Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 187 - 1. oktober 2005 Nýggi Smyril er nú endaliga yvirtikin á føroyskar hendur. Prísurin á Smyrli er lækkaður úr 301 milliónum niður í 268 milliónir NÝGGI SMYRIL Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyingar hava nú enda- liga yvirtikið nýggja Smyr- il. Allir sáttmálar og allar avtalur um skipið vóru undirskrivaðar hósmorgun- in og aftaná slapp stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, at vinda før- oyska flaggið í húnarhátt á hekkuni á nýggja Smyrli. Tað, sum liggur í kortun- um í løtuni, er, at Smyril loysir frá bryggju í Spania týsdagin 11. oktober og kemur inn á Tvøroyri leyg- ardagin 15. oktober. À Tvøroyri verður so stór móttøka fyri skipinum. Sunnudagin er ætlanin at sigla til Havnar og har verður hann so eisini vístur fram fyri almenninginum. Tað fer at taka umleið eina viku frá tí at hann kemur, til hann kann setast í regluliga sigling, tí mann- ingin skal hava ymsar venj- ingar áðrenn Samstundis sum Smyril er yvirtikin, er sjálvandi eisini endalig avtalað gjørd um, hvussu nógv nýggi hann skal kosta. Upprunaliga skuldi Smyril kosta 301 millión, men hendan upphæddin er nú regulerað við teimum endurgjøldum, sum Skipa- smiðjan skal betala av tí skipið er seinkað eitt heilt ár, siga Strandferðslan og Innlendismálarráðið í tíðindaskrivi. Í hesum sambandi er samlaði kostnaðurin fyri skipið lækkaður úr 301 milliónum krónum, niður í 268 milliónir krónur. Sostatt endaði tað við, at skipasmiðjan koma at betala 33 milliónir í endur- gjaldi fyri at skipið er so nógv seinkað. – Endurgjaldið skal gera fulnað fyri missin og tann meirkostnað, sum Strand- ferðslan – og Føroyar sum heild – hava havt av, at byggitíðin er nógv longd, siga Strandferðslan og innlendismálaráðið. – Meirkostnaðurin stavar serstakliga frá øktum og longdum byggieftirliti, fyri alla tíðina at tryggja neyðugu góðskuna av skip- inum. Hetta eftirlit hevur kostað 10 milliónir krónur meiri enn upprunaliga ætlað. Harumframt skal endurgjaldið gera fulnað fyri væntaða virðisminking á Smyrli 1, og at føroyingar hava verið noyddir at bíða eitt ár eyka til at fáa eitt munandi betri ferðasam- band til Suðuroyar. Nýggi Smyril 33 milliónir bíligari Hósdagin vant Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, Merkið í húnarhátt á hekkuni á Smyrli og hann er nú endaliga yvirtikin á føroyskar hendur