Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2005 5 Nú "múrarnir" fara at lata seg upp millum Norðoyggjar og meg- inøkið við undirsjóv- artunli, kundi onkur kanska óttast, at pen- ingasterkar fyritøkur á meginøkinum fara at uppkeypa ein part av vinnulívinum í Klaksvík, men tað fyrsta, vit síggja, nú fasta sambandið nærkast, er júst tað øvuta; tað eru klaks- víkingar, sum eru fyrstir at gera íløgur í vinnulívið á megin- økinum EIGARASKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Klaksvíkingarnir, Jákup Mikkelsen, sum hevur Kjølbro-heilsøluna og Niclas Heri Jákupsson, sum hevur Shell í Norð- oyggjum, hava gjørt avtalu um keyp av fyritøkuni, P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Í samrøðu við Sosialin fyrrapartin í gjár, vildi Jákup Mikkelsen, sum eis- ini er løgtingsmaður, ikki vátta, at keypið endaliga er komið upp á pláss. Sosialurin veit tó frá álítandi keldum, at avtalan um keyp er gjørd, og at endaligi sáttmálin millum partarnar verður undir- skrivaður fyrrapartin í dag. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýst keypsprísin fyri fyritøk- una, P/F Esmar Simonsen. Klaksvíkingar keypa Nú "múrarnir" fara at lata seg upp millum Norð- oyggjar og meginøkið við undirsjóvartunli og harvið føstum sambandi, kundi onkur kanska óttast, at peningasterkar fyritøkur á meginøkinum fara at upp- keypa ein part av vinnu- lívinum í Klaksvík. Men nú Jákup og Niclas Heri keypa P/F Esmar Simonsen, síggja vit júst tað øvuta; at norðoyingar keypa seg "inn" á Kambs- dali, har fleiri vinnuvirki eru. Sjálvur vildi Jákup Mikkelsen fyrrapartin í gjár einki siga um avtal- una, sum er gjørd millum partarnar, men Sosialurin veit við vissu, at keypið er so nær undir landi, at al- menningurin fær at vita um handilin í morgin, tá ið endaliga avtalan er undir- skrivað. Jákup Mikkelsen og Niclas Heri Jákupsson: Keypa P/F Esmar Simonsen á Kambsdali Í dag verður endalig avtala undirskrivað um, at Jákup Mikkelsen og Niclas Heri Jákupsson keypa P/F Esmar Simonsen á Kambsdali Í tíðindaskrivi í gjár, boðaði Smyril Line frá, at felagið nú stendur fyri nýggjum inntøku- og vakstrar- møguleikum, nú felagið hevur møgu- leikan at ogna sær meirilutan av parta- peninginum í norska reiðarínum, Fjord Line. Nevndarformað- urin í P/F Smyril Line, Thomas Magnussen, sigur, at felagið saman við Fjord Line fer at kunna reka virksemið meira effektivt og við størri lønsemi KEYP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo P/F Smyril Line sær nú fram til eitt nýtt og sterkt sam- starv, nú felagið kann gerast høvuðspartaeigari í norska reiðarínum, Fjord Line. Smyril Line stendur nevni- liga í boði at seta pening í norska felagið, og føroyska reiðaríið hevur givið eitt treytað tilboð upp á hetta. Í tíðindaskrivi sigur Smyr- il Line, at "hesar báðar ferðavinnu-og flutnings- fyritøkurnar nú kunnu koma í sama samtak, eftir at um- fatandi broytingar verða framdar í fíggjar-og ognar- viðurskiftunum í feløgunum. - Størsta broytingin fer fram hjá Fjord Line. P/F Smyril Line skal ætlandi seta 50 norskar miljónir krónur í felagið og kann við hesum ogna sær 66% av partapeninginum. Fyrrver- andi eigararnir, TFDS og Fjord1, seta eisini pening í og fáa 34% av partapening- inum í sín part. Hetta merk- ir, sigur Thomas Magnus- sen, nevndarformaður í P/F Smyril Line, at Fjord Line, tá handilin er avgreiddur, gerst dótturfelag hjá før- oyska felagnum. Hann heldur, at Smyril Line við hesum stendur framman fyri nýggjum inn- tøku- og vakstrarmøguleik- um. - Saman við Fjord Line ber til at reka virksemið ef- fektivt og við størri løn- semi, sigur Thomas Magn- ussen. Hann vísir á stórar fyri- munir, sum hann heldur eru við samstarvinum millum feløgini. - Umframt at feløgini eru í sama vinnubólki, reka tey sama slag av skipum, ið sigla upp á Hanstholm og Bergen, og báðar fyritøkur marknaðarføra seg á sama marknaði. Thomas sigur, at tilsam- ans verða 75 miljónir norsk- ar krónur settar í Fjord Line, og av teimum telur parta- peningurin frá P/F Smyril Line 50 miljónir norskar krónur, meðan gomlu parta- eigararnir koma við 25 milj- ónum krónum. - Ein partur av fíggjarligu nýskipanini í Fjord Line ber í sær, at partapeningur- in, ið higartil hevur verið í felagnum, verður skrivaður niður á null. Allir partaeig- arar fáa tó møguleika at seta nýggjan partapening í felagið, sigur hann. Nevndarformaðurin vísir á, at samstundis, sum P/F Smyril Line vil ogna sær meirilutan av partabrøvun- um í Fjord Line, seta parta- eigarar í P/F Smyril Line eisini nýggjan partapening í føroyska felagið. - Tilsamans er talan um 76 miljónir krónur, og tað eru Framtaksgrunnurin, Shet- land Development Trust og íløgufelagið hjá Tryggingar- felagnum Føroyar, P/F Holding, ið seta peningin í felagið. Hann heldur, at við hesum broytingunum gerst Smyril Line ein nógv størri og sterkari fyritøka enn áður. - Skipini verða fleiri, rutunetið størri og inntøku- møguleikarnir betri. Við verandi positivu gongd í rakstrinum, rokna vit við, at virksemið fer at geva avlop í 2006, sigur Thomas Magnussen, nevndarfor- maður í P/F Smyril Line. Smyril Line verður høvuðseigari í Fjord Line - Fleiri fyrimunir eru við samstarvinum. Umframt at feløgini eru í sama vinnu- bólki, reka tey sama slag av skipum, ið sigla upp á Hanst- holm og Bergen, og báðar fyritøkurnar marknaðarføra seg á sama marknaði, sigur Thomas Magnussen, nevnd- arformaður í P/F Smyril Line Nevndarformaðurin í Smyril Line, Thomas Magnussen, sigur, at ætlanin um keyp av meirilutanum í Fjord Line í fyrsta lagi hev- ur til endamáls at skapa eitt tryggari grundarlag undir Smyril Line KEYP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Thomas Magnussen, nevndarformaður í P/F Smyril Line, sigur, at um- skipanin av norska reiðar- ínum, Fjord Line, verður løgd fyri partaeigararnar til støðutakan á eykaaðal- fundi, og hann væntar, at hetta verður gjørt um einar 14 dagar ella so. Partaeig- ararnir í P/F Smyril Line skulu eisini góðkenna keypið av partapeninginum í norska felagnum. Nevndarformaðurin sig- ur, at av teimum tilsamans 76 miljónum krónunum, sum skulu útvegast, seta Framtaksgrunnurin og íløgufelagið hjá Trygging- arfelagnum Føroyar, P/F Holding, einar 26-27 milj- ónir krónur í felagið, og parturin hjá hesum báðum feløgunum verður tvíbýttur við einum helmingi í part. Restin av peninginum kemur so Shetland Deve- lopment Trust við. - Eftir at hava verið í fíggjarligum trupulleikum, er P/F Smyril Line við fullari ferð á veg uppeftir. Vit hava fingið tamarhald á útreiðslunum, og inntøku- møguleikarnar eru betraðir. Thomas Magnussen væntar, at tað hevði borið til at fingið felagið at hingið saman fíggjarliga við tí gongd – og framgongd, sum hevur verið, men hann held- ur, at ætlanin um at keypa meirilutan av partapening- inum í Fjord Line er skila- góð, tí hon skapar nýggjar og øktar møguleikar. - Likviditeturin hjá Smyril Line hevur verið tungur, og tað er dýrt er vera fátækur, sum hann tekur til. Nevndarformaðurin sig- ur, at ætlanin um keyp av meirilutanum í Fjord Line í fyrsta lagi hevur til enda- máls at skapa eitt tryggari grundarlag undir Smyril Line. - Men vit høvdu ikki stevnt ímóti hesum, um vit ikki eisini trúgva upp á, at tað fer at bera til at reka bæði feløgini við vinningi, sigur Thomas Magnussen, nevndarformaður í Smyril Line. Tað gongur betri og betri hjá Smyril Line - Likviditeturin hjá Smyril Line hevur verið tungur, og tað er dýrt er vera fátækur, sigur Thomas Magnussen, nevndarformaður í P/F Smyril Line, sum sær stórar møguleikar í, at Smyril Line keypir meirilutan av partabrøvunum í Fjord Line