert um Santiago kemur til Newcastle. Tað er bara ikki so lætt at fara til Ong- lands hjá einum fátækum ungum manni frá USA. Santiago hevur ongan kjans her, tí hann og familjan eru fátækari enn flest. At enda kemur Santiago tó til Onglands, sum er eitt undur í sjálv- um sær. Her byrjar ein annar partur av filminum, sum eisini er hin besti. Santiago fær ein kjans á liðinum. Stjórin fyri Newcastle setur hann at spæla í einum runutum venjingar- dysti. Hetta er torført fyri Santiago, ið valla hevur sæð regn fyrr. Pofessionelli fótbóltsheimurin Vinurin Glen Foy fær at enda Santi- ago fram at, so hann kann venja við Newcastle í ein mánað. Tað sum er stuttligt við filminum "Goal", er at vit síggja brot úr veruligum dystum. Og senurnar eru tiknar til veruligar Newcastle United dystir frá St. James Park vøllinum. Her skal hann kappast við spælarar, ið hava roynt seg í áravís. Spælarar, ið eru minst líka so áhugaðir í framgongd sum Santiago. Her fáa vit eitt áhugavert innlit í professionella fótbóltsheim- in, har tað er sera stórur munur á fólkum. Teir flestu leikarnir eru einki verdir, teir verða skaddir og so er dreymurin horvin. So eru tað stjørnurnar, ið felagið kastar milli- ónir eftir. Teir koyra í sportbilum, sita á framsta rað til alt her í lívin- um. Elitan á vøllinum Santiago gerðst vinur við spælaran Gavin Harris, ið er ein stjørna. Hesin er tó ein sum ballast ov nógv, so hevur hann ringt orð á sær, tí hann er ein playboy. Santiago møtir eisini sjúkrasystr- ini Ros. Hon er ikki serliga áhuga í spælarum vanliga, tí hon heldur at øll tey, ið gerðast kend verða forkel- aði og oyðiløgd av hesum. Stóra temaði í filminum er klass- iska leitanin hjá unga menniskjanum eftir einum samleika, kærleikanum og onkrum sum man dugir væl. Hjá Santiago er tað eisini stóri longsulin eftir at pápi hansara skal viðurkenna, at hann kann loyva sær at spæla fótbólt, tí pápin heldur at hetta er fjas. Pápin trýr ikki á dreym- ar og fják, hann er á ein hátt sera realistiskur, tí hví skal ein ungur meksikanari í L.A. sleppa at spæla í fyrstu deildini hjá Newcastle? Enn ein ítróttarfilmur Tað finnst eitt hav av filmum um ymiskar ítrottagreinar, sum baseball, kurvabóltur og golf. Allar ítrótta- greinar eru nærum umboðaðar í filmsøguni, men tað er ikki nógvir spælifilmar um fótbólt, ið er ein ítróttagrein, sum flest fólk í heim- inum hava áhuga fyri. Vit hava fyrr sæð góðar filmar um frælsan ítrótt, men hetta er eitt boð um fótbólt sum drama. Í "Goal" hava tey sum hava gjørt filmin veruliga brúkt FIFA og Newcastle United, til at fáa loyvi at gera ein film við ymiskum klubb- um, áskoðarum og eykennismerkj- um. Tað er stuttligt at síggja hvussu stóran týdning eitt fótbóltslið hevur í Onglandi. Í býnum Newcastle er nærum einki annað at tosa um enn Newcastle United. Fólk í hesum býinum eru fanatisk, teirra lív er fótbóltur og fótbóltur er teirra lív. "Goal" er enn ein av hesum ítrótt- arfilmunum, men hann er ein av teimum góðu innan hesa genruna. So 4 stjørnur av 6 til "Goal". www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Fótbóltseingilin – Filmurin »Goal« er gott undirhald E N H V E R D R Ø M H A R E N B E G Y N D E L S E EN FILM AF DANNY CANNON TÍÐIRNAR: Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Charlie og chokoladefabrikken Fríggjadag 30.09 kl. 18.00 Leygardag 01.10 kl. 18.00 Sunnudag 02.10 kl. 17.30 S T E V E C A R E L L JO LÆNGERE DU VENTER, JO HÅRDERE BLIVER DET — den 40 Year old virgin Fríggjadag 30.09 kl. 20.30 kl. 23.30 Leygardag 01.10 kl. 20.30 kl. 23.30 Sunnudag 02.10 kl. 20.00 kl. 23.00 Cinderella Man Fríggjadag 30.09 kl. 23.00 Leygardag 01.10 kl. 23.00 Sunnudag 02.10 kl. 22.30 www.uip.dk B A S E R E T P Å E N S A N D H I S T O R I E B A S E R E T P Å E N S A N D H I S T O R I E Madagascar Fríggjadag 30.09 kl. 16.30 Leygardag 01.10 kl. 16.30 Sunnudag 02.10 kl. 16.00 FRA SKABERNE AF OG WWW.MADAGASCAR.DK VI TALER DANSK FRUMSÝNING UMMÆLI: Duke of Hazzard Fríggjadag 07.10 FRUMSÝNING Far til fire – gi’r aldrig op Fríggjadag 07.10 FRUMSÝNING KOMANDI FILMAR: Johnny Depp www.chokoladefabrikken.nu DANSK TALE EL. ORG. VERSION Leikandi: Santiago Munez Kuno Becker Glen Foy Stephen Dillane Gavin Harris Alessandro Nivola Roz Harmison Anna Friel Herman Munez Tony Plana Mercedes Miriam Colon Leikstjóri: Danny Cannon. 118 minuttir. Frumframsýning í Havnar Bio og um alt Danmark 30. September. Atgongumerki kosta 70 kr.