Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 187 - 1. oktober 2005 Stígurin í føroyska búskapinum heldur fram, og tí klárar landsstýrið ikki at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2006. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum roknar við, at tað verður hall í lands- búskapinum í tvey ella trý ár afturat. Fallandi inntøkur í fiskivinuni og hækkandi oljuprísir hótta búskapin, men landsstýrismaðurin sær glottar fyri framman í alivinnuni og oljuvinnuni FÍGGJARLÓGAR- UPPSKOT Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Landskassin fer at hava hall í fleiri ár afturat. Stígurin í búskapinum heldur fram, og tí er ógjørligt at fáa hallið burtur næstu árini. Landsstýrið vil heldur brúka fleiri pengar til íløgur, so at samfelagshjól- ini verða hildin í gongd, meðan vinnan hevur trup- ulleikar. Tað staðfesti landsstýris- maðurin við fíggjarmálum fríggjadagin, tá ið hann legði uppskotið um fíggjar- lóg fyri 2006 fram í spegilsbygninginum á Argjum. – Inntøkurnar hjá lands- kassanum minka við 200 milliónum næsta ár saman- borið við 2002, og fallandi inntøkur í fiskivinnuni og hækkandi oljuprísir hótta búskapin. Tí verður eisini næsta ár hall á fíggjarlóg- ini, og eg rokni við, at tað fer at taka tvey ella trý ár at fáa hallið burtur, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum. Landsstýrið roknar við, at hallið í 2006 verður 219 milliónir krónur. Inntøk- urnar falla nakað og verða samanlagt 3,421 milliardir krónur. Útreiðslurnar verða mettar til 3,640 milliardir. Halda hjólini í gongd við íløgum Landsstýrið ætlar sær í 2006 at brúka 280 milliónir krónur til íløgur í Føroyum – tað eru 60 milliónir krónur fleiri til innlendis íløgur enn í fjør. – Virksemisskapandi politikkurin skal halda fram. Umleið 30 prosent av løgunum fra til vega- og samferðslunetið kring landið, og íløgurnar verða spjaddar, so tær eru mest virksemisskapandi, har ar- beiðsloysið er størst, sigur Bárður á Steig Nielsen. Nógv íløgur verða lagdar í Suðuroynni, har búskap- arliga støðan er verri enn nógva aðrastaðni í landin- um. Landið fer at brúka 90 milliónir krónur til íløgur í Suðuroynni, og tað verður Alment hall í fleiri ár Landsstýrið hevur nú lagt uppskotið um fíggjarlóg fyri 2006 fram alment. Roknað verður við hesum tølum næsta ár Inntøkur tilsamans: 3,421 mia. kr. Skattainntøkur: 1,393 mia. kr. Avgjøld og tollur: 1,397 mia. kr. Blokkstuðul: 631 mió. kr. Útreiðslur tilsamans: 3,640 mia. kr. Rakstrarútreiðslur: 3,422 mia. kr. Íløgur: 185 mió. kr. Rentur: 33 mió. kr. FAKTA Tað almenna skal brúka fleiri pengar til íløgur fyri at hava samfelagshjólini koyrandi, meðan vinnan hevur trupulleikar. Bárður á Steig Niel á fíggjarlógini, sum støðan er í løtuni. Hann roknar við, at tað tekur tvey ella trý ár at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. Landsstýrið heldur fast um sítt olju- avgjald, hóast olju- prísurin er methøgur og hóttir privatu húsarhaldini. Lands- stýrið kann ikki stýra marknaðarprísinum, og ráð eru heldur ikki at strika hetta avgjald OLJUPRÍSUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Oljuavgjaldið verður ikki lækkað, hóast oljuprísurin er methøgur og leggur trýst privatu húsarhaldini. Tað staðfesti landsstýris- maðurin við fíggjarmálum, tá ið hann fríggjadagin legði uppskotið um fíggjar- lóg fyri 2006 fram. – Vit halda ikki, at tað er rætt at lækka oljuavgjaldið, og tað er eisini støðan hjá tí almenna í fleiri øðrum londum. Vit kunnu ikki stýra marknaðarprísinum, sigur Bárður á Steig Niels- en. – Um vit tóku avgjaldið av nú, og oljuprísurin hækkaði enn meira, hvat skuldu vit so gjørt? So hevði verið neyðugt at latið oljustuðul. Vit kunnu ikki stýra prísinum, og tí taka vit ikki oljuavgjaldið av, sigur hann. Brúk fyri pengunum Oljuavgjaldið er 80 oyru fyri liturin, og landsstýrið roknar við at fáa 65 milli- ónir krónur netto fyri olju- avgjaldið í 2006. Landsstýrismaðurin fjalir ikki út yvir, at hetta eru pengar, sum landsstýrið hevur brúk fyri. – Vit skulu eisini viður- kenna, at vit hava ikki ráð til at avtaka hetta oljuav- gjaldið. Landið hevur brúk fyri pengunum, og sam- stundis er hetta eisini ein partur av okkara orkupolit- ikki, sigur Bárður á Steig Nielsen. – Rættast er, at vit hava meira av óbeinleiðis skatt- um og minni av persóns- skatti, og oljuavgjaldið er saman við øðrum avgjøld- um óbeinleiðis skattur, sig- ur hann. Tí verður tað ikki landið, sum fer at syrgja fyri einari lækking í oljuprísinum til tey privatu. Sama avgjald er ikki á oljuni, sum vinnu- lívið keypir. Halda fast um oljuavgjaldið Bileigarar skulu gjalda eina helvt meira í vektavgjaldið næsta ár, og landsstýrið roknar við at fáa 25 milliónum meira inn í vegskatti. Harafturat verður punkgjaldið á sigar- ettum eisini sett upp VEGSKATTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað verður munandi dýrari at hava bil næsta ár. Landsstýrið ætlar at hækka vegskattin við einari helvt fyri at fáa fleir inntøkur til landskassan. Hækkingin verður ein generellur vøkstur fyri øll sløg av bilum, og miðalvøksturin verður 50 prosent. Í ár væntar landsstýrið at fáa 51 milliónir krónur inn í vegskatti, men hendan inntøkan skal vaksa við 26 milliónum krónum næsta ár, so at hon verður 77 milliónir krónur Eisini prísurin á sigar- ettum fer at hækka. Í ár hækkaði prísurin við 37,5 prosentum, men landsstýrið heldur, at pláss er fyri einari hækking afturat. Tí er ætlanin, at punktgjaldið á tubbaksvørum skal hækka, so at tað gevur landskassanum 10 milliónir krónur afturat í inntøku. Hækkingin í punkt- gjaldinum fer at hava við sær, at prísurin á sigarettum fer at hækka við eini 10 prosentum. Samanlagt roknar landið við at fáa 200 milliónir krónur inn í punktgjøldum næsta ár, og tað eru júst tær 10 milliónirnar frá tubbaks- gjaldinum, sum koma afturat. Vegskatturin hækkar við eini helvt