leygardagur 1. oktober 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2005
3
Í dag letur ein so-
nevnd ítróttarkafé í
Havn, sum sam-
stundis eisini verður
eitt diskotek. Staðið
hevur fingið navnið
Cippo og fer at halda
til í hølunum undir
matstovuni Rio
Bravo í Tórsgøtu
BÝARLÍV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nú verður fyri fyrstu ferð
møguligt at fara á eina so-
nevnda
ítróttarkafé
í
Havn. Tað er Rúni Djur-
huus, sum í dag letur upp
eina slíka í hjartanum av
Havnini. Rúni er útbúgvin
kokkur, og hann fer sjálv-
ur at standa og matgera í
kaféini. Harafturat fer ein
annar útbúgvin kokkur at
arbeiða á nýggju ítróttar-
kaféini.
Poolborð, airhockey
og fótbóltsborð
At talan er um eina ítróttar-
kafé merkir, at møguleiki
verður fyri at spæla eitt nú
pool, airhockey og fót-
bóltsspæl. Somuleiðis fer
regluliga at verða møguligt
at síggja fótbóltsdystir utt-
an úr heimi á stórskíggja á
kaféini, sum hevur ognað
sær ikki minni enn tveir
stórskíggjar.
Rúni Djurhuus sigur, at
hann er ógvuliga spentur
upp á at lata upp, og hann
vónar, at tað fer at bera til
at hava eitt slíkt stað í
høvuðsstaðnum, tí alla-
staðnis kring okkum ber
tað til.
Umframt ítróttarkaféina
verður, sum áðurnevnt,
eisini diskotek hvørt fríg-
gjakvøld og leygarkvøld.
Diskotekið fer at hava
21 ára aldursmark, og
Rúni Djurhuus sigur, at
nógv góð tilboð verða
javnan at fáa bæði í disko-
tekinum og á kaféini.
Ítróttarkafé
og diskotek
Vest Norden ikki bara miseydnað
Nógv hevur verið
frammi í miðlunum
um, at árliga ferða-
vinnustevnan, Vest
Norden Travel Mart,
sum herfyri var í
Keypmannahavn, var
miseydnað sæð við
føroyskum eygum,
men tað haldi ikki
allir partar av før-
oysku ferðavinnuni
FERÐAVINNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ein av teimum, sum hevur
tikið lut á flestøllum Vest
Norden Travel Mart sein-
astu mongu árini, er Marni
Hjallnafoss, stjóri á Green
Gate Incoming. Hann held-
ur ikki, at Travel Mart var
so miseydnað, sum fleiri
vilja verða við.
Fingu nógv burturúr
Marni Hjallnafoss sigur, at
á Green Gate eru tey væl
nøgd við tað, sum tey fingu
burtur úr í ár.
- Vit fingu tað, sum vit
fóru eftir. Eg haldi tó, at ein
trupulleiki var tað, at tað
vóru so óvanliga nógvir før-
oyskir luttakarar á stevnuni í
ár, sigur Marni Hjallnafoss.
- Teir smáu veitararnir
eru kanska ikki so sjónligir
sum teir stóru. Harafturat
fara keypararnir fyrst og
fremst at vitja tey, sum eru
afturvendandi luttakarar á
Vest Norden Travel Mart,
sigur Marni Hjallnafoss.
Eg skilji væl tær frustra-
tiónir, sum eru, men tað
sum vit hava upplivað í
miðlunum, síðani vit komu
heim, haldi eg verða ov
nógv av tí góða. Gamaní
vóru tað summi ting, sum
ikki vóru nøktandi, so sum
plasering og kunning undan
stevnuni, men vit skulu
minnast til, at hetta var
fyrstu ferð, at stevnan var í
Danmark, og tí vilja tað
altíð verða summir trupul-
leikar, sigur Marni Hjallna-
foss.
Hann leggur tó eisini
dent á, at øll tiltøkini í sam-
bandi við ferðavinnustevn-
una riggaðu væl, og tað
eiga fyrireikararnir rós fyri.
Óvanliga stór føroysk
luttøka
Stjórin á Green Gate In-
coming heldur, at smærru
hjáveitararnir í føroysku
ferðavinnuni høvdu fingið
meiri burtur úr við at brúka
pengar uppá okkurt annað
enn at senda umboð á Vest
Norden Travel Mart.
- Vit selja teirra vøru, og
tí hevði tað kanska verið
snildari, um tey lótu opera-
tørarnir
umboða
teirra
vøru, og ístaðin nýttu pen-
ingin á annan hátt á Travel
Mart. Hetta merkir so av-
gjørt ikki, at tey onki hava
at siga, tí vit kunnu ikki
verða tey fyriuttan, tí tað
eru teirra produktir, ið vit
selja. Vit hava ongantíð
áður havt so stóra umboðan
úr Føroyum, og vit noyðast
at hugsa meiri rationelt,
sigur Marni Hjallnafoss.
Hann heldur tað verða
umráðandi, at partarnir í
føroysku ferðavinnuni læra
at tosa meiri saman undan
slíkum ferðavinnustevnum,
so at man í best møguligan
mun fær fyrireika seg til
stevnuna allari vinnuna at
frama.
- Eg haldi, at rætti vegur-
in fram er, at teir størru
veitararnir, t.d. flutnings-
feløgini, túroperatørar og
umboð fyri kunningarstov-
urnar, sum selja produktini
hjá teimum smærru hjáveit-
arunum, umboða vinnuna,
tí tað er fyrst og fremst teir,
ið kundin velur at vitja,
sigur hann.
Marni Hjallnafoss, stjóri á Green Gate Incoming, heldur ikki, at Vest Norden Travel Mart bara
var miseydnað í ár. Hann heldur, at føroyska ferðavinnan eigur at hugsa meiri rationelt.
Mynd: Álvur Haraldsen