fríggjadagur 30. september 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eftir at hava verið í
Føroyum og havt
skeið fyri føroyskum
fysioterapeutum,
rópar danski ítóttar-
fysiologurin Morten
Zacho varskó, tí før-
oyingar roykja alt ov
nógv, koyra ov nógv í
bili og eta ov ósunnan
mat
HEILSA
Í sambandi við at Almanna-
og Heilsumálaráðið arbeið-
ir við at gera eina fólka-
heilsuætlan við tí endamáli
at betra um lívsgóðskuna
og fyribyrgja fólkasjúkum,
høvdu fysioterapeutar í
Føroyum
fingið
danan
Morten
Zacho,
cand.
scient. ítróttarfysiologur, til
Føroya at hava skeið í
vikuskiftinum 16. til 19.
september 2005.
Skeiðið nevnist "Motion
på recept", og endamálið er
at fyribyrgja lívsstílssjúk-
um við t.d. at læknin vísir
til fysioterapeutar, sum seta
fólk í gongd við venjing og
at broyta vanar. Við lívs-
stílssjúkur meinast sukur-
sjúka typa2, høgt blótrýst,
yvirvekt/fiti, hjarta/æðra-
sjúkur og sjúkur í vøddum
og beingrind.
Fysioterapeutarnir siga,
at tað er umráðandi at ar-
beiða fyrbyrgjandi og vera
við til at forða fyri, at før-
oyingar fáa somu lívsstíls-
sjúkur, sum gerast alt meira
vanligar í vesturheiminum.
Vivíkjandi at motionera
er boðskapurin, at vit við at
røra okkum ein tíma um
dagin (t.d. ein góðan og
skjótan túr har pulsurin fer
upp) eru vit við til at fyri-
byrgja, at vit fáa hesar lívs-
stílssjúkur, og vit fáa eitt
betri og longri lív við meira
yvirskoti í tí dagliga. Upp-
aftur betri er, um vit afturat
tí tímanun dagliga, tvær
ferðir um vikuna í 20
minuttir íðka eitthvørt, sum
fær pulsin at hækka mun-
andi og gera okkurt sum
styrkir vøddarnir.
Tilboðið
í
Danmark
"Motion på recept" er ein
læknaávísing til fysiotera-
peut ella venjingarmistøð
fyri tey, ið eru í einum
vandabólki og sum ikki
klára at íðka sjálvi. Vant
verður undir vegleiðing í 4
mánaðir, og síðan skulu tey
sjálvi halda áfram vi hes-
um.
Føroyingar, út úr
bilunum!
Morten Zacho sigur annrs
um Føroyar, at vit hava eitt
sera vakurt land, og fólkið
tykist at hvíla í sær sjálvum
meira enn man sær í nógv-
um øðrum størri samfeløg-
um. Á heilsuøkinum verða
gjørd ymisk tiltøk, bæði við
motión og við hægri av-
gjøldum á ósunnum mati.
Hóast hetta heldur Mort-
en Zacho, at tað er neyðugt
at rópa varskó. Fyri tað
fyrsta er tað roykingin. Han
sigur seg ikki hava vitjað
nakað land, har tað verður
roykt so nógv sum í Før-
oyum. Eitt er, at tey vaksnu
roykja, men nógv av teim-
um ungu og sjálvt børn
roykja.
Hann heldur at roykjara-
lungur og lungnakrabba-
mein er avgjørt ikki ein
mentunararvur, sum tað
sømir seg at geva víðari til
síni børn.
Føroyingar, út úr bilun-
um! skuldi verið eitt av
slagorðunum hjá okkum
føroyingum, sigur Morten
Zacho, sum heldur at før-
oyingar koyra alt ov nógv í
bili. Hóast nógv búgva nær-
hendis teirra arbeiðsplássi
og tætt við barnaskúlarnar,
sær tað út til, at næstan øll
nýta bilin sum flutningstól.
Hann veit væl, at veðrið
ofta er vánaligt um veturin,
men við góðum vetrarklæð-
um, er veðrið eingin um-
bering.
Eitt annað sum ørkymlar
Morten Zacho í samband
við tey ungu, er stóra nýtsl-
an av ósunnum mati, sum
t.d. burgarum, pizza, chips
og sodavatni. Hetta er ser-
liga ringt fyri tey ungu, tí
nógv av teimum eisini
roykja, koyra skutara ella
verða koyrd í bili.
Fyrr, tá føroyingar høvdu
kropsliga hart arbeiði, var
tað í ordan at teir ótu feitt-
ríkan mat, men í dag, tá
flestu føðivørurnar eru inn-
fluttar og hava eina vána-
liga feittsamanseting, er
feittinnihaldið ein stórur
trupulleiki. Hetta saman
við sodavatni og at fólk eru
óvirkin er tann perfekta
uppskriftin upp á typu 2
diabetis.
Um føroysku myndug-
leikarnir, foreldur og fólkið
sum heild, ikki gera nakað
við
hesar
trupulleikar,
kunnu føroyingar longu nú
kalkulera við eini eksplo-
derandi heilsufíggjarætlan,
sigur Morten Zacho.
Nr. 186 - 30. september 2005
31
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Motion på Recept:
Zacho rópar varskó
Morten Zacho, cand. scient. og
ítróttarfysiologur, ið helt skeiðið
"Motion på recept" rópar varskó, tí
føroyingar roykja alt ov nógv, koyra
ov nógv í bili og eta ov ósunnan mat
Mynd: Marjun Poulsen